249 nýggj pláss stovnsett

Í Sosialinum týsdagin og mikudagin í farnu viku, ger Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn, nakrar viðmerkingar til førda politikkin á barnagarðsøkinum í Havn. Tað er gleðiligt at síggja at felagið enn er virkið og at tey koma við ítøkiligum ætlanum, men bert spell, at felagið ikki frammanundan hevur sett seg inn í málini viðvíkjandi barnaansingini í Havn

Fleiri ítøkiligar ætlanir liggja á borðinum

Felgið sigur ósatt, tá ið tað sigur, at bert tvær ítøkiligar verkætlanir liggja á borðinum hjá Tórshavnar býráð, og eru tær býlingahúsið inni á Gøtu og barnagarðurin í Sjónleikarhúsinum. At felagið í hesum føri sigur ósatt er kanska tí tey hava ikki spurt seg fyri í býráðnum.

Hesar báðar omanfyri nevndu ætlanir eru tvær av fleiri ítøkiligum ætlanum, sum býráðir arbeiðið við. Tekningar og kostnaðarmetingar eru gjørdar til at útbyggja fýra av verandi býlingahúsum, soleiðis at pláss verður fyri 20 børnum afturat í hvørjum húsi, ella tilsamans 80 børn afturat. Sosiala nevnd hevur mælt býráðnum til, at fara ígongd við at byggja tað eina út í ár.


Pláss fyri 62 børnum

Felagið sigur, -bara helvtin av samlaðu víddini í ætlaða býlingahúsinum Inni á Gøtu verður til ansingarpláss hin helvtin fer til umsiting og annað. Hvaðani felagið hevur hesi vrongu tíðindi veit eg ikki. Felagið heldur at barnagarðurin skuldi verði bygdur til 60 - 80 børn heldur enn sum er til 40 barnagarðsbørn og sigur at býráðið oyðslar við plássinum. Her er als ikki talan um umstitingarhølir.

Býlingahúsið inni á Gøtu verður bygt til 42 barnagarðsbørn umframt eina spælistovu til Dagrøktarskipanina har pláss verður fyri 20 børnum. Spælistovan er ein liður í ætlaðu umskipanini av dagrøktarskipanini soleiðis, at trivnaðurin og arbeiðsumstøðurnar verða munandi betri. Eitt rúm verður til Eigarafelagið inni á Gøtu, sum annars kemur at húsast í bygninginum saman við dagrøktini og barnagarðinum.


Tórs Cafeteria og Mitens hús eru kannað

Felagið sigur seg hava arbeitt við nøkrum alternativum møguleikum fyri at fáa fleiri pláss, tey nevna tey mest ítøkiligu uppskotini, sum eru Mitens hús og Tórs Cafeteria, umframt at umleggja stovnarnar í KFUM og Miðstovnin í Gundadali til at hava barnagarðsbørn heldur enn skúlabørn.

Býráðið hevur kannað Mitens hús og Tórs Cafeteria. Mitens hús krevur sera stórar og dýrar umvælingar. Tórs Cafeteria hevur einki uttanduraøkið. Hini bæði uppskotini eru viðgjørd í álitinum um børn og ung í Tórshavnar kommunu, á bl.síðu 27. Sum støðan er, eru Frítíðarskúlanir úti á skúlunum ikki klárir at taka ímótí øllum skúlabørnunum, tí er henda ætlanin ikki sett í verk, men er møguleiki at taka uppaftur, tá ið Frítíðarskúlin er farin at virka til fulnar.

Felagið vísir á at byggja uppí verandi stovnar og býlingahús, tað arbeiðir býráðið við, og kann eg enn einafeð vísa á, at ætlanin at útbyggja verandi býlingarhús er sett í verk.

Uppskotið at umbyggja gomul sethús, sum í Kvívík, kann sjálvandi verða ein loysn, men enn hava vit ikki sæð nakað brúkbart hús, sum kann umvælast bíligari og bertri, enn at byggja nýggjan stovn. Tær royndir sum eru í býnum at umbyggja sethús til barnagarð hava ikki verið bíligari.


Dagrøktarskipanin er undir umskipan

Felagið vísir í aðari grein á, at trivnaðurin hjá dagrøktarmammunum kundi verið broyttur til tað betra, um kommunan, foreldur og dagrøktarmammurnar settu seg niður at tosa um hesi viðurskiftini.

Her kundi felagið eisini víst á, at býráðið arbeiðir við trivnaðinum hjá daggøktarmammunum. Lesið álitið um Børn og ung í Tórshavnar Kommunu, á síðu 12 - 14, har eru ætlanir lagdar fyri dagrøktarskipanina í kommununi. Tær eru samtyktar av býráðnum. Umsitingin arbeiðir við at skipa dagrøktina samsvarandi. Nakrar broytingar eru gjørdar og aðrar eru væl á veg, m.a. er eisini ætlanin við Býlingahúsinum inni á Gøtu, sum skal rúma spælistovu til 20 børn.


249 nýggj pláss eru komin

Í einum føri hevur felagið rætt. Tað er tá útspælið frá kommununi um at útbyggja við 30 plássum um árið í 10 ár als ikki er nøktandi. Hesum hevur felagið púra rætt í, og er tað eisini tí, at vit arbeiða við at skaffa nógv fleiri pláss.


Eg kann vísa á, at 31.12.1995 vóru 1207 børn í kommunalari ansing. Í dag eru 1306 børn sum hava ansing, hesi tøl vísa, at viljin er til at skaffa enn meira enn 30 pláss um árið. Býráðið arbeiðir í løtuni við fleiri ítøkiligum ætlanum.Í ár verða væntandi fleiri enn 100 nýggj pláss sett á stovn. Eisini fyrireikar býráðið útbyggingar til komandi árini.

Afturat teimum barnagarðsplássunum sum eru, er Frítíðarskúlin, til smæstu skúlabørnini settur á stovn, har er pláss fyri 250 børnum, sostatt eru 349 nýggj tilboð til børn 0 - 10 ár komin aftaná 1. januar 1996.

At siga, at býráðið einki ger, er púra burturvið at føra fram.

Hví ikki spyrja seg fyri heldur enn at blaka um seg við slíkum veruleikafjarum? Felagið er vælkomið at tosa við býráðið, at koma við uppskotum, so vit í felag finna góðar loysnir.


Elin Lindenskov, forkvinna í sosialu nevnd