ÍF og VB áttu hvør sín hálvleik

Vágbingar kunnu bert takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu eitt betri úrslit í Fuglafirði leygardagin. Í fyrra hálvleiki hevði VB eitt hav av opnum møguleikum, sum burdi viðført eina størri hálvleiksleiðslu. ÍF vaknaði í seinni hálvleiki, sum gjørdist eitt langt álop á VB-málið

2. deild

Sum alla aðrastaðni har dystir í 2. deild vóru spældir, var stórur spenningur í Fuglafirði. Tapandi liðið vildi verið illa fyri, og tí var umráðandi at fáa ein sigur í hús. Deildin hevur at kallað alt ár verið sera jøvn, og eftir dystirnar leygardagin, er spenningurin bara blivin størri.

Upplagdir møguleikar
Dysturin millum ÍF og VB gjørdist ein dystur har liðini áttu hvør sín hálvleik. Tó var ÍF leikliga við yvirlutan samanumtikið, men málmøguleikar hevði VB minst líka nógvar sum ÍF - um ikki fleiri.
ÍF byrjaði heldur varliga, og tí fekk VB heldur óvæntað nógv pláss á spæla á. ÍF hevði lítið at bjóða uppá fyrstu løtuna av dystinum, og bert hendinga møguleikar komu burturúr.
VB royndi seg við longum sendingum fram til Birgir Jørgensen, og hetta vísti seg at verða eitt einkult men vandamikið vápn. Tí vágbingar komu fram til nógvar heilt stórar møguleikar, og at tað tóktist lætt at koma ígjøgnum verjuna hjá ÍF í fyrra hálvleiki. Men vágbingar vóru ikki avgjørdir nokk, og tí fingu teir ikki skorað upp á upplagdu møguleikarnar.
Sum fyrri hálvleikur leið kom ÍF meira við, og leikliga vóru teir omaná móti endanum.
Men so fekk VB enn ein møguleika. Gisli Sveinbjørnsson fór ígjøgnum verjuna hjá ÍF og hesuferð eydnaðist at fáa bóltin framvið málverjanum og í mál. Fyrri hálvleikur endaði við 1-0 til VB, og tað var fult uppiborið.

Einvegis ferðsla
Seinni hálvleikur var eitt stórt trýst á VB-málið. ÍF setti ferðina upp og samstundis fekk VB als ikki spælið at hanga saman. Men hóast trýstið frá ÍF, so bleiv tað til skotroyndir útifrá sum flestu fóru við síðuna av.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki bleiv Heini Heinason skiftur inn, og tað skuldi vísa seg at verða ein skilagóð innskifting.Ferð eftir ferð slapp hann ígjøgnum í vinstru síðu, og innleggini frá honum vóru eisini vandamikil. Tá eitt korter var eftir at spæla, kom tað fyri ÍF forloysandi málið til 1-1. Ein bóltur bleiv spældur innfyri úr høgru síðu, og har var Heini Heinason síðstur á bóltinum og setti hann í mál.
Fuglfirðinar vóru reiðiliga omaná leikliga, og spurningurin var bara um VB megnaði at halda javnleikinum tað sum eftir var.Tí spælið hjá vágbingum í seinna hálvleiki minti lítið um fótbólt.
Tríggjar minuttir fyri tíð, fekk ÍF fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá VB. Høgni Zachariasen setti við einum frálíkum skoti bóltin beinleiðis í mál. Og tað skuldi ganga enn verri hjá VB, tí ÍF fekk eitt mál aftrat í seinasta minutti, og aftur var tað Heini Heinason sum fekk bóltin inn um málstrikuna.
ÍF vann sostatt ein týdningarmiklan sigur uppá ein góðan seinna hálvleik. Vágbingar kunnu hinvegin iðra seg um,at teir ikki kendu sína vitjunartíð tá møguleikarnar vóru har.

Dysturin í tølum:
ÍF-VB 3-1(0-1)
0-1: Gisli Sveinbjørnsson
1-1: Heini Heinason
2-1: Høgni Zachariasen
3-1: Heini Heinason