Saddam er kanska deyður

Amerikanarar eru sannførdir um, at Saddam Hussein var í einum av húsunum, sum amerikanarar bumbaðu hósnáttina

Tað var fregnartænastan CIA, sum fekk George W. Bush, forseta at broyta ta upprunaligu álopsætlanina á Irak, og tí vórðu einar 40 rakettir skotnar eftir ávísum málum í Bagdad, samstundis sum flogfør tveittu nakrar laserstýrdar bumbur eftir málunum.
Spurningurin er so, um irakski leiðarin var í nøkrum av húsunum, sum vórðu rakt. Ónevndar keldur søgdu við Washington Post í gjár, at Saddam Hussein og í hvussu er ein av synum hansara vóru í einum av húsunum, sum vórðu rakt. Hesi húsini vóru sunnan fyri sjálvan Bagdad, og tey vórðu fullkomiliga løgd í oyði, tá Tomahawk-rakettir og laserstýrdar bumbur raktu tey.
Washington Post sigur seg hava fingið at vita frá einari keldu í Bush-umsitingini, at amerikanararnir hava varhugan av, at Saddam Hussein varð í hvussu er særdur, tí beint eftir álopið vórðu læknar sendir til bumbustaðið.
At irakska sjónvarpið tíðliga hósmorgunin sendi eina røðu hjá Saddam Hussein nýtist ikki at vera prógv fyri, at hann var á lívi. Upptøkan var hava verið gjørd undan álopinum, og ein annar møguleiki er, at tað var ein av teimum sonevndu dupultgangarunum hjá forsetanum, sum helt røðuna. Tað sigst, at Saddam Hussein hevur millum tríggjar og átta slíkar.
Eitt tekin um, at tað var ikki tann rætti Saddam Hussein, sum helt røðuna, sigst vera, at røðarin nýtti handrit, og at hann tóktist trilvandi. Víst verður á, at Saddam Hussein er altíð væl fyrireikaður, tá hann tosar í sjónvarpi, og at hann nýtir ikki handrit.
Amerikanarar viðganga kortini, at teir eru ikki vísir í sínari søk. Summir Saddam-kønir siga, at tað var tann veruligi Saddam Hussein, sum kom á sjónvarpsskíggjan hósmorgunin.