Tað er trot á handverkarum í bestu árum

Kreppan fyrrapartin í níti árunum hevði við sær, at nógvir handverkarar fóru úr vinnuni, og at næstan eingir unglingar fingu lærusáttmála

Jóannes Hansen


Tað eru ov fáir maskinsmiðir í Føroyum, sum eru í tríati árunum, og tað kastar skuggar á vinnuna nú, og fer ivaleyst at gera tað í fleiri ár fram í tíðina.

Ein handverkari, sum er í tríati árunum verður ofta mettur at vera komin á tindin í sínum yrki. Hann hevur lærdómin og royndirnar, sum gera, at hann er førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, hann er væl førur fyri at tilogna sær tað nýggja, sum kemur undan kavi í fakinum, og hann er á tindinum, hvat likamsevnum viðvíkur.

Men sambært Kára Johannesen í Fuglafirði, sum eigur Hydro?Tech á Eiði og KJ?Hydraulik á Kambsdali, so eru fáir maskinsmiðir í hesum aldrinum.

Á teimum báðu omanfyri nevndu virkjunum eru 72 fólk í starvi. 56 av teimum eru handverkarar og handverkslærlingar. Níggju eru yngri enn tjúgu ár, fýra og tredivu eru í tjúgunum, trettan eru í fjøritunum, fýra eru í fimti árunum, og tríggir eru omanfyri seksti ára gamlir.

Í tredivunum eru bara níggju.

? Hetta er ikki tað aldursbýtið, sum var vanligt ímillum handverkarar fram til síðst í áttati árunum. Eg var liðugur at læra í 1968. Tá og í langa tíð eftir tað var tað vanligt, at nógvir handverkarar vóru í bestu árum, sigur Kári Johannesen, sum dugir væl at síggja orsøkina til, at smiðirnir í tríati árunum eru so fáir:

? Kreppan fyrrapartin av níti árunum er høvuðsorsøkin til, at tað stendur soleiðis til. Arbeiðsloysið hevði við sær, at nógvir ungir handverkarar fóru av landinum. Summir fóru at útbúgva seg, summir fluttu og fingu sama slag av arbeiði, sum teir høvdu havt, og uppaftur aðrir fóru at arbeiða uttanlands og varðveittu bústaðin í Føroyum.


Skuggarnir

Kári Johannesen heldur, at tað fer at síggjast aftur í fleiri ár, at tað er ein aldudalur, har handverkararnir hava verið roknaðir at vera komnir í besta aldur:

? Eitt er, at fyritøkurnar sakna, at hesin aldursbólkurin ikki er so stórur í arbeiðsmegini, sum hann hevur verið. Eitt annað er, at lærlingarnir sakna hesar sveinarnar at læra av. Í báðum førum er talan um óhepnar avleiðingar, sum tað fer at taka rúma tíð at sleppa av við.


Flest í Eysturoy

Kári Johannesen hevur sjálvsagt serligan áhuga fyri maskinsmíð fakinum. Í Eysturoy hava maskinverkstaðirnir altíð verið nógvir, og tískil hevur talið á maskinsmiðjum sammett við aðra staðni verið høgt í oynni. Sum omanfyri nevnt, so eru í teimum báðu fyritøkunum hjá Kára Johannesen 56 í maskinsmíð fakinum.

? Samlaða talið í oynni hevur verið hægri, enn tað er nú, men tað er framvegis hægsta talið í landinum. Tað eru umleið tvey hundrað maskinsmiðir og lærlingar í oynni, og tað svarar til umleið tvey prosent av samlaða fólkatalinum í Eysturoy. Í hinum oyggjunum er talið upp á seg lægri, og eg rokni við, at miðaltalið fyri alt landið liggur onkra staðni ímillum 1,0 og 1,5 prosent. Tá vit hugsa um avbjóðingarnar, sum standa fyri framman í einari møguligari oljuvinnu, so er talið ikki nóg høgt, heldur Kári Johannesen.