Saudiarabia
Árni Joensen:
Seinastu mánaðarnar hava fleiri mótmælisgongur verið í Saudiarabia, har fólk hava mótmælt teirri greinini av kongsættini, sum situr við valdið. Vesturlendskar fregnartænastur, sum fylgja við gongdini, siga vanda vera fyri, at virkandi kongurin, Abdullah krúnprinsur, kann verða koyrdur frá, og at aðrar kreftir í kongsættini fara at taka við.
Lagt verður afturat, at hesar kreftirnar hava samhuga við yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda hjá Osama bin Laden, sum er ættaður úr Saudiarabia. Higartil hevur júst Saudiarabia verið roknað sum eitt av teimum fremstu sameindu hjá USA í bardaganum ímóti yvirgangi.
Mótmælisgongurnar ímóti teirri ráðandi kongsættini byrjaðu í mars, eftir at 14 ungar gentur brendu í hel í einum skúla, tí tann serliga átrúnaðarløgreglan sýtti fyri at hjálpa gentunum úr tí brennandi skúlanum. Bretska blaðið The Observer veit at siga, at seinastu mánaðarnar hava mótmælisgongur verið um at kalla alt landið, og at løgreglan hevur bart tær niður við harðari hond.
Bumbuatsóknir
Tann fremsti avbjóðarin hjá Abdullah krúnprinsi er Sultan prinsur, sum er verjumálaráðharri, og hann hevur fleiri ferðir funnist at krúnprinsinum, sum hann heldur vera alt ov vinarliga sinnaðan ímóti Vesturheiminum.
Hildið verður, at innanhýsis fíggindarnir hjá Abdullah krúnprinsi hava skipað fyri fleiri bumbuatsóknum at vesturlendskum málum, og at tað eru víðgongdir menn við tilknýti til al-Qaeda, sum hava framt sjálvar atsóknirnar. Eingin saudiarabi er tikin í sambandi við atsóknirnar, men myndugleikarnir hava ístaðin tikið fimm bretar, ein kanadiumann og ein belgiumann og lagt teir undir at hava havt samband við bumbuatsóknirnar.
Vesturlendsku fregnartænasturnar siga, at skuldi Fahd kongur doyð, fer tað at økja innanhýsis spenningin í saudiarabisku kongsættini. Kongurin liggur á einum sjúkrahúsi í Sveits.