Vit undirritaðu fýra, sum í meira enn fimm ár hava arbeitt við hesum máli, hava valt at stilla upp til tess at tryggja, at avtalan, ið varð gjørd við landsstýrið í desember í fjør, verður hildin. Avtalan varð gjørd vegna Samtakið av 14 fakfeløgum við limum, ið hava eftirlønarskipanir í Lív. Undirritaðu hava saman við advokati staðið fyri áralongum samráðingum við landsstýrið, løgtingslimir, peningastovnar og tryggingarfelag. Samráðingar, sum í desember í fjør endaðu við eini avtalu við landsstýrið, ið tryggjar, at landsstýrið gevur felagi hjá tryggingartakarum helvtina av partapeninginum aftur, og at tryggingartakararnir í Lív fáa høvi at velja sær tvey umboð í nevndina fyri Lív.
Henda nýggja nevnd, sum nú skal veljast, kann ikki ávirka virksemið í Lív beinleiðis, og hon fær heldur ikki nakran avgerðarmyndugleika í sambandi við avtalaðu einskiljingina, men kann í frægasta føri verða hoyrd av veruligu nevndini í Lív og av landsstýrismanninum í vinnumálum. Ivaleyst verður henni heldur ikki langt lív lagað, tí so skjótt felag fyri tryggingartakararnar er stovnað, og landsstýrið hevur avhent helvtina av partapeninginum til nýggja felagið hjá tryggingartakarunum, eiga nýggjar nevndir at verða valdar. Bæði fyri nýggja felagið hjá tryggingartakarum og fyri Lív.
Men henda nýggja nevnd hevur kortini nakrar týðandi uppgávur at fáa loyst ongantíð ov skjótt:
1. Val av 2 nevndarlimum í Lív.
Í fyrsta lagi skulu 2 fólk veljast at taka við nevndarsessi í Lív, soleiðis sum tað varð avtalað við landsstýrið. Hetta átti at verið gjørt fyri langari tíð síðani, tí landsstýrið bant seg til at fáa hetta avgreitt "beinanvegin" og ikki seinni enn 1. november í ár. Tað hevur týdning at velja tey røttu fólkini, sum koma at verða við til at taka týðandi avgerðir í sambandi við avhending og sølu av Lív.
2. Stovnan av felagi fyri tryggingartakarnar í Lív.
Í øðrum lagi skal felag stovnast fyri tryggingartakararnar at taka ímóti helvtini av partapeninginum, soleiðis sum tað eisini varð avtalað við landsstýrið. Hesin parturin má ikki koma at liggja eftir, so málið enn einaferð kemur í drag.
3. Eftirlit við avhending og sølu av Lív.
Í triðja lagi fær nevndin eina týðandi uppgávu sum varðhund hjá tryggingartakarunum. Ikki bert at tryggja at landsstýrið loksins letur tryggingartakarum aftur helvtina av ognini, áðrenn heystið er farið afturum, men somuleiðis at góðkenna, at tann, sum fær hina helvtina til keyps, er medeigari, ið tryggingartakarin kann vera tryggur við og fáa gagnligt samstarv við.
4. Demokratisk val.
Tá ið landsstýrið hevur latið nýggja felagnum hjá tryggingartakarunum aftur helvtina av ognini og selt hina helvtina til privatan medeigara, skal nýggj nevnd veljast fyri hetta felag, sum aftur skal velja helvtina av nevndini í Lív. Til tað valið skulu allir tryggingartakarar fáa høvi at velja uttan at noyðast at biðja um tað. Og uppstilling og val skulu fyriskipast, so eitt veruligt orðaskifti fæst um ætlanirnar við Lív.
Vit vóna at fáa stuðul til at gera arbeiðið liðugt, ið vit byrjaðu uppá fyri meira enn fimm árum síðani. Ikki bert frá limunum í fakfeløgunum í Samtakinum, men frá øllum tryggingartakarum í Lív, sum eiga at hava ein felags áhuga í, at avtalan, ið varð gjørd við landsstýrið, verður hildin.
Mangt og hvat kundi verið umrøtt viðvíkjandi hugsjónum fyri Lív og virksemi tess, men tað meta vit eigur at verða mál, ið næsta valið seint í heyst ella við árslok koma at snúgva seg um.
Tað, sum nú ræður um, er at tryggja okkum, at vit fáa avtalaða partin av ognini aftur til felag, ið er okkara, so vit umsíðir kunnu siga, at vit hava fingið innlit og ávirkan. Veruligt innlit og veruliga ávirkan!
Andrias Ziska
Gunnleivur Dalsgarð
Jógvan Mørkøre
Leif Ellingsgaard