Meirilutin mælir frá at hækka ferðastuðulin

Fimm av sjey limum í Fíggjarnevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um at hækka ferðastuðulin við fimm krónum um dagin.

Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um eina tíðaravmarkaða hækking av ferðastuðlinum.

 

Tað sæst í álitinum, sum nevndin hevur latið Løgtinginum.

 

Endamálið við uppskotinum er, at øll, sum í dag fáa ferðastuðul, skulu fáa fimm krónur meira um dagin. Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Høgni Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir, Eirikur í Jákupsstovu og Sámal Petur í Grund løgdu uppskotið fram 3. august.

 

Fíggjarnevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin, sum telur Helga Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Bill Justinussen, Bjarna Hammer og Eyðgunn Samuelsen, vísir á, at uppskotið upprunaliga var ætlað sum eitt alternativ til tíðaravmarkaðu mvg-frítøkuna av bensini og diesel.

 

Uppskotið um hægri ferðastuðul skuldi saman við einum uppskoti um hægri orkuískoyti kosta landskassanum 8,8 milliónir krónur. Mvg-frítøkan varð mett at kosta 20 milliónir krónur.

 

Men uppskotið hjá landsstýrinum varð samtykt, og peningurin er brúktur. Ein hækking av ferðastuðlinum er tí nú ein nýggj útreiðsla, sum kemur afturat teimum 20 milliónunum, staðfestir meirilutin.

 

Heldur ikki stuðulin raka rætt

 

Meirilutin heldur heldur ikki, at hækkaði ferðastuðulin rakar nóg neyvt.

 

Stuðulin verður latin uttan mun til, um fólk koyra við bensinbili, dieselbili ella elbili – ella nýta Bygdaleiðir. Tí kunnu fólk, sum ikki hava fingið størri útreiðslur av hægri oljuprísum, eisini fáa hækkaðan stuðul.

 

– Ein, sum koyrir 29 kilometrar um dagin við bensinbili, fær einki, meðan ein, sum koyrir 30 kilometrar í elbili, fær fimm krónur eyka um dagin, skrivar meirilutin.

 

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur upplýst fyri nevndini, at landsstýrið fylgir gongdini í oljuprísunum.

 

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum er frá juni og vísir ein prísvøkstur á 2,4 prosent seinasta árið. Ein nýggj uppgerð kemur í september.

 

Meirilutin heldur, at landsstýrið skal fylgja gongdini og meta um, nær hjálparátøk eru neyðug. Men tað ber ikki til at gera hjálparpakkar hvørja ferð oljuprísirnir hækka, heldur meirilutin.

 

Sirið Stenberg tekur undir við uppskotinum

 

Sirið Stenberg er einasti limurin í Fíggjarnevndini, sum mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Hon vísir á, at mvg-frítøkan nú er farin úr gildi, og at bensin og diesel eru dýrari enn tá, skipanin varð sett í verk.

 

Tá kostaði ein litur av bensini 13,33 krónur. Nú kostar hann 14,56 krónur.

 

Sambært Sirið Stenberg raka høgu bensinprísirnir serliga tey, sum koyra langt til arbeiðis. Hækkaði ferðastuðulin er tí meira málrættaður enn mvg-frítøkan, heldur hon.

 

– Fólk mugu hava møguleika at búgva kring alt landið, og tá ið vit hava eina ávísa miðsavnan av størvum og tænastum, er neyðugt at ferðast, skrivar hon.

 

Ruth Vang sigur eisini nei

 

Ruth Vang, sum er hin minnilutin í nevndini, var í vár við í ætlanini um at leggja uppskotið fram sum eitt alternativ til mvg-frítøkuna.

 

Hon heldur framvegis, at tað hevði verið skilabetri at hækka ferðastuðulin og orkuískoytið enn at gera bensin og diesel bíligari.

 

Men nú landsstýrið longu hevur brúkt 20 milliónir krónur upp á mvg-frítøkuna, tekur hon ikki undir við at hækka ferðastuðulin eisini.

 

Sostatt mæla seks av sjey limum í Fíggjarnevndini Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.