Rokningar
500 kundar hjá Føroya Tele fingu fyri stuttari tíð síðani eitt bræv sendandi frá Føroya Tele. Við rokningunum var eisini eitt lítið skriv, har tað stóð: ?Av ymiskum orsøkum eru rokningarnar fyri navnaøki v.m. ikki sendar út fyrr enn nú.? Hetta kundi kanska ljóða sum um, at teir sendu rokningar, sum kanska vóru ein mánað ella tveir gamlar, men tað eru væl eldri enn so.
Kundarnir hjá Føroya Tele hava nevniliga fingið uppkrav uppá stovning og mánaðargjald fyri navnaøki og webhotel fyri so langt afturi sum fyri tveimum árum síðani til dagin í dag. Hetta fekk eisini nógv at rakna við, og fleiri gjørdust beinleiðis í øðini, tá tey móttóku rokningarnar. Ein av teimum var Ingi Joensen, sum eigur og rekur Grafikstudio, og fyri hann, so kendist tað sera undarligt at fáa eina sovorðna rokning slongda í høvdið.
Tað er eisini lætt at ímynda sær, at hjá nógvum, so vilja hesar rokningar vera rættiliga stórar.
Heini Joensen, fíggjarstjóri hjá Føroya Tele, sigur við Sosialin, at í 1999 fóru teir frá at senda rokningar fyri navnaøki v.m. manuelt. Hetta merkti, at teir vóru noyddir at umleggja skipanina, men hetta hevur eftir øllum at døma givið tað úrslit, at rokningarnar ongantíð eru sendar út.
Hann greiðir frá, at tað eru rokningar fyri stovning og mánaðargjald fyri navnaøki og webhotel. Hann sigur seg vera keddan av, at hetta er endað soleiðis, og hann skilur eisini væl, at fólk eru misnøgd við støðuna, sum hon er nú.
Hann sigur, at hetta eru tænastur, sum kundarnir sjálvir hava biðjið um. Hann vónar samstundis, at hetta ikki fer at henda aftur.