Hann, sum hevði so góða heilsu til mars í fjør, tá tað skjótt fór at ganga niður á bakka. Sjúkan tók yvirhond og bert 5 mánaðir seinni slóknaði hann, 83 ára gamal.
Sum smádrongur minnist eg Líggjas fyrst í 1940, tá eg ferðaðist hjá Poul Andriasi. Og eg minnist tá hann eitt sindur seinni passaði fjósið og grísarnar hjá Kjølbro á Biskupstøð undir krígnum.
Men í 1965, tá eg fór at sigla fast í Kalsoynna við »Barsskor« komu vit at hava dagligt samband við hvønn annan, bæði í telefon og í fjøruni, tí brimpláss var. Og hvørt ár frá 1970 til í dag vóru allar okkara summarfrítíðir í Mikladali.
Altíð fekk ein greið boð um, hvussu líkindi vóru, og kundu fara at verða. Og var hetta felags fyri allar teir á sovorðnum plássum. Har vóru nógvar góðar løtur um summarið í logn og silvitni og kyrru. Sjálvt um háveturin kundu tær løturnar verða hendinga ferðina. Tað vóru nógvir baldrutir túrar, tá tað var sjóðrað og menn stóðu upp undir miðju í sjógvi, stundum uppi á Stórakneysa. Ikki at tala um var tað nýkomið eystfall í mysing og høgari flóð og stóð tann hægra vegin. Hetta kendu allir væl til har norðuri og mangan var ikki trevilin turrur. Tað var mangan hættisligt, serliga fyri teir ið vóru uppi á landi. Men tað bar altíð til at vera onkunstaðni. Tá var tað nógv verri á Trøllanesi, har kundu teir verða í álvarsomum trupulleikum, tí óløguni kundu koma oman fyri teir. Í mínari tíð vardi hetta í 20 ár; tí 15. jan. 1985 varð síðsti túrur gjørdur, tá var holið komið ígjøgnum til Trøllanesar. Og røkti Tyrlan alt, til vegurin var komin oman í bygdina. Tað mundu vera sigldir nakrir túsund túrar, tó varð onkur túrur gjørdur eftir hetta, tá nógv hálka var at koyra og av onki aðrari orsøk. Nakrar ferðir fór onkur á bláman í ókyrru, men tað spældi væl av.
Tó nógvar hugnaligar løtur í dýrdarveðri, tá ein fittur partur av bygdini kom oman í fjøruna ella uppi á Bakkanum, tá posturin kom. Báturin bundin og øll høvdu góða tíð. At lossa gekk altíð skjótt, øll hjálptu til.
Tað, sum eg serliga minnist til Líggjas, var hansara tolsemi. Vanbøn kom ikki av hansara munni, hóast illa kundi ganga í hond. Hann var altíð hin sami. Hevði serligar góðar eginleikar, sum vantar teim flestu.
Eg havi nógv gott at minnast og takka honum fyri, og nógvar aðrar við honum á øllum teimum smáplássum, ið siglt varð til tey mongu ár. Menn, sum tá vóru í bestu manndómsárum, hvíla nú flestir undir grønu torvu. Góðar minnisríka rløtur, sum ongantíð koma aftur. Tíðin stendur ikki í stað, og er saknurin stórur, nú ein sjálvur er farin at eldast. Ein serstøk menska úti á smábygdunum, sum í dag er við at hvørva í okkara skundisliga samfelag, har eingin hevur tíð at liva.
Vit gjørdu fleiri túrar; serliga minnist eg túrin niðan á Gásafjall ein hásummardag. Fugloyatúrin, tá vit gingu av Kirkju til Hattarvíkar eftir vegnum, høvdu góða tíð og dagin fyri okkum. Fyri síðan at hvíla í Keldhúsinum og fáa ein heitan munn.
Og ikki at gloyma Íslandstúrin í aug. í fjør. Eg hevði ætlað at farið ein túr til Íslands, tímdi ikki einsamallur, men fekk ongan við mær. Kom tá knappliga í tankar um Líggjas, sum ongantíð hevði verið har, men altíð ynskt at komið higar. Tað var leyst og liðugt áðrenn hálvtalað orð.
Veðrið var ikki av tí besta og steðgurin stuttur, tað vistu vit av áðrenn. Men vit vóru farnir við fyri at vera við til minningarhaldið fyri teimum, ið fórust við »Riddaranum« í 1927. Ein rík og ógloymandi minnisløta í Seyðisfjarðar kirkju. Síðan varð farið í kirkjugarðin, har bønarstund var at minnast teir farnu.
Hansara trúfesti móti kirkjuni kann ikki metast nóg høgt. Fyrstu ferð, hann spældi, var hann 12 ára gamal og var til brúðarvígslu hjá Jonu og Marius Johannesen 9. des. 1933. Og nakrar ferðir nú eftir at hann var vorðin álvarsliga sjúkur seinasta summar. Í góð 70 ár - er helst eindømi í kirkjusøguni. Og uttan viðurlag av nøkrum slag. Tó heiðurstekin frá Margrethu drotning fingu báðir, faðir og sonur.
Seinastu ferðirnar eg vitjaði hann, var hann líka róligur sum altíð; hann hvíldi í Guds náði og hevði barnatrúnna nú tað bar móti endanum.
Hann var bóndi og hevði 4 1/2 mørk. Hevði fleiri mjólkineyt langt upp í árini og hevði gott handalag til kríatúr. HSum flestir har, hevði hann revar saman við øðrum undan krígnum og fyrstu krígsárini. Men tað gjørdi so tað, at alt helt uppat. Hevði post- og farmaavgreiðsluna og so koyringina, sum bleiv nokkso nógv, tá tunlarnir lótu upp. Síðan tók versonurin við koyringini og dótturin festi, men lótu tað eftir nøkrum árum til bróðurson Líggjas á Trøllanesi.
Fyri Ornitologisk Institut merkti hann fuglar í meira enn hálvthundrað ár. Sjálvur var eg onkran túr við honum.
Líggjast giftist við Margrethu Andreassen úr Lorvík í 1951. Eydnan var ikki við; tey áttu fýra børn og bert Sigrun er á lívi. Sigrun eigur tríggjar gentur, sum vóru hansara eitt og alt. Og góðar vóru tær við hann, men størstur er tó saknurin hjá tær, góða Margretha og Sigrun. Hann sum altíð,uttan háva, tók sær av øllum.
Friður veri við minninum um Líggjas í Hússtovu.
Hjalmar