Lærari: Ótolandi arbeiðsumstøður á Glasi

Atfinningarnar móti Glasi bara veksa í vavið. Nú greiður lærari frá, at arbeiðsumstøðurnar eru beinleiðis ótolandi.

Eg veit ikki, hvør hevur verið primus motor fyri at fáa okkum inn í skúlan í august í ár. Men viðkomandi leggur lítið í trygd. 

 

Soleiðis byrjar Tina Kildegaard Jakobsen, lærari á Glasi, eina statusuppdatering á Facebook fyrr í dag. Og við hesum legst hon aftrat langa listanum av fólki, sum í hesum døgum standa spyrjandi yvirfyri tí, sum gongur fyri seg í nýggja skúlanum. 

 

Tí meðan vit dagliga frætta um eykarokningar fyri byggjaríið, sum senda kostnaðin fyri skúlan langt uppum tað, sum hann upprunliga varð hildin at kosta, so frætta vit eisini, at trygdin ikki er í lagi. Landsverk hevur nú latið ein lista gjørt yvir 21 átroðkandi ábøtur, sum pengar mugu játtast til alt fyri eitt, um tað skal verða trygt at virka í skúlanum. Í dag visti Kringvarpið at siga um eina vandamikla hending, har ein bjálki datt 7-8 metrar niður úr loftinum og elvdi til, at leiðslan á Glasi stongdi ítróttarhøllina. Og ivaleyst var tað alt hetta tilsamans, sum fekk nýsetta landsstýrismannin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, at seta eina kanning í gongd av Glasi. 

 

Men meðan alt hetta gongur fyri seg millum stovnar og ráð, so eru tey mong, sum dagliga hava sína gongd á Glasi. Og ein teirra er Tina Kildegaard Jakobsen, sum nú hevur tikið blaðið frá munninum. 

 

- 21 átrokandi ábøtur? Hvussu tramin ber tað til, at allir myndugleikar yppa øksl og siga, at tað skal nokk blíva loyst einaferð, spyr hon og vísir á, at tey eru nógvir næmingar og lærarar, sum longu eru á stðanum. 

 

- Um okkurt hendir í vetrarmyrkrinum, og vit skulu rýma eftir takinum, kann tað so hugsast at tað er óforsvarligt? Har er onki ljós á til rýmingarleiðirnar - sum heldur ikki eru nóg væl upplýstar frammanundan. Men aja, tá ið vit so eru komin niður á jørðina (onkursvegna), so skulu vit ganga eftir lendi, sum hasin listin sigur ikki er til at ganga á í løtuni, skrivar hon á Facebook. 

 

Tina Kildegaard Jakobsen vísir á, at umframt langa listan hjá Landsverki eru fleiri onnur virðuskifti, sum eru til stóran ampa fyri tey á staðnum. 

 

- Og í hesum átrokandi listanum er onki um larmin frá takinum, tá ið tað regnar, onki um, at tað er ikki inniverandi fyri bjørtum ljósi í summum stovum, at tað er kalt á niðastu hædd, at hubbarnir eru ein pedagogisk fadesa, at næmingarnir missa alla konsentratiónina, tá ið ymisk meira og minni maktfull fólk koma at vitja skúlan - typiskt við útlendskum gestum, sum siga 'iiiih' og 'åååååh' og 'nej, hvor er den bare flot!'... Ongir at hesum gestum skulu undirvísa har dagliga, ongin av teimum skal hava ítrótt í einari høll, har man 1) ikki hevur nakað stað til amboðini og 2) má avmarka sítt virksemi, soleiðis at loftið ikki dettur niður. Nú er høllin so stongd - gud havi lov at tað bleiv gjørt, áðrenn onkur small um, skrivar lærarin. 

 

- Nú gloymdi eg at nevna nakað um tey, ið hava verið, eru ella umhugsa at fara í farloyvi ella blíva sjúkrameldaði, tí tað simpelthen er ov strævið fyri nógv at arbeiða undir hesum umstøðunum!
Tað er ikki bara skvaldur, sum skal stappast niður í næmingarnar - tey skulu til próvtøku, tey skulu læra - tað ber ikki serliga væl til undir teimum umstøðum, sum eru nú, sigur Tina Kildegaard Jakobsen.