Framstig í Vágum

Í mun til undanfarnar bjargingarroyndir vísti bjargingarroyndin Ytra, sum hildin varð í Vágum fríggjadagin týðuligar batar, hóast nógv enn er at bøta


 

Bjargingarroynd



Sjúkraliðið, sum stovnað er í samband við útbúgvingarætlanina, arbeiddi rættiliga professionelt. Men samskiftið millum ymsu partarnar í venjingini var als ikki nóg gott, staðfesta fleiri teirra, sum vóru við í bjargingarroyndini Ytra á flogvøllinum í Vágum fríggjadagin.

Venjingin vísti, at tað gekk sera illa at fáa læknar úr Havn vestur á flogvøllin, eins og tað gekk long tíð, til fyrstu sjúkrabilarnir úr Havn komu vestur.

Sjúkrabilarnir í Vágum vóru báðir av oynni í sjúkraørindum. Slíkt, sum eisini kann koma fyri, um ein verulig vanlukka hendir. So í so máta var venjingin rættiliga realistisk.


Samskiftið

Klokkan var umleið hálvgum trý seinnapartin, tá lúðrarnir fóru í gongd, tí eitt flogfar var farið út av vøllinum. Talan skuldi vera um flogfarið, sum kom úr Íslandi, ið hevði havt trupulleikar við øðrum motorinum, har eldur var í. Hesa fráboðan hevði flogvøllurin fingið, meðan flogfarið var yvir Tindhólmi, og sløkkiliðið á flogvøllinum var tí klárt og eisini beinanveg á staðnum.

Men verri gekst við hinum báðum sløkkiliðunum í oynni. Ikki fyrr enn trý korter eftir, at alarmurin var farin í gongd, fingu tey boðini. Og tað varð eisini funnist at í eftirmetingini beint eftir royndina, at soleiðis var.

Ikki var skilið nógv betri hjá læknanum. Marjus Dam, kommunulækni í Vágum, var rímiliga skjótur á staðnum og fór runt millum tey skaddu at gera støðuna upp.

Stutt eftir vóru eisini nógv fólk frá sjúkraliðnum komin. Millum onnur báðir tannlæknarnir í Vágum og nógvar sjúkrasystrar vóru í liðnum. Tey syrgdu fyri at savna tey skaddu á einum stað, sum gjørdi tað lættari hjá einsamalla læknanum at arbeiða.

Hann bað um at fáa læknar úr Havn vestur við fyrstu tyrluni, sum fór suður við skaddum ferðafólki. Men tey boðini tóktust ikki vera komin fram. Hin kommunulæknin í Vágum hevði vakt og var upptikin av neyðsynjarflutningi av oynni, sum sjálvandi eisini skal raðfestast, hóast eina stóra vanlukku.

Á tiðindafundi eftir venjingina segði læknastjórin á Landssjúrkahúsinum, Anne Grethe Mikkelsen, at boðini frá Marjusi Dam vóru komin til Havnar, men ikki farin víðari til rætta viðkomandi. Misskiljingin hevði við sær, at læknarnir úr Havn fóru vestur við bili heldur enn tyrlu og vóru ikki komnir fram, tá venjingin var avlýst tveir tímar eftir, at hon byrjaði.

Á leið sama lagið var við tyrluni. Rættiliga long tíð gekk frá tí vanlukkan hendi, til fyrsta tyrlan kom á staðið at flyta fólk burtur. Tað var undrunarvert, og eisini varð spurt um hví so var. Ein av manningi svaraði beinleiðis:

»Vit hava ikki fingið boðini fyrr enn nú«.


Sjúkraliðið

Eyðsýnt var, at sjúkraliðið hevði fingið undirvísing í, hvat tey skuldu gera. Og fyri ein uttan fyri standandi sá tað út til, at tað gjørdu tey so. Tey tóku sær av teimum skaddu. Fingu tey savnað á eitt sonevnt bíðipláss, har tey síðan vórðu viðgjørd og slúsað út aftur til víðari flutning. Tey ringast skaddu við tyrlu, og onnur við bilum.

Tað, ein serliga legði merki til, var, at hesi fólkini ikki gingu og mólu ymsastaðni. Eyðsýnt var, at tey høvdu fingið fastar uppgávur at røkja, og tær hildu tey seg til. Gjørdu tað teirra var, og vóru verðandi har, tey vóru sett.

Av tí, at sjúkrabilarnir í Vágum manglaðu, møtti Bjargingarfelagið upp við øðrum bilum, sum kundu brúkast. Vøruvongum og slíkum.

Men tað var heldur ikki uttan trupulleikar, skiltist á einum av sjúkrabilførarunum. Sum skiltist, fingu teir heldur ikki boð, fyrr enn rættiliga langt eftir, at venjingin var farin í gongd. So seint, at teir longu høvdu frætt í Útvarpinum, at venjingin var byrjað, áðren ringt var til teirra. Aftur eitt av støðunum, har alarmcentralurin ikki virkaði.


Ikki skadd ferðafólk

Hóast sjúkraíðið tók sær væl av teimum særdu, tóktist verri standa til hjá teimum ferðafókunum, sum ikki høvdu fingið kropsligan skaða. Tey vórðu savnað í ein buss, har ein løgreglumaður eisini var staddur.

Men hvussu hann kláraði at hjálpa teimum við teimum sálarligu meinum, tey uttan iva hava fingið av eini so ógvusligari hending, bar ikki til at fáa uppspurt.

Blaðmaðurin roydi at fáa eyga á onkran í bussinum, sum kundi tosa við hesi fólkini. Ein sálarfrøðing, ein prest ella onkran, sum dugdi eitt sindur av sálarligari fyrstuhjálp. Viðkomandi var ikki at finna. Leggjast skal tó afturat, at tað kann vera, at løgreglumaðurin dugir sálarliga fyrstuhjálp. Men framvegis varð ikki hildið, at hesin parturin av viðgerðini var nøktandi.

Í eini slíkar støðu - venjing ella veruleiki - eiga ábyrgdarpersónarnir at rokna við, at pressan er við. Og helst rímiliga ágangandi eisini. Men her var eingin, sum pressan kundi venda sær beinleiðis til uttan »innsatsleiðararnir« hjá ávikavist løgregluni og sløkkiliðnum á flogvøllinum. Men teir vóru ikki serliga hugaðir at koma við upplýsingum um støðuna.

Havast má í huga, at tað eru nógv fólk, sum eiga onkran avvarðandi í einum flogfari, sum kemur soleiðis fyri, sum hendan venjingin vísti, og tey sita við lurtitól ella internetskíggjan og fylgja við.