Gravgangur eftir málningum

Leygarkvøldið skipaði KÍ fyri sera væleydnaðari uppboðssølu av málningum í Café- KÍ. Eftir minni enn tveimum tímum vóru allir málningarnir seldir fyri til samans góðar 150.000 kr

Klaksvík:
Sum ein heldur øðrvísi og ikki sørt spennandi máta at skaffa felagnum eitt sindur av peningi, heitti KÍ herfyri á ymisk fólk um at mála ein málning, sum síðani skuldi seljast á stórari uppboðssølu. Undirtøkan var beinanvegin sera góð, og tá avtornaði høvdu ikki færri enn í alt 56 politikarar, kend listafólk og onnur roynt seg við pensli og máling.
Góðar lokalar kreftir
Longu fyrst í vikuni byrjaðu fyrstu málningarnir at koma inn, og skjótt var Norðlýsið á staðnum og tók myndir. Hesar vóru síðani lagdar á heimasíðuna hjá blaðnum, har fólk so kundu byrja at bjóða umvegis teldupost. Heilt fitt av málningum fingu skjótt onkur boð, men endaliga uppboðssølan var ikki fyrr enn leygarkvøldið, tá fólk so eisini høvdu høvi at síggja sjálvar málningarnar.
Tað var ein sera væl upplagdur Karl Birgir Isaksen, sum hevði leiklutin sum auktionariaus í stúgvandi fullu caféini. Við hepnari hond og hamara leiddi hann nógvu boðini, sum komu úr øllum krókum, á mál. Boðini komu skjótt og títt, og tað ráddi um ikki at vera ov seinur á sjóvarfallinum, um tú vildi tryggjað tær tín yndis málning.
Millum best umtóktu málningarnar vóru uttan iva teir hjá lokalu politikarnum. Hýrurin á fólki var góður og fleiri nýttu høvið at koma við onkrari viðmerking saman við boðnum. So tá málningurin hjá fiskimálaráðharranum skuldi undir hamaran, vildi onkur fegin vita, um fiskiloyvi fylgdi við. Við ella uttan fiskiloyvi so fór málningurin ?Trolaradekk? hjá Bjørn Kalsø fyri ikki minni enn 7000 kr. Eisini Anfinn Kallsberg var við millum tungu dreingirnir, tí vakra landslagsmyndin hjá honum av Viðareiði náddi uppá heilar 6000 kr.
Av øðrum góðum lokalum kreftum er vert at nevna tann symbolska og rættiliga øðrvísi málningin ?Krossfesting? hjá Eyðuni Klakkstein, fótbóltsleikara og blaðmanni og hugnaligu og heimligu myndina ?Klaksvík? hjá Jákupi Mikklesen, landsliðsmálverja.
Teir kendu við
Avbygdapolitikarar sluppu eisini uppí í part. ?Kongavitjanin í Depli? hjá Tobba? lá eisini millum høgu boðini, meðan tað kanska gekk eitt sindur trekari hjá Heðini Mortensen. Kanska var tað tí myndin var av Havnini, ella tí onkur vildi tryggja sær, at ein undirskrift nú eisini var á og at málingin var rættiliga tornað.
Sum heild høvdu politikarnir valt at halda seg til veruleikan og tann naturalistika stílin, uttan John Johannesen, sum hevið valt royna seg við rámligum og abstraktum strokum í málninginum ?Hugflog?.
Eisini fleiri av okkara meir royndu listafólkum vóru við hesuferð. Boðini á málingarnar hjá Øssuri Mohr, Mariu Mørkøre, Archibald Black, Sámal Toftenes, og Pól Skarðenni náddu øll sera skjótt upp móti 10.000 kr, og tað var rættiliga týðiligt, at fleiri av áskoðarnum av álvara høvdu sett sær fyri at nýta høvið at ogna sær ein av teimum kendu.
Frá KÍ frætta vit, at tey vóru sera væl nøgd við tiltakið, bæði við góða hugin at mála, men ikki minst tí fólk møttu so fjølment og í heila tiki sýndu tiltakinum so stóran áhuga. At stemningurin í Café-KÍ hetta kvøldið var so serstakliga góður og hugnaligur fekk fyrireikarnar als ikki at ivast í, at hetta skal roynast aftur.