Tapti móti sínum egnu

Tað eydnaðist ikki John Petersen at basa sínum egnu, og ivaleyst fer hann at fáa okkurt skotið frá skálafólki komandi tíðina

Hondbóltstos

Tá StÍF í fjør vann steypakappingina, var ein av týdningarmestu leikarunum í dystinum John Petersen. Í ár var tað tó við Neistanum, at John royndi seg í finaluni, og eftir dystin var tað sum vera man eitt sindur av speisemi við, tá vit spurdu hann, um avgerðin at skifta felag hevði verið hin rætta.
- Um tú hugsar um, hvør vann dystin, so spældi eg sjálvandi á skeiva liðnum í dag, men tað má mann so bara taka við, helt hann.
Men hvat er tað so, sum ger, at StÍF mest sum altíð reisir seg, tá týdningurin av dystinum er størstur?
- Nú havi eg bæði tapt og vunnið steypafinalu við StÍF, so tað er ikki altíð at teir vinna, men teir duga væl at seta seg upp til slíkar dystir. Liðið telir eisini fleiri heilt góðar spælarar, og tá vit royndu at taka teir royndu út, vóru teir ungu til reiðar at taka vyir. Og so skal heldur ikki gloymast, at málverjin hjá teimum stóð seg ótrúliga væl.

Okkurt skotið
Tá vit síðani spurdu John, hvørt tað nú fór at ganga lang tíð, áðrenn hann aftur fer inn á Skála, segði hann, at tað mundi ikki fara at bila.
- Tað hevði kanska verið verri, um støðan var hin øvugta. Tá hevði onkur helst verið illur. Nú verður tað meira soleiðis, at eg fari at fáa nøkur skot, men tað má so vera tað. Kanska skuldi eg fingið mær dult telefonnummar, um telefonin fer at kima ov nógv, sigur hann enda, eitt sindur hugsunarsamur.

Ein av mongu vinmonnunum hjá John Petersen í StÍF er liðskiparin, Jón Rasmussen, og sjálvsagt ætlaði hann at lata okkurt skotið av móti vinmanninum komandi dagarnar.
- Tað er so heilt víst, at hann kemur at hoyra okkurt, men tað hoyrir við til søguna, at tað var lika við, at hann avgjørdi alt sjálvur ta einu løtuna.
Spurdur, um hann hesa løtuna hugsaði um, at kanska skuldi júst John avgera alt, segði Jón, at tað gjørdi hann sum so ikki.
- Men tað stóð heilt nógv á hjá okkum, og dysturin kundi so avgjørt farið báðar vegir. Vit vóru tó kanska eitt lítið sindur meira ágangandi, og hetta ? saman við avrikinum hjá teimum yngstu á liðnum ? gjørdi, at vit hóast alt fingu sigurin.