fyri, um ein verulig vanlukka hendir. So í so máta var venjingin rættiliga realistisk. Samskiftið Klokkan var umleið hálvgum trý seinnapartin, tá lúðrarnir fóru í gongd, tí eitt flogfar var farið út av [...] Talan skuldi vera um flogfarið, sum kom úr Íslandi, ið hevði havt trupulleikar við øðrum motorinum, har eldur var í. Hesa fráboðan hevði flogvøllurin fingið, meðan flogfarið var yvir Tindhólmi, og sløkkiliðið [...] fólk burtur. Tað var undrunarvert, og eisini varð spurt um hví so var. Ein av manningi svaraði beinleiðis: »Vit hava ikki fingið boðini fyrr enn nú«. Sjúkraliðið Eyðsýnt var, at sjúkraliðið hevði fingið
staðnum. - Og í hesum átrokandi listanum er onki um larmin frá takinum, tá ið tað regnar, onki um, at tað er ikki inniverandi fyri bjørtum ljósi í summum stovum, at tað er kalt á niðastu hædd, at hubbarnir eru [...] soleiðis at loftið ikki dettur niður. Nú er høllin so stongd - gud havi lov at tað bleiv gjørt, áðrenn onkur small um, skrivar lærarin. - Nú gloymdi eg at nevna nakað um tey, ið hava verið, eru ella umhugsa [...] frætta um eykarokningar fyri byggjaríið, sum senda kostnaðin fyri skúlan langt uppum tað, sum hann upprunliga varð hildin at kosta, so frætta vit eisini, at trygdin ikki er í lagi. Landsverk hevur nú latið
so slett ikki útflyta nakað óskrásett. Um ikki annað kundu teir skeitt í MVG-roknskapin hjá Toll & skatt, tí einki yvir 20.000 kr. um árið kann verða selt uttan um MVG-skrásetingina. So helst man tað vera [...] fyri ikki at tala um høvuðsvinnur okkara. Eg kann lítið ætla, hvussu alt hevði sprottið undan kavi, sum nú bert eru dreymar undir dýnuni! Tann sum tá skuldi spart, er tann sum í dag er alt ov búkut: La [...] landskassa? Og hvat er blivið av kappingarførinum hjá vinnuni, nú líkindini hava verið av teimum bestu hesi seinastu árini? Tað liggur sjálvandi væl tyrvað í landskassanum! Eitt MVG uppá 15 % yvir ein kamb hevði
talan er um, vil hann tó ikki siga. Stjórin í P/F Vágatunnilin førir fram, at upprunaliga kravið frá KB El-Teknik til P/F Vágatunnilin var langt omanfyri tær 1,75 milliónirnar, sum fyritøkan nú hevur fingið [...] hava eitt umboðsfólk her. Hjá føroyska Toll&Skatt er KB El-Teknik skrásett sum eitt einstaklingavirki, og umboðsmaðurin hjá fyritøkuni er Knud Balle, sum er skrásettur á eini adressu í høvuðsstaðnum. Harumframt [...] ásettu tíð. - Grundarlagið undir okkara tilboði er munandi broytt nú. Vit mugu bæði leggja uppfyri spill-tíðini, tá vit ikki sluppu framat, umframt at vit nú skulu hava fleiri mans í arbeiði fyri at fáa
bestu manndómsárum, hvíla nú flestir undir grønu torvu. Góðar minnisríka rløtur, sum ongantíð koma aftur. Tíðin stendur ikki í stað, og er saknurin stórur, nú ein sjálvur er farin at eldast. Ein serstøk [...] greið boð um, hvussu líkindi vóru, og kundu fara at verða. Og var hetta felags fyri allar teir á sovorðnum plássum. Har vóru nógvar góðar løtur um summarið í logn og silvitni og kyrru. Sjálvt um háveturin [...] gloyma Íslandstúrin í aug. í fjør. Eg hevði ætlað at farið ein túr til Íslands, tímdi ikki einsamallur, men fekk ongan við mær. Kom tá knappliga í tankar um Líggjas, sum ongantíð hevði verið har, men altíð
er B36 sum nevnt tvey stig frammanfyri HB, men lítil og eingin munur er á málúrtøkuni, og um HB megnar at taka tvey stig inn aftur á B36 (tað hendir, um HB vinnur á KÍ, meðan B36 spælir javnt í Leirvík) [...] kann tað nerva, at Annika Hansen er leikbannað til týdningarmikla dystin móti KÍ komandi sunnudag. Men HB vann stórt og bøtti so munandi um sína málúrtøku, at hon nú er eitt vet betri enn tann hjá B36, [...] í seinasta dystinum, sum er móti júst B36. Tískil kann hetta gerast ein rein finala um føroyameistaraheitið hjá kvinnunum. Týðningarmikil stórsigur til HB HB bøtti munandi um sínar treytir við at vinna
førum, nú mamma ikki er her millum okkum longur. Mamma var mamma, og eingin kemur í hennara stað. Hon var einasta av sínum slag. Mamma var stødd í Danmark, tá ið hon andaðist. Í skrivandi stund er eitt [...] Samanhaldið millum tey, sum arbeiddu har, vardi við. Mamma var sera góð til at fáa tað besta burtur úr tí, sum hon nú einaferð hevði. Hon var sera skemtingarsom og kreativ. Eitt dømi um skemt er, tá ið hon [...] var okkara mamma, svigarmamma, omma og langomma. Vit eru væl greið yvir, at saknurin hjá øðrum enn okkum er til staðar. Vit hugsa her um vinkonuna gjøgnum mong ár, Marionnu. Børnini hjá Paulu mostur, har
halda fram har, til fólkaskúlin er liðugur. - Vit hava eini 24 børn í barnagarði og fólkaskúla, og í mun til fólkatalið í kommununi er hetta eitt fittligt tal. Tað er ikki langt síðan, at vit bara høvdu ein [...] útstykking er vorðin veruleiki Sunnanfyri Á í Húsavík, sum er tann minni býlingurin í bygdini, og her er vegur eisini gjørdur til økið í ár. - Her fáa vit trý grundstykki, harav tey eini húsini nú standa í [...] Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík, Dal, Djúpadal og Skarvanes, rættiliga lítið. Hóast fólkatalið í kommununi er fáment, 118 íbúgvar tilsamans, harav umleið 70 búgva í Húsavík, so er barnatalið kortini á
Orsøkin til friðin er helst at finna í tí, at tað nú av álvara er farið at styttast til dagin, tá jólasølan verður. Tað ræður um at fáa alt liðugt, so tað ikki gerst jólatrøll. Enn er nakað av tíð eftir [...] arbeiði. Jólatrøll Tað er skilligt at hetta er nakað teimum dáma avbera væl. Tær sita allar og konsentrera seg 100 % um tað handarbeiðið, sum nú skal gerast liðugt. Tær látast ikki um vóna, at ein tíðindamaður [...] Olsen. Í hesi stovuni er øll útgerð til hetta ymiska handaliga arbeiðið. Men á niðaru hæddini er verkstaður, har ein – ikki óvæntað – finnur menninar. Fleiri lutir Nú tann stóri dagurin er farin at nærkast
seint í heyst ella við árslok koma at snúgva seg um. Tað, sum nú ræður um, er at tryggja okkum, at vit fáa avtalaða partin av ognini aftur til felag, ið er okkara, so vit umsíðir kunnu siga, at vit hava [...] tryggingartakarum aftur helvtina av ognini, áðrenn heystið er farið afturum, men somuleiðis at góðkenna, at tann, sum fær hina helvtina til keyps, er medeigari, ið tryggingartakarin kann vera tryggur við og [...] landsstýrismanninum í vinnumálum. Ivaleyst verður henni heldur ikki langt lív lagað, tí so skjótt felag fyri tryggingartakararnar er stovnað, og landsstýrið hevur avhent helvtina av partapeninginum til