Fámæltur stjóri

Knud Balle, stjóri í KB El-Teknik, hevur als ongan hug at gera viðmerkingar til mongu tíðindini um fyritøku hansara í seinastuni. ? Vit arbeiða nógva staðni kring heimin, og okkara politikkur er at vit úttala okkum ikki alment um okkara fyritøku, sigur Knud Balle, sum ikki vil vísa aftur, at fyritøka hansara er komin til Føroya fyri at vera.

Í seinastuni hava spurnartekin verið sett við fleiri viðurskifti hjá donsku el-fyritøkuni KB El-Teknik. Hóast hetta, so hevur stjórin í KB El-Teknik ongan hug at gera viðmerkingar til nakað sum helst.
Í Sosialinum mikudagin varð víst á, at fyritøkan bara virkar sum ein postkassa-fyritøka í Føroyum, har Knud Balle sjálvur stendur skrásettur hjá Toll&Skatt sum búsitandi í Føroyum, hóast hann ongantíð er fluttur til landið. Hetta váttar føroyska Landsfólkayvirlitið.
Føroysk lóggáva krevur nevniliga, at allar útlendskar fyritøkur, sum selja vørur og tænastur, skulu vera MVG-skrásettar í landinum og hava eitt umboðsfólk her. Hjá føroyska Toll&Skatt er KB El-Teknik skrásett sum eitt einstaklingavirki, og umboðsmaðurin hjá fyritøkuni er Knud Balle, sum er skrásettur á eini adressu í høvuðsstaðnum.
Harumframt hevur verið víst á, at fyritøkan, sum hevur um hendi trý av teimum størstu el-arbeiðum í landinum, Kollafjord Pelagic, Landssjúkrahúsið og Vágatunnilin, í fleiri mánaðir hevur arbeitt uttan nakra løggilding. Í juni mánað fór maðurin, sum hevði um hendi løggildingina, og harvið eisini ábyrgdina av øllum arbeiðum hjá fyritøkuni í landinum, í annað starv. Men ikki fyrr enn 26.september varð ein annar maður, føroyingurin Thorvald Gaardlykke, sum hevur løggilding, settur í starv hjá KB El-Teknik, og tá varð eisini hansara løggilding flutt yvir í donsku fyritøkuna. Hetta merkir, at í tríggjar mánaðir arbeiddi fyritøkan uttan føroyska løggilding ? ella við øðrum orðum: í tríggjar mánaðir hevði eingin persónur ábyrgdina av arbeiðunum hjá fyritøkuni í Føroyum.

Ongar viðmerkingar
Sosialurin fekk fyrrapartin fríggjadagin orðið á stjóran í KB El-Teknik, Knud Balle, sum tá varð staddur á skrivstovu síni í danska býnum Ry. Knud Balle hevur ongar viðmerkingar til, hvørt hann nakrantíð er fluttur til Føroya. Hann vil hvørki vátta ella avsanna, at hann yvirfyri føroysku myndugleikunum hevur upplýst, at hann var búsitandi í Føroyum, hetta so at fyritøka hansara sleppur at virka í landinum. Knud Balle hevur annars bústað og adressu í Danmark.
Knud Balle kann hvørki vátta ella vísa aftur, at fyritøka hansara í fleiri mánaðir hevur arbeitt í Føroyum, uttan at løggildingin var í lagi.
- Eg havi ongar viðmerkingar til hasi viðurskiftini, sigur Knud Balle.

Avtalan við P/F Vágatunnilin
Týskvøldið skrivaði Knud Balle undir avtalu við Dávid Reinert Hansen, stjóra í P/F Vágatunnilin. Ein avtala, sum skal tryggja, at el-arbeiðið verður gjørt liðugt, so undirsjóvartunnilin kann lata upp fyri ferðslu 10.desember. Fyri hetta fær KB El-Teknik 1,75 milliónir krónur afturat tí, sum fyritøkan bjóðaði, tá arbeiðið varð boðið út. Aðrastaðni í blaðnum vísir Dávid Reinert Hansen á, at neyðugt var við nýggjari avtalu, tí annað arbeiði í tunnlinum seinkaði el-arbeiðinum, so fólkið hjá KB El-Teknik ikki slapp framat til ásettu tíð.
- Grundarlagið undir okkara tilboði er munandi broytt nú. Vit mugu bæði leggja uppfyri spill-tíðini, tá vit ikki sluppu framat, umframt at vit nú skulu hava fleiri mans í arbeiði fyri at fáa el-arbeiðið liðugt til tann 10.desember, sigur Knud Balle. Hvussu nógvar mans talan er um, vil hann tó ikki siga.
Stjórin í P/F Vágatunnilin førir fram, at upprunaliga kravið frá KB El-Teknik til P/F Vágatunnilin var langt omanfyri tær 1,75 milliónirnar, sum fyritøkan nú hevur fingið afturat. Men Knud Balle ynskir ikki at gera viðmerkingar til upphæddina, og hvørji krøv, fyritøka hansara møguliga hevur sett.
Stjórin í KB El-Teknik sigur, at henda avtala, ið hann hevur gjørt við P/F Vágatunnilin, er bindandi, so leingi fortreytirnar fyri arbeiðinum ikki broytast. Hann sigur, at fyritøkan hevur gjørt eina avtalu um at gera el-arbeiðið liðugt, so tunnilin kann lata upp 10.desember, og tað ætla tey sær at halda.

Føroyar áhugaverdur marknaður
Fyritøkan hjá Knud Balle hevur rættuliga fingið vind í seglini í Føroyum, og sum nevnt hevur hon um hendi stórarbeiði, bæði í Kollafirði, á Landssjúkrahúsinum og í Vágatunnlinum. Bara hesi bæði seinastu eru arbeiði fyri yvir 30 milliónir krónur. Knud Balle sigur, at stinga onnur arbeiði í Føroyum seg upp, sum kunnu tykjast áhugaverd fyri fyritøkuna, so ætla tey sær avgjørt at bjóða uppá arbeiðini. Hann metir ikki, at nógva umtalan av KB El-Teknik hevur skatt fyritøku hansara.
- Eg meti ikki, at umtalan hevur skatt okkum. Vit fylgja øllum lógum og reglugerðum, og vit eru kappingarfør, bæði í prísi og í dygd, sigur Knud Balle, stjóri í KB El-Teknik.