Irak fær framvegis vápn úr Evropa

Júst sum vápnaeftirlitsmenninir hjá ST fara til arbeiðis í Irak, er tað komið fram, at lond í Mið- og Eysturevropa halda fram við at selja irakum vápn.

Viðurkenda bretska blaðið The Guardian skrivaði mánadagin, at Serbia er miðstøð fyri ólógligari vápnasølu til Irak. Blaðið sigur seg hava tíðindini frá kanningum hjá bólkinum International Crises Group og frá vesturlendskum diplomatum.

Sambært kanningini hjá ICG hava irakar keypt vápn úr sjey londum á Balkan og í gamla Sovjetsamveldinum, og kanningin bendir eisini á, at vápnasølan er vaksin, síðani Slobodan Milosevic varð koyrdur frá fyri tveimum árum síðani.

Kanningin sigur, at felagið Jugoimport samskipar vápnahandilin, og at felagið hevur virkað fyri at selja irakum vápn úr Bosnia, Ukraina, Russlandi og møguliga eisini úr Makedonia og Hvítarusslandi. The Guardian skrivar frá vesturlendskum diplomatum, at handilin hevur verið veksandi í ár.

Ein av diplomatunum sigur við blaðið, at fleiri vápnafyritøkur í Jugoslavia hava samskipað vápnasølu til Irak, og at vápnini eru fyrst send til Sýrialands og haðani víðari til Irak. Eitt skjal, sum ICG hevur fingið hendur á, vísir, at bara Jugoslavia hevur selt Irak vápn fyri einar 860 milliónir krónur.


Veit einki

Jugoslaviski forsetin, Vojislav Kostunica, sigur, at hann veit einki um slíkan vápnahandil, men eitt skjal avdúkar, at jugoslaviska uttanríkisráðið í januar í ár ávaraði stjórnina hjá Kostunica um, at tað kundi vera vandamikið at selja Irak vápn. Kortini valdi stjórnin at lata standa til, sigur ICG.

Sjálvt um fleiri lond í Mið- og Eysturevropa verða løgd undir at hava selt irakum vápn, er tað serliga Serbia, sum stendur fyri skotum frá Vesturheiminum. Orsøkin er, at serbar hava royndir frá amerikansku bumbuálopunum har í 1999, og harafturat kunnu onnur lond fáa gagn av tí serbiska handilskervinum, tá tað snýr seg um at útvega irakum vápn, hóast hetta er ólógligt sambært ST-samtyktunum.