Eitt ár fyri siðamisbrot

Eystari landsrættur staðfesti fríggjadagin dómin yvir ein 50 ára gamlan mann, sum gjøgnum fleiri ár hevði gjørt seg kynsliga inn á eina gentu í familjuni. Eitt ár í fongsul

Tað var týðiligt, at nógv stóð á 50 ára gamla eysturoyinginum, sum var fyri í Eystara landsrætti fríggjadagin, ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á eina gentu í familjuni.
Føroya rættur dømdi hann í summar eitt ára fongsulsrevsing, men ákæruvaldið helt dómin vera ov linan og kærdi til landsrættin.
Landsrætturin staðfesti dómin.
Ágangurin móti gentuni byrjaði longu, tá ið hon var níggju ára gomul, og ágangurin helt fram í fleiri ár.
Eina ferð hevði ein onnur genta sagt heilsusystrini frá, at hesin maðurin hevði verið ónærisligur móti henni, og hon hevði eisini sagt, at hann vist eisini hevði gjørt tað sama móti tí nú 26 ára gomlu gentuni, sum meldaði mannin.
Politiið fekk hetta at vita, kallaði gentuna til samtalu, men hon noktaði.

Knýtt at teimum
Maðurin, sum gjørdi seg inn á gentuna, var giftur við mostir hennara, og hon vildi einki siga fyri ikki at skapa ófrið í familjuni.
Gentan hevur sagt, at hon møtti meira kærleika hjá manninum og mostrini enn hjá foreldrunum. Tí kom hon so nógv til teirra.
Hon var bara níggju ára gomul, tá ið hann ein dag bað hana koma við sær til Havnar eftir konu hansara og teirra nýfødda barnið.
Á veg til Havnar steðgaði hann á og gjørdi seg inn á hana.
Slíkt fór fram í 10 ár, og hon tordi einki at siga av ótta fyri, at familjan skuldi smildrast.
Ikki fyrr enn hon sjálv fekk eitt barn, og barnið skuldi fara í dagrøkt, mælti onkur henni frá at lata barnið í dagrøkt hjá tí familjuni, tí maðurin var kendur misbrúkari.
Tá rann alt fram fyri hana, og hon meldaði mannin.

Kendis eg aftur
Hon fann ikki rættiliga útav, hvussu skeivt tað var, sum hann hevði gjørt ímóti henni, fyrr enn hon ein las ein grein um siðamisbrot. Hetta var væl fyri, at hon meldaði mannin.
Tað var ein væl orðað men ólukkulig kvinna, sum fríggjadagin vitnaði móti manninum. Hon gjørdi, tað hon kundi, at sleppa frá at sígggja hann í eyguni.
Rætturin setti forboð fyri at endurgeva frágreiðingina hjá gentuni.
Sambært ákæranum var torført hjá gengtuni at melda frá, tí hon var so góð við mostrina og tey, og hon sat mangan barnagenta hjá teimum.
Tann misbrúkta gentan hevur áður greitt frá, at hon varð heilavaskað av manninum og fataði tí ikki, at tað, hann gjørdi við hana var skeivt.
Maðurin viðgekk nakrar av ákærunum, men hann noktaði fyri at hava fullført samlegu við gentuna.

Avmáld tíð
Hann visti væl, at hann gjørdi nakað skeivt og visti, at ein dag fekk hetta ein enda. Seinastu tíðina hevði hann ansað væl eftir ikki at útseta seg fyri at vera einsamallur í stovu saman við kvinnuni.
Tað kom fram, at kona mannin hevur fyrigivið. Tey eru flutt til Danmarkar, tí konan er farin í útbúgving. Hann segði seg ikki hava føran fyri at arbeitt, síðan hetta revsimálið kom fram í ljósið.