Fái eg stuðul, taki eg málið uppaftur

- Grundgevingarnar frá teimum, sum mótmæla ætlaða barnagarðinum á Argjum viga rættiliga tungt. Nógv skal til fyri at broyta eina byggisamtykt, og býráðslimir halda, at keypsprísurin á húsinum er ov høgur. Men fái eg stuðul frá øðrum býráðslimum, taki eg málið upp aftur, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð

Hevur Tórshavnar býráð slept ætlanini um at keypa eini stór sethús á Argjum, ið eru til sølu, til barnagarð, hava Foreldrafelagið í Havn og foreldur á Argjum ikki í kvittanini at lata hesa loysnina fara so lætt framvið. Sum skilst eru foreldur á Argjum í holt við at savna undirskriftir inn, ið stuðla keypinum, og í blaðnum týsdagin sigur Foreldrafelagið, at Tórshavnar kommuna ikki eigur at lata seg lynda, at eitt eigarafelag ikki vil hava ein barnagarð sum granna. Felagið metir, at allar góðar grundgevingar tala fyri, at hesi húsini gerast barnagarður. Húsini og økið rundan um eru vælegnað til ansing av børnum og innrættað til endamálið. Góðir parkeringsmøguleikar eru inni á økinum, so eingin bilur við ørindum á staðnum stendur nakrantíð úti á sjálvum vegnum.


Møguliga ikki slept

Foreldrafelagið vil fegið hava svar uppá nakrar ítøkiligar spurningar, og hesar hava vit sett Elini Lindenskov, forkvinnu í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð. Sum skilst tala grundgevingarnar hjá eigarafelagnum í økinum, ið er ímóti barnagarðinum, rættiliga tungt í viðgerðini. Bæði skrivliga og munnliga hevur eigarafelagið hvassliga mótmælt at fáa ein barnagarð sum granna, tí at økið bert er ætlað til sethús, og at tey ikki vilja hava meira ferðslu og larm inn í økið. Foreldrafelagið grundgevur har aftur ímóti, at tað verður ein vanlukka, ikki minst fyri børnini, um Tórshavnar kommuna eisini sleppur hesi ætlanini bert tí, at tað ikki hóvar einstøkum eigarafeløgum, at grannarnir eru okkara børn við somu rættindum, sum tey sjálvi.

- Eg undrist líka so nógv sum Foreldrafelagið og onnur, at nakar skal hava nakað ímóti, at børn okkara verða ansað í einum væl hóskandi umhvørvi við frískari luft. Tað er avmarkað, hvussu nógv ferðsla og larmur stendst av barnagarðinum, tí um kvøldið og vikuskiftini er friður.

- Sjálvsagt skulu borgarar ikki sjálvir gera av, hvørjir grannarnir eru. Í hesum føri hevur ætlanin verið at keypt eini sethús í einum sethúsaøki. Eigarafelagið hevur rætt í, at byggisamtyktin sigur, at økið bert er ætlað sethúsum. Vit hava ikki tosað um at broyta byggisamtyktina. Um tað kann koma uppá tal, skulu onnur viðurskifti eisini tala fyri tí. Eitt nú prísurin á húsinum og økið rundan um. Fái eg stuðul frá øðrum býráðslimum, taki eg málið uppaftur. Umsitingin hevur mælt mær til at steðga við málinum út frá byggisamtyktini og prísinum á húsinum. Vit skulu eisini hava í huga, at privatfólk eiga hesi húsini og at tey kunnu ikki bíða eftir okkum, sigur Elin Lindenskov.

Kommunan eigur økið uttan fyri barnagarðin og parkeringsøkið, og kann tí gera sjálvan garðin og økið størri til endamálið. Limir í sosialu nevnd halda, at keypsprísurin á húsinum er ov høgur. Hann er settur til 2,1 mió. krónur og umframt skal peningur eisini brúkast til umvælingar og tillagingar í húsinum.

- Tað er ógvuliga sjáldan, at vit finna eini sethús sum kunnu brúkast til barnagarð. Fyrstu ferð eg sá hesi húsini, helt eg tað verða upplagt at keypa tey, og eftir mínum tykki er prísurin ikki ov høgur, sigur Elin Lindenskov.


Ber til at broyta

Foreldrafelagið í Havn vil hava at vita, um byggisamtyktin har hesi sethúsini standa, beinleiðis talar ímóti, at barnaansing er í økinum.

- Av tí, at hetta er sethúsaøki, ber ikki til at gera ein barnagarð uttan at broyta byggisamtyktina. Í øðrum økjum í kommununi stendur beinleiðis í byggisamtyktini, at dagstovnur kann byggjast. Tað ber sum sagt til at broyta byggisamtyktir, um landsmyndugleikarnir góðkenna tað. Skal ein samtykt broytast verður mett um, hvussu stóran týdning tað hevur, sum skal inn í økið og hvat virksemi talan er um, sigur Elin Lindenskov.

Eisini vil Foreldrafelagið hava at vita, hvussu byggisamtyktir og býarskipanir eru tengdar saman, herundir vega- og byggiviðurskifti, tá ið talan er um ferðslu til og frá umrødda øki. Hendan spurningin fær forkvinnan í sosialu nevnd ikki svarað fyrr enn hann er kannaður nærri.


Góðkend

Spælistovan á Argjum, ið heldur til í kjallaranum í umrøddu húsum, er sum allir aðrir stovnar í Tórshavnar kommunu, góðkend eftir kunngerð nr. 62 frá 31. mars 1993 um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung. Leigumálið um spælistovuna heldur fram, um húsini verða seld privatfólki.

- Eisini sethús aðra staðni í kommununi, sum eru gjørd um til stovnar, eru góðkend eftir hesi kunngerð, eisini tey, sum liggja í sethúsaøki. Og einki verður broytt hóast onkur kæra skuldi komið.

- Tá ið spurt verður, um Tórshavnar kommuna hevur nakrar ætlanir um at spyrja foreldur á Argjum eftir, hvat tey halda um hetta málið, kann eg bara svara fyri meg sjálva. Skal talan verða um samstarv við foreldur, meti eg, at Foreldrafelagið er tað rætta at spyrja til ráðs, sigur Elin Lindenskov.