Vágamenn einsamallir á odda

KÍ-FS Vágar 1-2 (0-2):
FS Vágar tykist hava beina kós móti fyrstu deild, og aftur hetta vikuskiftið fingu teir fulla úrtøku

2. deild

Longu undan kappingini var tað mest sum ein staðfesting, at FS Vágar vóru risa favorittar at flyta upp úr næst bestu deildini, og nú triðingurin av kappingini er lokin, eru teir loksins komnir upp á ovastu rók.
Onkur var kanska farin at ivast, tá vágamenn fyrst taptu fullkomuliga óvæntað fyri HB í Havn, og síðani spældu málleysan javnleik á Sandi, men síðani hava teir ikki litið aftur um bak.

Leygardagin vitjaðu teir so í góðveðrinum norðuri í Klaksvík, og har var skjótt greitt, at gestirnir ætlaðu sær stigini.
KÍ hevði mist fleiri av vanliga føstu leikarunum upp til besta liðið, og meðan teir stríddust at fáa nýggja verjupartin at rigga, gjørdu gestirnir sítt besta til tess at taga alt frá hvørjum øðrum.
Smáir fimtan minuttir vóru leiktir, tá tað fyrstu ferð bragdaði hjá FSV Vladlens Osipov hevði dittað sær framvið í einum álopið, og staddur nakað uttan fyri brotsteigin smekkaði hann til. Flata og harða skotið tók í stólparótina uttan nakarn møguleika hjá málverjanum, og so var 1-0.
Stutt eftir økti vandamesti maðurin í aðru deild, Clayton Soares. Eftir eitt framhalandi trýst á KÍ-verjuna stóð brasiliumaðurin brádliga leysur í brotsteiginum, og tá málverjan kom út ímóti, var hann púra kaldur og lyfti bóltin í einum bleytum boga í netið.

Mundu mist
Hesa løtuna sá av álvara svart út hjá KÍ. Vágamenninir dusaðu sær mest sum eftir vild, og tað var rár hending, at bólturin yvir høvur ferðast yvir um miðlinjuna.
Í seinna hálvleiki helt sama gongdin fram. Vágamenn tóktust ætla sær fleiri mál, og tí settu teir ikki ferðina niður, hóast hetta kanska hevði verið skilagott.
Tað var nevnliga ikki altíð, at beinini fylgdu við ferðini, og spakuliga byrjaðu klaksvíkingarnir at ota seg inn í dystin. Ikki minst dúvaðu teir nógv upp á teir báðar, Erling Fles og Olgar Danielsen í álopspartinum, og ein nýggj vón varð tendrað, tá tað eydnaðist Erlingi at beina bóltin í málið.
Tað vóru framvegis vágamenn, sum høvdu meira spælið, men í fleiri førum var av álvara vandi fyri, at teir skuldu missa í verjupartinum, og sum heild munnu teir vera fegnir um, at eingi stig vórðu søplaði burtur seinastu løtuna.

Eru oddalið
Sigurin saman við sigrinum hjá LÍF í Sumba ber við sær, at FS Vágar loksins eru á odda í aðru deild, soleiðis sum teir ætlaðu sær av fyrstan tíð.
Hvørt teir veruliga ætla sær at halda fast um hendan sessin, fæst helst ein greið ábending um komandi vikurnar. Eftir at teir komandi vikuskiftið fáa vitjan av B36, verður talan tá nevnliga um dystir móti Sumba og ÍF, og fæst ein munandi úrtøka burtur úr hesum dystunum, so er lítið at ivast í, at vágemenn hava fast samband við bestu deildina, tá oyggin fær fast samband við meginøkið.

KÍ-FS Vágar 1-2 (0-2)
0-1: Vladlens Osipov
0-2: Clayton Soares
1-2: Erling Fles