Tórsvallargrunnurin slapp ikki inn í B36 húsið

Ósemja er millum Grunnin Tórsvøll og B36 um lýsingarnar, sum árstalsfelagið hevur sett á takið, sum vendir móti Tórsvølli, og av tí at grunnurin ikki vildi góðtaka lýsingarnar, noktaði formaðurin í B36 grunninum innivist í húsinum fríggjadagin, tá vøllurin alment varð tikin í nýtslu

Eitt orðatak er sum sigur, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

Men tað kemur eisini fyri, at tað má vendast á høvdi og brúkast hinvegin. Tá ljóðar tað soleiðis:

Einki er so gott, at tað ikki eisini er ringt fyri okkurt.

Og tað verður í hesum líki, at orðatakið verður brúkt á hesum sinni.

Tí tað er eftir øllum at døma komin kinkur í samstarvi millum B36 og Grunnin Tórsvøll

Orsøkin til ósemjuna eru tær lýsingarnar, sum B36 hevur fest á takið á tí síðuni, sum vendir móti Tórsvølli.

Grunnurin Tórsvøllur hevur gjørt avtalu við nakrar stórar sponsorar um lýsingar á Tórsvølli. Hesir hava goldið ikki minni enn 4 mió. krónur í Tórsvallarkassan og fyri tað hava teir fingið trygd fyri, at eingin annar, sum starvast í somu vinnugrein sum teir, sleppur inn á Tórsvallarøki.

Árstalsfelagið í Gundadali hevur eisini gjørt lýsingaravtalur við nakrar fyritøkur. Lýsingarnar eru sum sagt festar á takið á B36-húsinum, á tí síðuni, sum vendir móti Tórsvølli.

Og tað er, sum teim flestu kunnugt ikki serliga langt av Tórsvølli til B36-húsið - tað er næstan áfast!


Ein provokatión

Formaðurin í Grunninum Tórsvølli, sigur við Sosialin, at tað, sum B36 hevur gjørt er ein grov provokatión móti Tórsvølli.

Hann sigur, at B36 við vilja hevur bíðað til Tórsvøllur var komin so langt, at tað bar til at selja lýsingarplássini, men at tað serliga er tað, at teir hava valt júst fyritøkur, sum kappast við tær, sum lýsa á Tórsvølli, sum gera tað til eina provokatión.

Til dømis kunnu vit nevna, at Føroya Sparikassi er við í sponsorhópinum á Tórsvølli, og hevur spýtt rættiliga fitt av peningi í verkætlanina.

Men hyggur ein upp á B36-takið, og tað er lætt tá ein hyggur at ovara málinum á nýggja vøllinum, so festir eyga seg við, at har stendur ein lýsing frá Føroya Banka.

Og tað er hetta, sum Poul Michelsen er heldur enn ikki illfýsin um.

? Vit hava gjørt eina avtalu við sponsorar okkara um at teir verða teir einastu av sínum slag á Tórsvølli, og so hendir hetta. Uttan okkara ávirkan bróta vit sáttmálan, sum vit hava gjørt við sponsorar okkara.

Tórsvallarformaðurin er eisini sera ónøgdur við framferðina hjá Føroya Banka í hesum máli.

? Vit samráddust um eina sponsoravtalu við Føroya Banka í drúgva tíð, men samráðingarnar endaðu úrslitaleysar. Men nú dugi eg væl at síggja hví. Teir hava fingið pláss á B36-húsinum í staðin, og hasi framferðini eri eg ótrúliga skuffaður av, sigur Poul Michelsen.


Útblakaðir

Ósemjan kom í hæddina hóskvøldið, dagin fyri at Tórsvøllur alment skuldi takast í nýtslu.

Grunnurin hevði leigað seg inn í kaffistovuna í B36- húsinum í sambandi við at vøllurin alment varð tikin í nýtslu, og ætlanin var, at B36 húsið skuldi vera karmur um tiltak bæði áðrenn dystin og í hálvleikinum.

Men hetta avlýsti B36 20 tímar áðrenn tiltakið skuldi byrja.

Poul Michelsen sigur, at hann tosaði við formannin í B36, sum kravdi, at teir vátta, at grunnurin ikki fer seta múr upp fyri lýsingarnar á B36-húsinum, áðrenn teir fingu loyvið til at leiga kaffistovuna.

? Hetta kundi eg ikki vátta, og síðani fingu vit at vita, at vit sluppu ikki at brúka teirra hús, sigur Poul Michelsen.

Men fara tit at seta nakað upp fyri teirra lýsingar?

? Tað vera vit noyddir til. Vit hava gjørt okkara lýsingarsáttmálar sum siga, at bert ein fyritøka av hvørjum slag sleppur at lýsa á Tórsvølli, og tann partin ætla vit okkum at halda. Men um ein onnur loysn finst á málinum, so eru vit eisini opnir fyri tí møguleikanum, sigur Poul Michelsen.

Hvussu kann tann loysnin síggja út?

? Til dømis, at grunnurin keypir lýsingarplássið frá B36. Tað er so ein møguleiki, sum kann roynast. Veruleikin er í hvussu er tann, at hatta kann ikki standa sum tað ger nú. Hatta er ótrúliga óheppið fyri okkum, og vit lata ikki 4 mió. sponsorkrónur hanga í leysum lofti á handa hátt, sigur Poul Michelsen.


Ein loysn er møgulig

Hóast nýggja grannalagið í Gundadali ikki hevur fingið nakra serliga góða byrjan, so er ikki vist, at ósemjan verður varandi., tí bæði formaðurin í grunninum og formaðurin í B36 siga, at teir vilja arbeiða fyri eini loysn.

Men nær ein loysn kann finnast er ikki vist, og um trætan kemur at hava nakra ávirkan á hvar B36 skal spæla sínar heimadystir í evropeisku kappingini, tað vil Poul Michelsen ikki siga nakað um. Hann er ikki rætti maðurin at spyrja um tað, sigur hann.