- Eg taki ikki undir við at geva kommunum harraboð um at leggja saman.
Alfred Olsen er fjórði løgtingslimurin hjá samgonguni, sum nú boðar frá, at hann ikki tekur undir við ætlanini, soleiðis sum hon nú er løgd fram um at leggja kommunur saman.
Mikkjal Sørensen er varmaður hjá Javnaðarflokkinum og umboðar ofta flokkin á tingi og hann tekur heldur ikki undir við ætlanini og sostatt eru tað heilir fimm tinglimir í sjálvari samgonguni, sum ikki taka undir við semjuni, sum varð fráboðað um at leggja kommunurnar saman.
Hetta merkir, at í minsta lagi, at uppskotið skal broytast munandi, skal tað hava nakran møguleika at verða samtykt.
Umframt at vera tingmaður fyri Sambandsflokkin í samgongu, er hann eisini formaður floksins á tingi.
Og hann staðfestir, at ætlanin, sum nú er løgd fram, hevur ikki verið til politiska viðgerð í flokkunum.
- Sum flokkur hevur Sambandsflokkurin als ikki sæð uppskotið og tí kunnu vit ikki binda okkum at atkvøða fyri tí, so einfalt er tað, sigur Alfred Olsen.
Ikki tvingast
Alfred Olsen sigur, at tað eru fleiri tættir í ætlanini sum gera, at hann ikki kann taka undir við tí, sum tað nú liggur.
- Vit hava ofta hildið, at Tórshavnar Kommuna er ivaleysa stór, men nú er ætlanin at gera hana enn størri við Vestmanna og Kvívík.
- Tað er eisini nakað nýtt í kommunalu viðgerðini, at Fuglafjørður og Eysturkommuna kunnu verða saman í einari kommunu, ella verða lagdar saman við Skálafjørðinum, antin sjálvboðið, ella við lóg.
Annars tekur hann slett ikki undir við, at kommunurnar verða tvingaðar at leggja saman.
Hann vísur á, at kommunurnar við Skálafjørð hava tosað um samanlegging í eini tvey ár og hava viðgjørt øll tey økini, sum kommunurnar umsita og eru til reiðar at fara víðari.
- Men nú fáa tær bara harraboð úr landsstýrinum um, hvussu tað skal vera, sama hvat tær sjálvar hava arbeitt við.
Sjálvur leggur Alfred Olsen stóran dent á, at samanlegging er sjálvboðin og tí eiga kommunurnar at fáa ein veruligan møguleika at leggja saman.
- Fáa tær tann møguleikan, finna tær eisini út av tí, staðfestir hann
Ongin fólkslig tilgongd
Hann vísir eisini á, at heilt til nú hevur landsstýrið lagt dent á eina fólksliga tilgongd til samanlegging fólkaatkvøðum og borgarafundum, har landsstýrið greiddi frá.
Men nú er alt tað slept og tað hóvar als ikki formanni Sambandsfloksins á tingi.
Alfred Olsen átalar eisini, at eitt so stórt og umfatandi mál verður lagt fram mitt á hásumri, har kommunur og kommunufeløg fáa 10 arbeiðsdagar at umrøða tað í.
- Tað er alt ov stutt tíð, heldur Alfred Olsen.
Eftir hansara tykki hevði tað verið líka frætt at bíða við einum stórmáli sum hesum til eftir løgtingsvalið, sum stendur fyri durum, tí hóast nakað verður samtykt nú, er væntandi, at tann næsta samgongan bara tekur málið upp aftur og broytir alt.
Les eisini greinina: Politiska semjan um samanlegging syndrast











