Psykiatriska deild steingir neyvan í summar

? Vit hava fingið upplýst, at psykiatriska deild ikki letur aftur í summar, sigur Svenning av Lofti, formaður í Sinnisbata

Seinastu árini hevur felagið Sinnisbati gjørt vart við sína ónøgd við, at psykiatriska deild letur aftur um summarið. Sjúklingar eru fluttir á aðrar deildir, og nakrir eru farnir heim til familjuna.
Felagið hevur á hvørjum ári víst á, at hetta ikki kann góðtakast og hevur heitt á landsins myndugleikar um at fáa hetta í rættlag. Nú tykist sum um, at myndugleikarnir hava tikið atfinningarnar til eftirtektar.

Gleðiboð
? Í sambandi við psykiatrisku deild hava vit fingið tey gleðiboð, at talan helst ikki verður um at steingja deildina í summar, sigur Svenning av Lofti, sum varð afturvaldur til formann á aðalfundinum leygardagin.
? Vit hava gjørt vart við henda trupulleika í fleiri ár, og tað sær nú út til, at tað hevur borið ávøkst, sigur hann.
Hann vísir á, at sjúklingarnir hava verið tiknir úr teirra dagliga umhvørvi, og at hetta órógvar sjúklingar, sum frammanundan eru viðbreknir.
Seinasta leygardag hevði Sinnisbati ársaðalfund, og við hesum framstiginum kann sigast, at eitt av teimum stóru málunum er rokkið. Tó vísir felagið á fleiri onnur viðurskifti, sum skulu betrast framyvir.
Formaðurin vísir m.a. á, at umstøðurnar á psykiatrisku deild mugu betrast. Eitt nú er tað alneyðugt, at sjúklingarnir fáa hvør sítt kamar, og tey ikki liggja fleiri inni í sama rúmi.
? Fyri fleiri er psykiatriska deild tað einasta heimið, tey hava, tí er tað sera umráðandi fyri teirra vælferð, at tey hava góðar umstøður. Tað kann vera sera tyngjandi fyri sjúklingar, at fleiri búgva saman, sigur Svenning av Lofti.
Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá Bill Justinussen viðvíkjandi psykiatrisku deild fyri at vátta tíðindini, men hann var tíverri ikki at hitta.