búskapin. Uttan at hava skil fyri nationaløkonomi, loyvi eg mær at halda, at hesir báðir ikki hava skilt spurningin til fulnar Har aftur ímóti hoyrdi eg ein annan búskaparfrøðing meta, at skulu vit sjálvir [...] dupla okkara útflutning fyri at fáa 1 milliard kr. meira at ráða yvir. Eg veit ikki um hetta er heilt rætt. Men tað ljóðar sannlíkt, burtursæð frá, at tað verður trupult at finna rávørur v.m. til eina slíka [...] míni, Miðvági. Hugsa vit okkum, at onki flakavirki var í Miðvági, hevði verið lætt at roknað út, at úrslitið av flakavinnu var 0 kr. í Miðvági. Hugsa vit okkum í staðin, at Snarfrost viðgjørdi 10.000 tons
krevja, at børn teirra eiga at sleppa í Venjingarskúlan. Grundgevingin hjá Tórshavnar býráð fyri ikki at loyva hesum børnum í Venjingarskúlan er plásstrot. Barnatalið í Havn er so stórt í ár, at neyðugt [...] Heimaraskúla, tí tað er ikki rímiligt, at tey halda fram at vera har. Lærararnir á skúlanum vístu á henda trupulleikan fyri tveimum árum síðani, at henda støðan fór at koma, sigur Niels Nattestad. Alt tað [...] býráðið fann honum tey hølini. Vit halda tað er óforsvarligt, at flokkurin heldur fram at vera einsamallur har, men vit hava ongar møguleikar at hýsa honum í Venjingarskúlanum. Taka vit ein triðja 1. flokk
Tí sýnist tað sum, at vinnan er ímóti Ferðaráð Føroya og ímóti, at tað almenna nýtir pening til at fremja føroyska ferðavinna. Frá Ferðaráðsins síðu er hetta sera torført at skilja, tí stovnurin er einasti [...] Løgtingslógini: 1. at gera skipanir og ætlanir viðvíkjandi føroysku ferðavinnuni 2. at upplýsa um Føroyar bæði innan- og uttanlands 3. at hjálpa og vegleiða ferðafólk, ið koma til landið 4. at veita hjálp til [...] hesar uppgávur á seg, hevði tað verið torført hjá vinnuni at vunnið pening úr ferðafólkavitjanunum, tí at vinnan í so mongum førum er bundin at vælviljanum hjá jarðareigarum, bý- og bygdarráðum, øðrum almennum
januar 1996. At siga, at býráðið einki ger, er púra burturvið at føra fram. Hví ikki spyrja seg fyri heldur enn at blaka um seg við slíkum veruleikafjarum? Felagið er vælkomið at tosa við býráðið, at koma við [...] ikki klárir at taka ímótí øllum skúlabørnunum, tí er henda ætlanin ikki sett í verk, men er møguleiki at taka uppaftur, tá ið Frítíðarskúlin er farin at virka til fulnar. Felagið vísir á at byggja uppí [...] kommununi um at útbyggja við 30 plássum um árið í 10 ár als ikki er nøktandi. Hesum hevur felagið púra rætt í, og er tað eisini tí, at vit arbeiða við at skaffa nógv fleiri pláss. Eg kann vísa á, at 31.12.1995
sannlíkt, at ÍF fer at fáa stig komandi vikurnar, enn tað er, at Sumba fer at fáa stig. Sumbingar fáa vitjan av NSÍ sunnudagin, og so skulu teir til Vágs, og tað er ikki langt við síðuna av at rokna við [...] ÍF kemur til Klaksvíkar at stríðast. Altjóða luttøkan Vit loyva okkum altso at rokna við, at KÍ verður meistari. Og so snýr spenningurin í toppinum seg um, hvør skal út í Europa at royna seg saman við KÍ [...] dystir, so verður luturin hjá HB at spæla í Intertoto Cup, og tað er einki at siga til, at tað fer at harma teir almikið, um teir ikki røkka málinum, sum í minsta lagið er UEFA Cup. Men støðuna hjá HB hava
Sosialin, at tað, sum B36 hevur gjørt er ein grov provokatión móti Tórsvølli. Hann sigur, at B36 við vilja hevur bíðað til Tórsvøllur var komin so langt, at tað bar til at selja lýsingarplássini, men at tað [...] er sum sigur, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Men tað kemur eisini fyri, at tað má vendast á høvdi og brúkast hinvegin. Tá ljóðar tað soleiðis: Einki er so gott, at tað ikki eisini [...] Poul Michelsen sigur, at hann tosaði við formannin í B36, sum kravdi, at teir vátta, at grunnurin ikki fer seta múr upp fyri lýsingarnar á B36-húsinum, áðrenn teir fingu loyvið til at leiga kaffistovuna.
foreldur á Argjum í holt við at savna undirskriftir inn, ið stuðla keypinum, og í blaðnum týsdagin sigur Foreldrafelagið, at Tórshavnar kommuna ikki eigur at lata seg lynda, at eitt eigarafelag ikki vil hava [...] hvassliga mótmælt at fáa ein barnagarð sum granna, tí at økið bert er ætlað til sethús, og at tey ikki vilja hava meira ferðslu og larm inn í økið. Foreldrafelagið grundgevur har aftur ímóti, at tað verður ein [...] føri hevur ætlanin verið at keypt eini sethús í einum sethúsaøki. Eigarafelagið hevur rætt í, at byggisamtyktin sigur, at økið bert er ætlað sethúsum. Vit hava ikki tosað um at broyta byggisamtyktina. Um
Kyndil, VÍF, StíF og H71, nú møguleikan at gerast føroyameistarar. Tað er tó rættuliga sannlíkt, at møguleikarnir hjá H71 fóru fyri skeytið, eftir at liðið noyddist at lúta fyri Neistanum sunnudagin. Hinvegin [...] á Skála at spæla ímóti strandingum. Báðir hesir dystirnir og teir í næstseinasta leikumfarinum fara uttan iva at gerast sannir gysarar, og tað er eingin ivi um, at tað verða nógv, sum fara at sita á nálum [...] teir mettu ikki, at nakað óregluligt var farið fram. Eftir nógvar tingingar aftur og fram gjørdist tað tó greitt, at um vestmenningar ikki komu við eini umbering, kundi tað føra við sær, at dysturin móti
Føroya gjørt USA greitt, at mótstøða kundi fara at vera í Føroyum móti ætlanini. Tískil var tíðindaskriv fyrireikað, har onki stóð um, at støðin var ein hernaðarstøð - bert at Loran C skuldi avloysa Loran [...] eisini byrjaðu at arbeiða á støðini beinanvegin. Táverandi løgmaður vísir eisini á, at føroyingar gjørdu ein rættiliga stóran innsats fyri at varðveita Loran C støðina á Eiði, tá USA ætlaði at leggja støðina [...] fingu føroyingar alt at vita frá donskum myndugleikum, tá Loran C støðin á Eiði varð bygd í 1959? Hesir spurningur standa ósvaraðir, nú tað er komið fram, at USA upprunaliga ætlaði at Loran C støðin skuldi
øll líka fegin um hana og tað er synd at siga, at tað er vorðið betri við tíðini. Ein av orsøkunum til hetta er, at skipanin er úthola við undantøkum, sum gera at nógvar fyritøkur heilt sleppa undan mvg [...] teimum fara vit at hyggja at. Nú hevur skipanin virka í nøkur ár og seinni í hesum mánaðinum fara vit at skipa fyri temadegi um júst mvg-skipanina. Tá fara umsitingin og vinnulívið í felag at viðgera skipanina [...] sum sigur, at føroysku politikararnir hava víst ein vilja til at tátta í, soleiðis at útreiðslurnar ikki eru farnar berserkagongd. ? Vit fylgja við gongdini alla tíðina, og eru til reiðar at seta tiltøk