Hjá fólkið, sum ikki dagliga tekst við slík stórmál, sum samfelagsbúskap kann tað tykjast ikki sørt ørkymlandi. Onkur »frøðingur« heldur, at táttast skal í, og annar heldur, at enn er eingin orsøk til tað.
Í fjør var formaðurin í Ráðgevandi nevndini hjá forsætismálaráðnum í SvF og segði, at tað var pláss fyri lønarhækkingum, tí búskapurin var í so stórari framgongd, men bert gott og væl eitt hálvt ár seinni stendur sami maður fram við døprum spádómum um føroyska búskapin í tí líki hann er í í dag.
So tað er lætt at fata um meinigi maðurin ikki veit hvat tað er sum vendur upp og hvat vendir niður.
Neyðugt at tátta í
Fyri stuttum varð dúgliga kjakast í fjølmiðlunum um hvørt tað var neyðugt at tátta í ella ikki. Eins og politisku flokkarnir eru ymiskir á máli um hetta, so eru búskaparfrøðingarnir tað eisini.
Men felags niðurstøðan teirra var, at politikararnir skuldu vera sera ansnir tí annars kann alt samfelagið kollvelta.
Seinastu vikuna hevur Ráðgevandi nevndin verið á vitjan í Føroyum fyri at finna út av hvussu føroyski búskapurin hevur tað, og nú hon fer avstað aftur er niðurstøðan, at búskapurin hevur tað gott. Hann kundi havt tað betri, men kortini hevur hann tað gott.
Og tað, sum kanska fær føroyskar politikarar at spíla oyruni eyka nógv er, at ráðgevandi nevndin rósar teimum fyri at vísa vilja at halda tørn við útreiðslunum ...
? Eg haldi tað er fyrstu ferð í søguni, at ráðgevandi nevndin sigur sovorðið, sigur ein fegin fíggjarmálaráðharri við Sosialin.
Studningsskipaninar avtakast
Hóast Ráðgevandi nevndin heldur at føroyski búskapurin eftir øllum at døma er á rættari leið, so slepst kortini ikki undan viðmerkingum.
Millum annað vísir nevndin á, at best hevði verið um allar studningsskipanir vórðu tiknar av. Skipaninar avlaga búskapin, og hesum er Karsten Hansen samdur við teimum í. Men tað verður ikki latin so nógvur studningur longur.
? Í tvey ár hava staðið 40 mió. á fíggjarlógini, og tað er ikki ein króna latin av teimum, so tær milliónirnar eru farnar aftur í landskassan. Í tí førinum kann spurnartekin setast við, hvussu nógvur studningur verður latin.
Men hvussu við landbúnaðinum. Har verður bæði latin mjólkastudningur og kjøtstudningur. Er eisini rætt at taka tann studningin av?
? Í tí førinum er best at steðga eitt lítið sindur á, tí tá raka vit útjaðaran so øgiliga hart. Og tá er spurningurin hvussu nógv er vunnið, sigur Karsten Hansen.
Um vit taka New Zealand sum dømi, so tóku teir avleiðingarnar av ov nógvum studningsskipanum og strikaðu allan studning. Er tað kanska ein gongd leið?
? Eg loyvi mær at ivast í hvussu nógv er tikið av hjá teimum. Eg meini vit kunnu keypa teirra kjøt her fyri umleið 25 krónur kilo, og tá vit hugsa um flutningskostnaðin, so dugi eg illa at hugsa mær, at teir ongan studning lata landbúnaðinum.
Mvg-skipanin
fær aftur toyggi
Fyri nakað nógvum árum síðani var Mvg skipan sett í gildi í Føroyum. Neyvan vóru øll líka fegin um hana og tað er synd at siga, at tað er vorðið betri við tíðini.
Ein av orsøkunum til hetta er, at skipanin er úthola við undantøkum, sum gera at nógvar fyritøkur heilt sleppa undan mvg.
Eisini hetta vísti Ráðgevandi nevndin á sum ein trupulleika, og eisini her er Karsten Hansen samdur við teimum.
? Skipanin hevur ymsar vansar, men teimum fara vit at hyggja at. Nú hevur skipanin virka í nøkur ár og seinni í hesum mánaðinum fara vit at skipa fyri temadegi um júst mvg-skipanina. Tá fara umsitingin og vinnulívið í felag at viðgera skipanina og tey lýti, sum skipanin hevur við møguligum broytingum fyri eyga, sigur Karsten Hansen.
Fylgja við gongdini
Tí er tað kanska rættiliga sjálvsagt, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum í hesum døgum gongur við einum stórum smíli um andlitið. Víst hevði Ráðgevandi nevndin peikifingurin á loftið, og víst er endaliga frágreiðingin ikki komin enn, men peikifingurin vísir á øki, sum landsstýrið sjálvt er farið eftir áðrenn nevndin kom.
Og harafturat kemur so herðaklappið sum sigur, at føroysku politikararnir hava víst ein vilja til at tátta í, soleiðis at útreiðslurnar ikki eru farnar berserkagongd.
? Vit fylgja við gongdini alla tíðina, og eru til reiðar at seta tiltøk í verk um neyðugt, hevur Karsten Hansen sagt, og tað heldur hann fast við, men samstundis setur hann spurnartekin við um tað gerst neyðugt.
? Nýggja pensjónsskipanin kemur áðrenn ov langt er fráliðið, og hóast hon ikki er ætlað sum eitt beinleiðis »tiltak«, so kemur hon at virka sum eitt, sigur Karsten Hansen.
? Og saman við broytingunum í eitt nú mvg-skipanini og í rentufrádráttinum, so kemur alt samalt at steðga ferðini á búskapinum, sigur Karsten Hansen at enda










