á Selatrað, og Emilia Petersen, fødd Samuelsen (1883-1952), ættað úr Streymnesi. Carl var motorpassari og hegnismaður, traðarmaður og kønur grótmaður. Carl laðaði garðar og grundir, hús og brúgvar víða [...] Canada og USA hevur hon ferðast víða hvar sum turistur. Onkran túr var hon eisini úti og sigldi saman við manninum. Tey síðstu o.u. 10 árini hevur Mathilda aftur búð fast heima á Selatrað, og síðani september [...] (1927-1994). Nú eru bara Mia og Mathilda eftir á lívi. Mia er á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík; og Mathilda er á sambýlinum Vesturskini á Toftum. 6. mars 1940 giftist Mathilda við Max Cecil Weihe (1913-1986)
framvið í einum álopið, og staddur nakað uttan fyri brotsteigin smekkaði hann til. Flata og harða skotið tók í stólparótina uttan nakarn møguleika hjá málverjanum, og so var 1-0. Stutt eftir økti vandamesti [...] fylgdu við ferðini, og spakuliga byrjaðu klaksvíkingarnir at ota seg inn í dystin. Ikki minst dúvaðu teir nógv upp á teir báðar, Erling Fles og Olgar Danielsen í álopspartinum, og ein nýggj vón varð tendrað [...] deildini, og nú triðingurin av kappingini er lokin, eru teir loksins komnir upp á ovastu rók. Onkur var kanska farin at ivast, tá vágamenn fyrst taptu fullkomuliga óvæntað fyri HB í Havn, og síðani spældu
hana koma við sær til Havnar eftir konu hansara og teirra nýfødda barnið. Á veg til Havnar steðgaði hann á og gjørdi seg inn á hana. Slíkt fór fram í 10 ár, og hon tordi einki at siga av ótta fyri, at familjan [...] frá, tí hon var so góð við mostrina og tey, og hon sat mangan barnagenta hjá teimum. Tann misbrúkta gentan hevur áður greitt frá, at hon varð heilavaskað av manninum og fataði tí ikki, at tað, hann gjørdi [...] ákæruvaldið helt dómin vera ov linan og kærdi til landsrættin. Landsrætturin staðfesti dómin. Ágangurin móti gentuni byrjaði longu, tá ið hon var níggju ára gomul, og ágangurin helt fram í fleiri ár. Eina
lokalum kreftum er vert at nevna tann symbolska og rættiliga øðrvísi málningin ?Krossfesting? hjá Eyðuni Klakkstein, fótbóltsleikara og blaðmanni og hugnaligu og heimligu myndina ?Klaksvík? hjá Jákupi Mikklesen [...] uppboðssølu. Undirtøkan var beinanvegin sera góð, og tá avtornaði høvdu ikki færri enn í alt 56 politikarar, kend listafólk og onnur roynt seg við pensli og máling. Góðar lokalar kreftir Longu fyrst í vikuni [...] auktionariaus í stúgvandi fullu caféini. Við hepnari hond og hamara leiddi hann nógvu boðini, sum komu úr øllum krókum, á mál. Boðini komu skjótt og títt, og tað ráddi um ikki at vera ov seinur á sjóvarfallinum
hjartaliga vælkomin í Cafeteria í Ítróttarhøllini á Nabb millum kl. 10 og 14. 65 ára føðingardagur Mánadagin 30. mars verða tvíburarnir Bjarni og Páll Skorastein, Leirvík 65 ár. Føðingardagurin verður hildin [...] Gen-miljø interaktion: PCB- og kviksølv eksponering, P450 enzymer og Parkinsons sygdom på Færøerne. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl kl. 13 giftast í Ebenezer Marita Jøkladal og Ásbjørn Viderø Gunnarsson. [...] Leygardagin 4. apríl giftast Rúna Poulsen og Guttormur í Skála. Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 14. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl giftast Miriam Nolsøe Johannesen og Anton Sigmarsson, Hoyvík. Vígslan verður
landinum. Summir fóru at útbúgva seg, summir fluttu og fingu sama slag av arbeiði, sum teir høvdu havt, og uppaftur aðrir fóru at arbeiða uttanlands og varðveittu bústaðin í Føroyum. Skuggarnir Kári Johannesen [...] umleið tvey hundrað maskinsmiðir og lærlingar í oynni, og tað svarar til umleið tvey prosent av samlaða fólkatalinum í Eysturoy. Í hinum oyggjunum er talið upp á seg lægri, og eg rokni við, at miðaltalið fyri [...] Jóannes Hansen Tað eru ov fáir maskinsmiðir í Føroyum, sum eru í tríati árunum, og tað kastar skuggar á vinnuna nú, og fer ivaleyst at gera tað í fleiri ár fram í tíðina. Ein handverkari, sum er í tríati
Gisli Sveinbjørnsson fór ígjøgnum verjuna hjá ÍF og hesuferð eydnaðist at fáa bóltin framvið málverjanum og í mál. Fyrri hálvleikur endaði við 1-0 til VB, og tað var fult uppiborið. Einvegis ferðsla Seinni [...] bóltur bleiv spældur innfyri úr høgru síðu, og har var Heini Heinason síðstur á bóltinum og setti hann í mál. Fuglfirðinar vóru reiðiliga omaná leikliga, og spurningurin var bara um VB megnaði at halda [...] spenningur í Fuglafirði. Tapandi liðið vildi verið illa fyri, og tí var umráðandi at fáa ein sigur í hús. Deildin hevur at kallað alt ár verið sera jøvn, og eftir dystirnar leygardagin, er spenningurin bara blivin
kommunur saman. Mikkjal Sørensen er varmaður hjá Javnaðarflokkinum og umboðar ofta flokkin á tingi og hann tekur heldur ikki undir við ætlanini og sostatt eru tað heilir fimm tinglimir í sjálvari samgonguni, [...] fólkaatkvøðum og borgarafundum, har landsstýrið greiddi frá. Men nú er alt tað slept og tað hóvar als ikki formanni Sambandsfloksins á tingi. Alfred Olsen átalar eisini, at eitt so stórt og umfatandi mál [...] floksins á tingi. Og hann staðfestir, at ætlanin, sum nú er løgd fram, hevur ikki verið til politiska viðgerð í flokkunum. - Sum flokkur hevur Sambandsflokkurin als ikki sæð uppskotið og tí kunnu vit ikki
í bestu deildina, og sum so er vónin fyri hesum als ikki brostin. Um eina viku ella tvær er støðan tó kanska ein heilt onnur, og tvørámenn munnu eisini vera fult vitandi um hetta, og fara teir tí helst [...] varð maður rikin av vølli, og eftir hetta mátti TB so stríðast móti yvirmaktini seinastu 70 minuttirnar. Sást ikki aftur Munurin í manntalinum sást tó ikki aftur á spælinum, og yvirhøvur var talan um ein [...] at kreftirnar fóru at ganga undan hjá heimaliðnum, sum dysturin leið, men so var kortini ikki, og tá einir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Dan Mortensen javnvág í vágskálina, eftir at hann
fólkinum umboðað í málsviðgerðini og at koma við góðum grundgevingum, fyri ella ímóti eini avgerð. Veruleikin er, at á Føroya Løgtingi er kvinnuumboðanin undir 10%, og er hon sostatt tann slakasta kvin [...] samd um, at maður og kvinna frá natúruni eru ymisk og hava ymsar lívsroyndir. Tí hevur tað stóran týdning at hava bæði kynini við, tá ið avgerðir skulu takast. Politikkur snýr seg í roynd og veru bert um at [...] arbeiði og at øll vitan, ið samfelagi ræður yvir, verður gagnnýtt. Hetta er ikki veruleikin so longi sum helvtin av vitanini og royndunum ikki vera tikin við, tá ið avgerðir, um eitt nú, hvønn veg og hvussu