manuelt. Hetta merkti, at teir vóru noyddir at umleggja skipanina, men hetta hevur eftir øllum at døma givið tað úrslit, at rokningarnar ongantíð eru sendar út. Hann greiðir frá, at tað eru rokningar fyri [...] er eisini lætt at ímynda sær, at hjá nógvum, so vilja hesar rokningar vera rættiliga stórar. Heini Joensen, fíggjarstjóri hjá Føroya Tele, sigur við Sosialin, at í 1999 fóru teir frá at senda rokningar [...] webhotel. Hann sigur seg vera keddan av, at hetta er endað soleiðis, og hann skilur eisini væl, at fólk eru misnøgd við støðuna, sum hon er nú. Hann sigur, at hetta eru tænastur, sum kundarnir sjálvir
embætismenn, og sum endaðu við, at Irak játtaði at lata eftirlitsmenninar koma aftur til landið. Aftan á fundin segði svenski formaðurin, at tað løgfrøðiliga grundarlagið fyri at taka kanningarnar í Irak uppaftur [...] litsmonnunum. Hans Blix duldi ikki fyri, at ávísir trupulleikar eru eftir at greiða í samráðingunum við iraksku myndugleikarnar. Eftirlitsmenninir ætla sær at avhoyra fleiri irakar í sambandi við kanningarnar [...] men hon hevur lagt ta treyt við, at eitt umboð fyri iraksku myndugleikarnar var fyglja við avhoyringunum. Tað heldur ST ikki, tí vandi er fyri, at tey avhoyrdu fara at dylja upplýsingar, um ein almennur
ár hevur loyvi at at reka trolveiðu eftir svartkjafti á ytru landleiðini til matna. Tí undraði tað, at skipið landaði 600 tons av svartkjafti í Fuglafirði, samstundis sum sagt varð, at hesi vóru fiskað [...] útgerð umborð, sum ger, at til ber at fylgja skipinum alla tíðina. Men tey sakna tó lóggávuna, sum skal vera á økinum, siga tey á Fiskiveiðieftirlitinum. Men tó er at siga, at tann lóggávan er á veg. [...] hósdagsblaðnum. Tað er soleiðis, at Norðbúgvin er ídnaðarskip, og hevur sum slíkt ikki loyvi at fiska svartkjaft til ídnað undir Føroyum. Í fiskiloyvinum hjá skipinum stendur, at Norðbúgvin í tíðarskeiðnum frá
gongdini, siga vanda vera fyri, at virkandi kongurin, Abdullah krúnprinsur, kann verða koyrdur frá, og at aðrar kreftir í kongsættini fara at taka við. Lagt verður afturat, at hesar kreftirnar hava samhuga [...] mars, eftir at 14 ungar gentur brendu í hel í einum skúla, tí tann serliga átrúnaðarløgreglan sýtti fyri at hjálpa gentunum úr tí brennandi skúlanum. Bretska blaðið The Observer veit at siga, at seinastu [...] funnist at krúnprinsinum, sum hann heldur vera alt ov vinarliga sinnaðan ímóti Vesturheiminum. Hildið verður, at innanhýsis fíggindarnir hjá Abdullah krúnprinsi hava skipað fyri fleiri bumbuatsóknum at ves
viðgerðini harðliga at samgonguni og segði, at eingin politikkur er at síggja aftur í fíggjarlógaruppskotinum og helt hann tað vera ótrúligt, at samgongan bara kann halda fram, um so er at andstøðuflokkarnir [...] ikki at góðtaka fleiri eykajáttanaruppskot. Nú sær út til, at hann verður noyddur at eta hesi orð í seg aftur, tí tað rætt og slætt ikki slepst undan eykajáttanarlógum og serlógum fyri eitt nú at kunna [...] Tað ber illa til at lesa líkasælu og dvalakendu støðu løgmans í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina sum annað enn, at hann fegin sær, at samgongan slitnar. Tað er einasta náttúrliga svarið til hansara
Tíðarritið Time vil vera við, at Colin Powell, uttanríkisráðharri er vorðin so ørkymlaður av tí vánaliga stevinum í amerikansku stjórnini, at hann ætlar at leggja frá sær, tá Bush fer at stilla upp til næsta [...] eingin ivi um, at tað hevði komið Evropa illa við, leggur Powell frá sær, tí hesumegin Atlantshavið er hann væl umtóktur. Hetta kemst m. a. av, at hann alla tíðina hevur lagt dent á, at tað er umráðandi [...] Cheney og Rumsfeld at leypa á Irak. Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at seinastu tíðina hava teir sonevndu heykarnir í stjórnini trýst Colin Powell til viks, soleiðis at tað í veruleikanum eru
myndugleikar um at fáa hetta í rættlag. Nú tykist sum um, at myndugleikarnir hava tikið atfinningarnar til eftirtektar. Gleðiboð ? Í sambandi við psykiatrisku deild hava vit fingið tey gleðiboð, at talan helst [...] sær nú út til, at tað hevur borið ávøkst, sigur hann. Hann vísir á, at sjúklingarnir hava verið tiknir úr teirra dagliga umhvørvi, og at hetta órógvar sjúklingar, sum frammanundan eru viðbreknir. Seinasta [...] umráðandi fyri teirra vælferð, at tey hava góðar umstøður. Tað kann vera sera tyngjandi fyri sjúklingar, at fleiri búgva saman, sigur Svenning av Lofti. Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Bill
halda tað hevur týdning fyri allar partar, at fjølmiðlar eru á staðnum alla tíðina og ikki bara koma fyri síðani at rýma aftur. Vit fara at gera okkara til at dekka fiskivinnustevnuna í blaðnum og á netinum [...] og aling og har útlendski parturin er týðandi er at fegnast um. Hetta at føroyskar og útlendskar fyritøkur kunnu sýna fram lið um lið hevur eisini nógv at siga fyri føroysku framleiðararnar og tær fyritøkur [...] íblástur ? hetta at kappingarneytar eisini kunnu hittast í einum góðum umhvørvi umframt at føroyski brúkarin hevur atgongd til vørur og tænastur, sum hann annars ikki er vanur við at síggja dagliga. F
eisini á, at vápnasølan er vaksin, síðani Slobodan Milosevic varð koyrdur frá fyri tveimum árum síðani. Kanningin sigur, at felagið Jugoimport samskipar vápnahandilin, og at felagið hevur virkað fyri at selja [...] men eitt skjal avdúkar, at jugoslaviska uttanríkisráðið í januar í ár ávaraði stjórnina hjá Kostunica um, at tað kundi vera vandamikið at selja Irak vápn. Kortini valdi stjórnin at lata standa til, sigur [...] vesturlendskum diplomatum, at handilin hevur verið veksandi í ár. Ein av diplomatunum sigur við blaðið, at fleiri vápnafyritøkur í Jugoslavia hava samskipað vápnasølu til Irak, og at vápnini eru fyrst send
fingið at vita frá einari keldu í Bush-umsitingini, at amerikanararnir hava varhugan av, at Saddam Hussein varð í hvussu er særdur, tí beint eftir álopið vórðu læknar sendir til bumbustaðið. At irakska [...] røðuna. Tað sigst, at Saddam Hussein hevur millum tríggjar og átta slíkar. Eitt tekin um, at tað var ikki tann rætti Saddam Hussein, sum helt røðuna, sigst vera, at røðarin nýtti handrit, og at hann tóktist [...] sendi eina røðu hjá Saddam Hussein nýtist ikki at vera prógv fyri, at hann var á lívi. Upptøkan var hava verið gjørd undan álopinum, og ein annar møguleiki er, at tað var ein av teimum sonevndu dupultgangarunum