Eg má arbeiða út frá givnum fortreytum

­ Tekur Venjingarskúlin ein triðja 1. flokk inn í ár, renna vit okkum í stórar hølistrupulleikar komandi árini, tí eg havi onga trygd fyri, at skúlin verður útbygdur og fær fleiri skúlastovur, heldur tvørturímóti, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri, í viðmerking til málið um tey 22 smábørnini, ið ikki sleppa í Venjingarskúlan í 1. flokk.

Fyri sløkum tveimum vikum síðani fekk landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, kæru frá foreldrunum at teim 22 børnunum, ið ikki sleppa í fyrsta flokk í Venjingarskúlan í ár. Saman við kæruni vórðu undirskriftir frá 800 fólkum í økinum norðan fyri Landavegin í Havn, sum taka undir við foreldrunum, ið krevja, at børn teirra eiga at sleppa í Venjingarskúlan.

Grundgevingin hjá Tórshavnar býráð fyri ikki at loyva hesum børnum í Venjingarskúlan er plásstrot. Barnatalið í Havn er so stórt í ár, at neyðugt er við 13 fyrstu flokkum og sambært innskrivingini eigur Venjingarskúlin at taka tríggjar fyrsta flokkar inn. Men hóast mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt at bjóða Venjingarskúlanum eina skúlastovu afturat í Heimara skúla, hevur skúlastjórin í Venjingarskúlanum, Niels Nattestad mælt til, at einans tveir fyrsta flokkar verða á Venjingarskúlanum komandi ár.

­ Hóast hølismøguleikarnir eru tøkir beint nú við at vit kunnu taka eina stovu í nýtslu afturat í Heimara skúla, koma vit í trupulleikar seinni. Vit tóku tríggjar 1. flokkar inn fyri tveimum árum síðani og tann eini flokkurin hevur verið í Heimara skúla síðani, tí býráðið fann honum tey hølini. Vit halda tað er óforsvarligt, at flokkurin heldur fram at vera einsamallur har, men vit hava ongar møguleikar at hýsa honum í Venjingarskúlanum. Taka vit ein triðja 1. flokk inn nú, koma vit í somu trupulleikar aftur, sigur Niels Nattestad.

Foreldrabólkurin hevur víst á hagtøl, ið greitt siga, at talið av børnum, sum eru ella koma í skúlaaldur, er størst júst hesi árini, men at talið minkar stórliga komandi árini. Talan er sostatt um ein hvørvandi trupulleika.

­ Er forsøgnin røtt, skulu vit í hvussu so er taka fýra 1. flokkar inn komandi ár. Her er rætt og slætt einki pláss. Tá ið 10. flokkarnir eru farnir út, koma tveir flokkar í Ytra skúla niðan og so er einki pláss eftir. Eingin trupulleiki verður loystur við at taka ein triðja 1. flokk inn og geva honum høli í Heimaraskúla, tí trupulleikin verður aftur næsta ár og komandi árini, sigur Niels Nattastad.


Eingi lyfti

Innskrivingin í Venjingarskúlan í 1996 var serliga stór. Skúlamyndugleikn gjørdi tá av at taka tríggjar 1. flokkar inn, og Venjingarskúlin fekk tá eina skúlastovu í Heimara skúla. Í tí sambandi boðaði býráðsformaðurin í Havn frá, at tað beinanvegin mátti farast undir at skipa fyri endaligari loysn á hølisviðurskiftunum tey komandi árini við teimum stóru barnatølunum í vesturbýnum fyri eyga.

­ Einki er hent síðani tá, og eg havi onga sum helst trygd fyri, at nakað fer at henda. Landsstýrið hevur sagt klárt og týðiliga seinastu fýra árini, at eingin skúli skal byggjast í Havn fyribils. Annað kann eg ikki halda meg til. Bæði foreldur og skúlaráð vita, at eg einki havi ímóti at taka nógvar næmingar inn í Venjingarskúlan, men vit noyðast at arbeiða út frá teimum fortreytum vit hava. Foreldrini hjá børnunum í hinum triðja flokkinum, ið varð tikin inn í 1996 spyrja nú, hvat skal verða av teirra børnum, sum fingu eina stovu í Heimaraskúla, tí tað er ikki rímiligt, at tey halda fram at vera har. Lærararnir á skúlanum vístu á henda trupulleikan fyri tveimum árum síðani, at henda støðan fór at koma, sigur Niels Nattestad.

­ Alt tað eg minnist hava næmingar, sum geografiskt hoyra til Venjingarskúlan, verið fluttir í Kommunuskúlan við skúla ársbyrjan, tí pláss ikki hevur verið. Tað hevur ikki verið eitt einasta ár síðani 1981, at ikki fleiri næmingar hava fingið boð um, at teir mugu finna annan skúla, tí Venjingarskúlin ikki hevur havt pláss. Tí er einki petti øðrvísi í ár enn tað hevur verið síðstu 20 árini. Hóast tað er ein trupul støða hava foreldrini altíð góðtikið í síðsta enda, at børnini mugu fara í annan skúla, sigur Niels Nattestad.

­ At børnini norðan fyri Landavegin, sum verða noydd í Kommunuskúlan komandi skúlaár fáa ein vandamiklan skúlaveg er ikki mín trupulleiki. Mín trupulleiki er, at eg kann ikki taka fleiri næmingar inn enn eg havi pláss fyri. Hvussu skúlavegurin er og at skúlar vanta, er eitt mál hjá býráðnum at loysa. Eg skilji væl støðuna hjá foreldrunum, men har er einki at gera. Hava vit nóg mikið av hølum og kunnu tryggja øllum næmingum høli, tá ið teir koma í hægri flokkar, er eingin trupulleiki, sigur Niels Nattestad.

Foreldrini ætla at koma í Venjingarskúlan fyrsta skúladag við børnunum, sum ikki hava fingið pláss.

­ Tað trúgvi eg einki uppá. So mikið góð munnu tey vera við síni børn, at tað gera tey ikki, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri í Venjingarskúlanum.