So, búskaparráðið og hagstovan vilja billa okkum inn, at tað, at vit ikki hava "fleiri bein at standa á", helst er tí, at tey beinini, sum teir pástanda eru til, kanska ikki eru skrásett! - Og tað tvætlið fáa teir løn fyri at siga!
Nei, í dag kanst tú ikki snara tær á, uttan at verða skrásettur, og so slett ikki útflyta nakað óskrásett. Um ikki annað kundu teir skeitt í MVG-roknskapin hjá Toll & skatt, tí einki yvir 20.000 kr. um árið kann verða selt uttan um MVG-skrásetingina.
So helst man tað vera fyri at káva útyvir, at so illa stendur til við at upparbeiða nýggjar vinnur undir hesari samgonguni, ella ha?
Nei, tað er ikki bara undir hesari samgonguni, tað er yvirhøvur tungt, fyri ikki at siga ógjørligt at seta nakað lønandi á stovn í Føroyum. Orsøkirnar eru fleiri, og eg skal nevna nakrar, sum eru sera tyngjandi:
1) Vit liggja langt og tvørt frá stórum marknaðum.
2)Vit eru fáment, og nógv av tí besta fólkinum flytur av landinum.
3)Kanningar vísa, at tá allar afturberingar eru íroknaðar, hevur Danmark heimsins hægsta skattatrýst uppá 52 %, og nr. 2 er Svøríki við 51 %. Vit hava ikki so nógvar afturberingar (boligtilskud etc.) sum í Danmark, so vit hava uttan iva heimsmet í skattatrýsti.
4)Og nú tað, sum liggur mær serliga nógv á hjarta: Okkara MVG er for høgt.
Til ber at arbeiða uppá øll hesi punktini, og vinnulívið roynir av øllum alvi at basa trupulleikunum, sum standast av teimum. Men tíverri er føroyskur politikkur meira klandur og kradd enn konstruktivt arbeiði, meira at flyta runt við Svartaperi, enn at beina fyri honum.
Tá ið MVG varð sett á stovn í Føroyum, seldu polittikararnir okkum tað við lyftum um lægri inntøkuskatt, tá ið brúksskatturin kom. Men hvat hendi? MVG-ið kom omaná inntøkuskattin, sum var methøgur frammanundan. Og tað versta var, at føroyskar vørur og tænastur beinleiðis dýrkaðu, meðan útlendskar vørur hildu prísirnar, tí tollurin lækkaði tilsvarandi MVG-num.
Á tann hátt varð føroyskt initiativ sparkað út á síðulinjuna, og útreiðslustøðið reyk beint up í loft, bæði hjá familjuni og hjá vinnulívinum.
Okkara viðbrekna samfelag tolir ikki 25% MVG. Tað gevur heilt einkult so høgt útreiðskustøði, at kappingarførið rýkur sær ein túr.
Tað sæst eisini klárt, tá ið okkara størstu vinnur mugu fáa MVG-lætta fyri at klára seg ígjøgnum, og nógvar smáar og smærri fyritøkur og handlar hava lagt frá sær hesi árini, tí tað er alt for strævið at arbeiða og fáa nakað upp at standa við verandi lóggávu.
Ein nýggj vinna, sum ætlar sær at útflyta, má fyrst vera so stór, at hon kann samráðast um MVG-lætta, fyri bæði at kunna vera kappingarfør og endurnýggingarfør. Ung Virki sýna stórt initiativ, men tey renna seg skjótt føst í MVG- og útreiðslu-dýnuna, og tað mesta sovnar tí so blídliga aftur.
Tað eru m.a. øll hesi viðurskiftini, ið nú síggjast aftur í hagtølum, og ikki ein vantandi skráseting av útflutningi. Hatta var for bíligt sloppið. Siga teir, at útflutningsvøra verður smuglað av landinum?
Fyri at venda aftur til MVG-ið:
Tá ið eitt nú Bretland klárar seg við 17,5 % og Týskland við 16 % í MVG, hví er so neyðugt hjá okkum slaviskt at herma eftir skandinavum við at hava 25 %? Duga teir betri enn hinir? Eg haldi, at rákið vísir nakað annað: Teirra vinnur flýggja eisini av landinum fyri at kunna menna seg.
Hevði tað ikki verið betri at haft vinnur, ið orkaðu at gjalda fólki løn, og sum kundu endurnýggjað seg og marknaðarført seg, heldur enn at kunna reypa av einum ovurstórum landskassa? Og hvat er blivið av kappingarførinum hjá vinnuni, nú líkindini hava verið av teimum bestu hesi seinastu árini?
Tað liggur sjálvandi væl tyrvað í landskassanum!
Eitt MVG uppá 15 % yvir ein kamb hevði loyst nógv problem í landi okkara, eg vil lata fantasiin fáa frítt spæl: Lønar-politikkur, bústaðar-politikkur (jú, nakað eitur so), heilsupolitikkur, pensiónir, investering, handil, ferðavinna, hondverk, smá-ídnaður av alskins slag, landbúnaður o.s.fr. fyri ikki at tala um høvuðsvinnur okkara. Eg kann lítið ætla, hvussu alt hevði sprottið undan kavi, sum nú bert eru dreymar undir dýnuni!
Tann sum tá skuldi spart, er tann sum í dag er alt ov búkut: Lands-umsitingin! Men tað man fara at vera seinur dagur, áðrenn hon fer at minka játtaninar til sín sjálvs, so má bresta ella bera.
Vælferðarsamfelagið hjá okkum er blivið so dýrt at umsita, at ikki er ráð til sjálva vælferðina.










