Mentan er eisini tað vit eru felags um

-Kristindómurin, mentanin og vinnulívið ? tó at tey kunnu tykjast so ymisk og mótstríðandi ? eru hvør í sínum lagi og saman tríggir týðandi lunnar, sum bera okkara bygd. Skal bygdin og landið alt mennast, eru hesir tríggir lunnar avgerandi. Vit eru fá, men vit megna tað, vit vilja. Tað er hetta hús eitt dømi um segði Dánjal Vang, býráðslimur í Fuglafirði, tá hann vegna kommununa ynskti øllum sjónleikarafelagnum og øllum bygdafólkinum tillukku við nýggja mentanarhúsinum.

Mentanarhús

Dánjal Vang helt fyri, at mentan er at dyrka. -Fyri at fáa nakað gott burturúr, mugu vit dyrka, tað verið seg materielt ella andaligt. Dyrkar tú ikki tey andaligu virðini, stirðna tey.
Mentan eru virðir, ið eru dyrkað og framvegis mugu dyrkast fyri ikki at verða køvd segði Dánjal og vísti til yrking hjá Karsten Hoydal:

»Men tú, sum arvar dyrkað lendi,
minst til hvør grønur teirur er
ein ogn, sum lívið í tær eigur,
tað veldst um teg, um bøur ber«.

Dánjal vísti á, at okkara mentanararvur má dyrkast, men ov trongt er, um vit ikki eisini á mentanarliga økinum kunnu bróta upp úr nýggjum.

-Gomul mentan og nýggj virði nýtast ikki at vera í stríði við hvørt annað. Mentan er samskifti, og er tað, sum gevur tilveruni meining og innihald. Men mentan er eisini tað, vit eru felags um. Eins og aðrar tjóðir eru vit ósamd um nógv viðurskifti, um politikk og um hvussu vit skulu skipa okkum í okkara landi. Men við tað at vit hava ein føroyskan samleika, merkir tað, at vit hava nøkur ting, vit eru felags um, nøkur felags virði. Endamálið við einum mentanarpolitikki má verða at styrkja hesi virðini. Tað er altíð týdningarmikið, at fólk hava nakað at vera felags um segði umboðið fyri býráðið og helt fyri, at reka vit ikki ein konstruktivan mentanarpolitikk, og eru vit ikki fús at játta pengar til tað, ið mentanarpolitikkurin kostar, so gongur tað út yvir okkara samleika og felags-virðir, og so fáa vit trupulleikar við okkum sjálvum sum tjóð. Hann vísti á, at í Fuglafirði hevur býráðið altíð stuðlað mentanini og vil gera tað framvegis. Og hann helt fram:

-Tað var myrkur um landið alt, tá ið fólk tóku seg saman og fóru undir at smíða hetta hús.
Betri at kveikja ljós enn at grenja um myrkrið, hava tey hildið, sum fóru undir hetta stóra tiltak. Tað, at øll hava tikið lógvatak ger, at vit hava fingið hetta snotuliga og vakra hús.
Býráðið hevur stuðlað og fer framvegis at stuðla Mentanarhúsinum.
Eg skal ikki nevna nøvn, men takka øllum teimum, sum hava hjálpt og stuðlað og verið við til at gera hetta hús liðugt. Má Mentanarhúsið verða til gaman og álvara fyri tað fólk, sum her býr og tey, sum koma at vitja. Hjartaliga tillukku.