Burn: Sannførandi FM-sigur til H71

Greipuvinnararnir vunnu FM-finaluuppgerðina móti Kyndli 3-0

H71 er FM-vinnari í Burn mansdeildini, umframt at vera steypavinnari í júst lokna kappingarári.

 

H71 hevði tungt hoyggj við Kyndli í fyrstu FM-finaluni, ið teir vunnu við minsta marginali. Men í aðru og triðu FM-finaluni var eingin ivi, har H71 var greitt omaná.

 

Í kvøld vann H71 stórsigur 42-34 á Kyndli í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var støðan 22-16 til H71. Onkrar løtur í seinna hálvleiki vóru 10 mál á muni.

 

Talan er um fjórða FM-gullið hjá H71 farnu fimm kappingarárini. Í fjør tapti H71 2-3 fyri Kyndli í FM-finalunum. 

 

Ótrúliga evnaríku talentini hjá H71, Jákup Egholm og Boas Ellefsen á Skipagøtu vóru við níggju málum hvør toppskjúttar hjá H71. William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli, somuleiðis við níggju málum.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá 3. FM-finaluni í Burn mansdeildini:

 

##med2##