Á einum næstan tríggjar tímar longum fundi fyrrakvøldið greiddi Hans Blix londunum í ST-trygdarráðnum frá samráðingunum, sum hann hevur havt við irakskar embætismenn, og sum endaðu við, at Irak játtaði at lata eftirlitsmenninar koma aftur til landið.
Aftan á fundin segði svenski formaðurin, at tað løgfrøðiliga grundarlagið fyri at taka kanningarnar í Irak uppaftur er í lagi, men sjálvur helt hann tað vera rættast at bíða, til ST hevur gjørt eina nýggja samtykt um Irak.
-Tað hevði verið býtt at sent eftirlitsmenninar avstað, skuldi trygdarráðið seinni broytt heimildir teirra, segði formaðurin hjá vápnaeftirlitsmonnunum.
Hans Blix duldi ikki fyri, at ávísir trupulleikar eru eftir at greiða í samráðingunum við iraksku myndugleikarnar. Eftirlitsmenninir ætla sær at avhoyra fleiri irakar í sambandi við kanningarnar. Tað hevur stjórnin í Bagdad góðtikið, men hon hevur lagt ta treyt við, at eitt umboð fyri iraksku myndugleikarnar var fyglja við avhoyringunum. Tað heldur ST ikki, tí vandi er fyri, at tey avhoyrdu fara at dylja upplýsingar, um ein almennur embætismaður situr í avhoyringarhølinum.
Eitt annað mál, sum heldur ikki er endaliga loyst, eru tær átta forsetaborgirnar hjá Saddam Hussein. Irak heldur seg til eina avtalu, sum landið gjørdi við Kofi Annan, aðalskrivara í 1998. Eftir henni hava eftirlitsmenninir ikki atgongd til borgirnar hjá Saddam, men USA og Bretland krevja, at eftirlitsmenninir skulu sleppa at kanna borgirnar.
Keldur í New York siga, at tey 15 limalondini í trygdarráðnum vóru væl nøgd við arbeiðið, sum Hans Blix hevur gjørt seinastu dagarnar.
Samstundis heldur amerikanska stjórnin fram við sínum royndum at fáa hini limalondini í trygdarráðnum at taka undir við einari nýggjari samtykt um Irak.