Barnatalið er aftur farið at veksa

Familjur við børnum hava valt at búgva í Húsavík og á Skarvanesi, og hetta sæst eisini aftur í barnatalinum í Húsavíkar kommunu.

Fara vit nøkur fá ár aftur í tíðina, var barnatalið í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík, Dal, Djúpadal og Skarvanes, rættiliga lítið.

 

Hóast fólkatalið í kommununi er fáment, 118 íbúgvar tilsamans, harav umleið 70 búgva í Húsavík, so er barnatalið kortini á heilt góðari leið.

 

Borgarstjórin, Brynhild Sørensen, vísir á, at Húsavíkar kommuna samstarvar við Sands kommunu um barnaansing og barnaskúla. Tey smáu ganga í barnagarð á Sandi, og skúlabørn í 1. til og við 5. flokki ganga í Sands skúla, áðrenn tey fara í Meginskúlan Inni í Dal og halda fram har, til fólkaskúlin er liðugur.

 

- Vit hava eini 24 børn í barnagarði og fólkaskúla, og í mun til fólkatalið í kommununi er hetta eitt fittligt tal. Tað er ikki langt síðan, at vit bara høvdu ein næming í barnaskúlanum á Sandi; nú hava vit einar sjey.

 

Brynhild Sørensen sigur, at fyri nøkrum árum síðan var næstan einki fólk eftir á Skarvanesi, men nú búgva eini 10-12 fólk tilsamans á Skarvanesi og í Djúpadali.

 

- Tað gleðir okkum eisini í hesum sambandi, at teir hjá Landsverki nú eru farnir at asfaltera vegin til Skarvanesar, tí hesin vegur, sum eisini er smalur, hevur ikki verið fyri sartar sálir, sum hon tekur til.

 

Bæði í Húsavík og Dali eru møguleikar at byggja sær sethús, men tað er í Húsavík, at nøkur hús eru bygd seinnu árini. Hinvegin eru nógv ár síðan, at nakað sethús er bygt í Dali.

 

- Heima á Garði, har eini 5-6 grundstykki framvegis eru tøk at byggja á, eru eini fimm hús komin seinastu árini, og hetta eru ungar familjur við børnum.

 

Borgarstjórin sigur, at ein útstykking er vorðin veruleiki Sunnanfyri Á í Húsavík, sum er tann minni býlingurin í bygdini, og her er vegur eisini gjørdur til økið í ár.

 

- Her fáa vit trý grundstykki, harav tey eini húsini nú standa í gerð. Hini bæði grundstykkini eru ikki seld, og her er lendið ikki ognartikið enn. Fólk hava spurt seg fyri um hesi bæði grundstykkini eisini.

 

Brynhild Sørensen vísir á, at tað eru eini 30 ár síðan, at seinastu sethúsini vórðu bygd Sunnanfyri Á. Í Dali er eisini bygdaplanur, og her ber eisini til at keypa sær grundstykki og byggja, um áhugi er.

 

- Vit hava nóg mikið av grundstykkjum at vísa á í løtuni, og tí skulu fólk, sum kundu hugsað sær at sett búgv her hjá okkum, ikki halda seg aftur.

 

Borgarstjórin ásannar, at eingin bygdaplanur er gjørdur fyri Skarvanes enn.

 

- Vit verða ofta spurd um møguleikan at byggja summarhús í kommununi, men sum er hava vit eingi grundstykki í bygdaplaninum til summarhús, og kommunan hevur ikki tikið støðu til tann spurningin, leggur Brynhild Sørensen aftrat.