Soleiðis sum kappingin um FM heitið hevur myndað seg hesar seinastu vikurnar, so mugu teir í B36 prísa seg lukkuligar fyri, at teir fyrr í summar megnaðu at spæla seg í steypafinaluna, sum teir taptu ímóti KÍ.
Tað er bara ein góð vika síðani, at B36 var á odda í landskappingini. Nú eru teir dotnir niður á triðja plássið, og um teir komandi sunnudag á heimavølli ikki vinna móti KÍ, og GÍ og HB vinna sínar dystir, so fer tað at bera við sær, at B36 dettur niður á fjórða plássið, og harvið hevði møguleikin fyri at sleppa í UEFA Cup komandi ár verið fokin, men nú er hann tryggjaður ígjøgnum taptu steypafinaluna.
Gongdin tær seinatsu vikurnar undirstrikar søguliga veruleikan, at tað í síðsta enda fleiri ferðir hevur skorist vánaliga hjá B36, sjálvt um teir hava verið væl fyri og størsta partin av kappingini hava verið við til at mynda toppin. Vit finna dømi um hetta í seksti árunum, og tey eru mong, sum minnast, hvussu tað hilnaðist í 1988, tá HB streyk avstað við meistaraskapinum, og í 1991, tá tað var KÍ, sum gjørdist meistari.
Gullið næstan í Klaksvík
Klaksvíkingar hava ikki enn vunnið seytjanda meistaraskapin, og sjálvandi gera teir nógv fyri at undirstrika henda veruleikan, men tað hevði verið at gjørt støðuga avrikið hjá teimum higartil í ár til skammar, um vit ikki roknaðu við, at teir á útivølli móti B36 og á heimavølli móti ÍF fóru at fáa tey bæði stigini, sum í mesta lagið resta í, áðrenn teir kunnu rópa seg meistarar.
Veruleikin er, at teir kunnu vinna meistaraskapin í Gundadali komandi sunnudag, og at teir ? vit mundu sagt undir øllum umstøðum ? fáa Føroya Bjór steypið og gullkrónurnar í Klaksvík annan leygardag, tá átjanda og síðsta umfarið verður avgreitt, og ÍF kemur til Klaksvíkar at stríðast.
Altjóða luttøkan
Vit loyva okkum altso at rokna við, at KÍ verður meistari. Og so snýr spenningurin í toppinum seg um, hvør skal út í Europa at royna seg saman við KÍ og B36. Um B36 verður næstbest, so ber triðja plássið UEFA Cup pláss við sær, meðan triðja plássið gevur rætt til Intertoto Cup, um B36 verður nummar fýra.
Í løtuni hevur GÍ strítt seg fram til pláss, sum ber rættin til UEFA Cup luttøku við sær, og hetta plássið fara teir at varðveita, um teir vinna í Fuglafirði og á heimavølli móti B68. Sjálvt um gøtumenn hava fimm leikbann í Fuglafirði, so tykjast uppgávurnar ikki ræðandi.
Um GÍ megnar at vinna sínar dystir, so verður luturin hjá HB at spæla í Intertoto Cup, og tað er einki at siga til, at tað fer at harma teir almikið, um teir ikki røkka málinum, sum í minsta lagið er UEFA Cup. Men støðuna hjá HB hava teir sjálvir komið sær í. Nú eru teir so at siga komnir aftur úr dvalanum, sum kostaði javnleikir móti B68, B71 og Sumba, men nú er neyðugt við hjálp frá øðrum, um málið skal røkkast.
Gysari í botninum
Vánaligastu gongdina nógvu tey seinastu umførini hava grannafeløgini á Skálafjørðinum havt. NSÍ hevur ikki fingið stig fýra tey síðstu umførini, og B68 hevur bara fingið eitt stig í fýra teimum síðstu umførunum.
Vágbingar eru ósigraðir fýra tey síðstu umførini, sum teir tilsaman hava fingið tíggju stig burturúr, og teir eru langt síðani komin undan niðurflytingarvandanum. Sigurin á NSÍ ger, at teir hava lagt seg upp á síðuna á B68 í kappingini um sætta plássið.
B71 sigurin á toftamonnum ger, at tað er endaliga staðfest, at spurningurin um niðurflyting stendur millum ÍF og Sumba. Bæði liðini taptu aftur hesa ferð. ÍF stendur betri í tí, men teir eiga sambært støðutalvuni torførari uppgávur á.
At helmingurin av fólkinum hjá GÍ er leikbannað komandi sunnudag betrar møguleikarnar hjá ÍF at fáa nakað burturúr næstsíðsta umfarinum, men út frá gongdini seinastu vikurnar má tað metast nógv minni sannlíkt, at ÍF fer at fáa stig komandi vikurnar, enn tað er, at Sumba fer at fáa stig. Sumbingar fáa vitjan av NSÍ sunnudagin, og so skulu teir til Vágs, og tað er ikki langt við síðuna av at rokna við møguleikanum, at sumbingar kunnu fáa stig báðar ferðirnar.
Vágamenn verða komandi ár aftur í bestu deildini, har teir síðst vóru í 1997, og leirvíkingar skulu enn eina ferð royna í kvalifikatiónsdystum at spæla seg í bestu deildina. Sum støðan er í løtuni liggur tað til, at hesir báðir dystirnir verða móti grannunum í Fuglafirði, og um tað ikki verður móti teimum, so verður talan um endurtøku frá í fjør, tá LÍF samanlagt tapti móti sumbingum.