tú barnakinn, og við einum brosi varð eg tryggur leiddur inn í dreymaland. Upp í gjøgnum øll barnaárini var tað tú sum myndaði heimið, pápi hevði sítt starv á sjónum, so tú syrgdi fyri, at vit systkin [...] ári síðani, andaðist mín høgt elskaða mamma, 84 ára gomul. Hóast rúm tíð er fráliðin, nívir sorgin og saknurin er framvegis stórur. Elskaða mamma, tað er við inniligum takksemi í hjarta, at eg siti og [...] minni goyma vit sum dýrgripir. Takk fyri at tú í tolni, trúfesti og kærleika stríddist øll árini frá morgni til myrkurs fyri at skapa trivna, hugna og vælferð í okkara barnaheimi; og síðst, men so sanniliga
Nú er pápi mín Pauli Lassen, vanliga nevndur Grethe-Pauli, farin um tangan fyri seinastu ferð. Pápi mín andaðist á Landssjúkrahúsinum onsdagin 14. oktober 2009. Hann fylti 73 ár 31. juli í ár. Pabba og [...] høvdu verið gift í 48 ár og 11 mánaðir, so tað restaði ikki nógv í til gullbrúdleypið hjá teimum. Tey eiga seks børn, fýra gentur og tveir synir, fimm búgva í Føroyum og ein sonur býr í Norra, 15 abba- [...] abba- og ommubørn og ein langabba- og ommuson. Tey settu búgv vesturi í Bø í Vági. Vesturi í Bø hava tey búleikast øll árini, og hetta passaði væl við at hava bát og skúr á Garðabrúgv. Tað er løgið at fýra
12.11.2005 andaðist mamma mín Elna Clementsen og 2.10.2007 andaðist pápi mín Leivur Clementsen úr Skopun. Pápi var sjómaður alt sítt lív, fór til skips fyrstu ferð í 1927 og tað var sjálvandi við slupp [...] teirra lív. Í tí síðstu perioduni tá pápi legðist heima, róði hann út í heimbygdini við bátinum Laksurin, sum hann átti frá ungum árum, líka inntil hann ikki megnaði meir og legði árarnar inn. Pápi var eisini [...] formann í ymsum feløgum, s. s. Arbeiðsmannafelagið, Sjúkrakassafelagið o.o. Pápi var ein fryntligur og ráðgevandi maður í orðum og gávumildur sigst hann eisini at hava verið, og tað við lít. Pápi og mamma
knýttust vinabondini meira millum okkum trý ? meg, teg og Olaf. Tað seinasta árið sótu vit lið um lið í skúlanum og nær um hvønn dag fylgdust vit heim. Aftan á skúlan fór man hvør sína leið, men tú vart altíð [...] Jóhanna, tit hava mist ein góðan son, beiggja og drong. Minnini eru mong og mugu tey eins og Jesus pápi verða við til at styðja tykkum hesa sváru tíð. Vinir Guðs á ongum sinni møtast skulu síðstu ferð; [...] renna sorgartár á kinni, hetta orð tó ugga ber. Síggjast vit ei meir og fara foldum frá og undir flag í tí stóra halga skara møtast vit tó Harrans dag. Um vit enn við sorg her siga kærum vinum várt farvæl
skúla í 1829. Fyrsti skúli á bygd í Føroyum varð bygdur í Miðvági í 1830, og hevur ættarfólk hansara síðani verið rópt "í Skúlanum", tí tey eru uppvaksin har. Framvegis eru ættarfólk í hesum yrki í Miðvági [...] um í Gøtu; men Elin og Hanna fingu hana at koma til Íslands ístaðin. Hon búði á Glyvrum í bóndahúsunum, og eisini í húsunum á Bakka hjá Meinhard og Minu, men tá tey giftust í 1936, fluttu tey so í húsini [...] á morgni so hon var vís í at hava alt klárt til tíðina. Omma var røsk og vildi hava alt ordna í góðari tíð. Í betri árum var hon av raskastu konum í fiskaarbeiði. Eg havi hugt í onkrar av bókunum har skrivað
sum tú komst inn eftir gólvinum í Betesda. Og setti teg har, tú altíð sat. Tú var stillur og segði lítið, men var altíð í sving. Eg havi altíð kent teg. Vit vuksu upp í garðinum. Tú øðrumegin ánna, eg [...] Týsmorgunin kom Dennis inn til mín og andlit hansara segði mær, at nú var okkurt, ið ikki var gott. – Nú er pápi farin. Lítið vardi tað meg, góði Jóhannus, at næstseinasta sunnumorgun skuldi vera seinastu [...] Og tú kom sjálvur at seta hana upp í Haraldsetovu. Eg vænti ikki, at nakar annar hevur fingið so góða gávu frá vinum sínum sum eg. Tit vóru ein familja, sum litu alt í Harrans hendur. Góði Jóhannes, saknurin
fáa lív í hann aftur við at blása í hann ella leggja hann í kjølsvatnið, og ernaðist fiskurin, so slepti hann honum útaftur, og bað alt gott fylgja honum á leið. Einaferð, táið teir báðir komu inn í kjallarin [...] við øllum eplunum í. ”Tá lat í ommubeiggja”, segði Jógvan, ”Hatta var mín skyld, boyggi, eg havi froysta hann. Eg lat hurðina standa opna”. Jógvan bleiv faðirleysur longu 11 ára gamal í fátækastu tíð, sum [...] land okkara hevur verið í. Sanna sat einkja 39 ára gomul við 7 børnum. Jansy var 12, Mia 10, Bodil 9, síðani Noomi, Árni og Henny 4 ára gomul. Pápi Jógvan, Richard í Gerðum, sum var í sama styrkiklassa sum
hann altíð var so góður í sær og í góðum humør. Hann svaraði nakað soleiðis. Eg havi helst fingið nógva umsorgan frá mammu míni tey fyrstu árini, vit vóru tveyeini í húsi, meðan pápi var til skips. Men, legði [...] Tað lá í teimum gomlu gjáarmonnunum, lærdir av sera beiskum royndum. Trúarlívið hjá Jógvan Sofusi var einfalt. Hann hevði Harran við sær í tí dagliga. Halgidagar varð farið í kirkju. Var ikki farið í kirkju [...] tokka til: Alt lívið var hann ongantíð í iva um, at hann hevði funnið ta røttu gentuna. Hesi bæði løgdu ástir saman, og tey giftust í Gjáar kirkju ein vakran vetrardag í 1937. Presturin Sand las tey saman
bónda í Niðristovu á Norðoyri. Dia var sostatt 77 ár, nú hann legði árarnar inn. Dia giftist í 1953 við Fanny Eidesgaard av Eiði. Tey fingu 4 børn: Jørgin Olaf, sum býr í Skúvoy, Kristionnu, ið býr í Klaksvík [...] er. Vit vóru 9 systkin í Niðristovu á Oyri. Elst var Karin, ið var fødd 1915, síðani kom Lena í 1916, men hon doyði av meslingum nakrar mánaðir gomul. Í 1917 kom aftur ein Lena, í 1919 Sámal, 1922 Christian [...] soleiðis eru lívstreytirnar. Menniskjan verður borin í heim, mennist og stendur í blóma, fyri síðani at følna og fara foldum frá. Vit systkini vuksu upp í 1920- og 30-árunum. Stórur partur av tríati árunum
vit kunnu siga, í bestu árum. Stórur var skarin, sum fylgdi honum út á kirkjugarðin í Sørvági. Tað tynnist í vinaskara. Nú eg skrivi hesi minningarorð, hugsi eg um, hvussu stutt lívið í grundini er. Lívsleiðin [...] ganga á fjall, serliga í Nýpuni, har pápi hansara røktaði. Alt var so gott, og alt sá so ljóst út. Vit vuksu til mans og fóru til skips. Herluf sigldi sum kokkur við Vesturleika í fleiri ár, og nógv ár [...] hálvvaksnir. Mínir tankar leita í hesi løtu til Lis og synirnar, sum so brádliga mistu mann og pápa. Eisini leita tankar mínir til Herdis, hansara gomlu mammu, sum býr á Sýnini í Miðvági. Tit hava mist nógv