Ójavnt stríð

2. deild: Hóast LÍF vóru í yvirtali í 70 minuttir, so var tað um reppið, at TB megnaði at fáa stig burturúr heimadystinum

TB-LÍF 2-3 (0-1)


Vónirnar hjá TB um at endurvinna oddasessin fingu eitt rættuligt skot fyri bógvin longu tíðliga í fyrra hálvleiki í dystinum móti LÍF.

Tað vóru ikki spældir meira enn einir 20 minuttir, so varð maður rikin av vølli, og eftir hetta mátti TB so stríðast móti yvirmaktini seinastu 70 minuttirnar.


Sást ikki aftur

Munurin í manntalinum sást tó ikki aftur á spælinum, og yvirhøvur var talan um ein rættuliga javnan dyst.

Bert eitt mál kom í fyrra hálvleiki, og hetta fekk LÍF tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin. Eitt hornaspark fekk loyvi at dala niður til Petur Sjúrðarberg, sum staddur heilt inni við málið fekk skumpað bóltin seinasta teinin í málið.

TB hevði eisini nakrar vandamiklar royndir, og einar tvær ferðir var nær við at Óli Johannensen kundi seta bóltin í netið, men báðu ferðirnar fekk Trygvi Olsen vart fyri atsóknunum.


Orkaðu væl

Ein skuldi kanska hildið, at kreftirnar fóru at ganga undan hjá heimaliðnum, sum dysturin leið, men so var kortini ikki, og tá einir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Dan Mortensen javnvág í vágskálina, eftir at hann var farin einsamallur gjøgnum LÍF verjuna.

Støðan helt sær til einir 20 minuttir vóru eftir. Tá megnaði LÍF innan tríggjar minuttir at skjóta tvey mál. Í báðum førum var tað Kristian í Vágil, sum hevði seinasta orðið at siga. Fyrru ferðina eftir horna, og seinnu ferðina eftir kontra, tá tvørámenn spentu bogan høgt í royndunum at javna.

Tveir minuttir eftir seinna leirvíksmálið eydnaðist tó heimaliðnum at minka um munin, tá Óli Johannesen setti brotsspark í netið.

Tvørámenn royndu framhaldandi at fáa leirvíkingar aftur, og seinasta korterið var at kalla talan um einvegis ferðslu.

Hans Mourits Foldbo, sum venur leirvíkingar, helt eisini, at hansara menn lógu í so aftarliga seinastu løtuna, og hetta gjørdi tað gjørligt hjá heimaliðnum at leggja stórt trýst á.

Mál komu tó eingi afturat, og sostatt gjørdust leirvíkingar teir fyrstu, sum fingu trý stig við sær av Tvøroyri.


Mistu sambandið

Fyri TB merkti ósigurin, at teir fyri fyrst mistu sambandið við oddin. Tað er eingin loyna, at suðuroyingarnir hava ætlanir um at koma upp aftur í bestu deildina, og sum so er vónin fyri hesum als ikki brostin.

Um eina viku ella tvær er støðan tó kanska ein heilt onnur, og tvørámenn munnu eisini vera fult vitandi um hetta, og fara teir tí helst at leggja nógv fyri komandi dystirnar.

Leirvíkingar hava nú eftir eina heldur laka byrjan strítt seg upp eftir stigatalvuni, og hóast fleiri av leikarunum eru ungir og óroyndir, so sær framtíðin kanska ikki so galin út.

Kunnu teir vísa størri støðufesti í spæli sínum, er í øllum førum ikki óhugsandi, at teir aftur í ár verða millum liðini, sum skulu hava heiðursmerki, tá avtornar, og so verður spurningurin, hvussu hesi síggja út.


TB-LÍF 2-3 (0-1)

0-1: Petur Sjúrðarberg

1-1: Dan Mortensen

1-2: Kristian í Vági

1-3: Kristian í Vági

2-3: Óli Johannesen (br.)