Eg hevði verið inni á gólvinum kvøldið fyri, og vit høvdu sum so mangan fingið okkum eitt gott prát um lívsins viðurskifti. Stutt fyri leggingartíð fór eg yvir aftur til mín sjálvs, men tá vardi tað meg ikki, at hetta skuldi verða seinasta samrøðan okkara millum her á fold.
Jákup Andreas Høgnesen, Dia sum hann vanliga varð kallaður, varð føddur á Norðoyri 28. februar 1927, sonur Kristionnu, ættað úr Mittúni á Kirkju og Jóan Karl, bónda í Niðristovu á Norðoyri. Dia var sostatt 77 ár, nú hann legði árarnar inn.
Dia giftist í 1953 við Fanny Eidesgaard av Eiði. Tey fingu 4 børn: Jørgin Olaf, sum býr í Skúvoy, Kristionnu, ið býr í Klaksvík, Jón, ið býr á Viðareiði og Eyðbjørn, ið býr í Danmark. Fanny og Dia eiga 12 ommu- og abbabørn. Dia var góður familjumaður, pápi og abbi, hevði stóra umsorgan fyri sínum og hjálpti og stuðlaði børnum og abbabørnum alt tað, hann kundi. Dia var hegnigur og dugdi væl at smíða, og tað er ein fragd at síggja, hvussu væl røkt heimið hjá Fanny og Dia er.
Vit vóru 9 systkin í Niðristovu á Oyri. Elst var Karin, ið var fødd 1915, síðani kom Lena í 1916, men hon doyði av meslingum nakrar mánaðir gomul. Í 1917 kom aftur ein Lena, í 1919 Sámal, 1922 Christian, 1924 Frida, 1927 Dia, 1929 Karl og í 1932 Elisabeth. Av hesum stóra systkinaflokki eru vit nú fýra eftir á lívi: Frida, Karl, Elisabeth og eg sjálvur. Fýra av systkjunum eru farin síðstu 3 árini, fyrst Sámal, síðani Karin, Lena og nú Dia. Eg má siga, at tungt kennist tað, nú systkinaflokkurin tynnist so skjótt, men vit mugu bara ásanna, at soleiðis eru lívstreytirnar. Menniskjan verður borin í heim, mennist og stendur í blóma, fyri síðani at følna og fara foldum frá.
Vit systkini vuksu upp í 1920- og 30-árunum. Stórur partur av tríati árunum vóru ringar tíðir og lítið av peningi var millum fólk, men vit høvdu eitt gott heim og tryggar umstøður. Stóran týdning hevði tað fyri húsarhaldið, at pápi var bóndi og eisini átti væl av jørð. Jørðin og tað hon gav, var grundarsteinurin undir húsarhaldinum og so var eisini høgligt at fáa fisk. Men nógv arbeiði skuldi gerast fyri at føða og klæða ein so stóran barnaflokk. Farast skuldi eftir fiskinum og seyðurin skuldi takast við ullini, áðrenn maturin kom á borðið og plaggið á kroppin.
Vit børn vórðu vand upp til at taka lut í arbeiði, tá ið vit vóru so fræg. Minnist aftur á, hvussu pápi vandi okkum smádreingir at ganga skorarnar. Oftast tók hann okkum við sær tveir og tveir, og fyri hvørja ferð gingu vit longri enn frammanundan. Tá ið pápi helt, at nóg mikið var fyri smádreingirnar, bað hann okkum sita pinnastillar á rókini og bíða, til hann kom aftur eftir okkum. Nakrar hundrað metrar dygst niðurfyri var bláa havið, og vit smádreingir lærdu, at hetta var ikki spæl, men lívsins álvara.
Frá barnsbeini av lærdu vit eisini at vera í báti og at søkja sjógvin. Minnist, at mamma plagdi at biðja pápa taka okkum við, tí so visti hon, hvar vit vóru. Fjøllini og sjógvurin vóru nátúrligur partur av uppalingini, og gav hetta okkum bæði kunnleika, virðing og alsk til umhvørvi og føðiland.
Fáum man unnast at fylgjast so leingi og so tætt á lívsleiðini sum mær og Dia. Sum eldri bróðir havi eg fylgt honum úr vøggu í grøv hansara 77 ára langa lívsskeið. Vit vuksu upp sum brøður í stórum systkinaflokki, og í bestu manndómsárum høvdu vit útróðrarbátar saman við sváginum Jóan Paula, fyrst Sævarenni og so Brattenni. Fiskivinnan var okkara álit og fíggjarliga grundarlag undir húsi og heimi. Vónin og trúgvin drívur verkið, ikki minst hjá útróðrarmonnum, ið ongantíð vita, hvat teir fáa burturúr, fyrr enn túrurin er av. Og mangt er at minnast aftur á manndómsár okkara sum útróðrarmenn. Tað stóð ikki á at fáa gott fólk, raskar og skilagóðar útróðrarmenn. Vit høvdu mangar baldrutar túrar, og nógv var at taka støðu til, men tað er okkum í holdið borið, at vit minnast best tær góðu løturnar, og tær hevði eg mangar saman við Dia. Ein av teimum var ein útróðrartúrur, tá vit settu 20 stampar vestan fyri Mýling og fingu 84 kalvar, ið vigaðu 4830 pund.
Dia dámdi væl at fáast við fiskiskap, og sín seinasta lívsdag hevði hann eisini verið í egningarskúrinum og egnt einar 10 stampar, so sum hann plagdi. Dia var partur av útróðrarlívinum í Klaksvík til sín doyggjandi dag og sorgblítt var at síggja teir mongu bátarnar á Stongunum, sum við flagginum í hálvari stong fyri seinastu ferð heilsaðu Dia, tann dagin hann varð borin til gravar.
Umframt at vera brøður og lagsbrøður vóru eg og Dia eisini grannar og vinmenn og høvdu somu áhugamál. Nú í aldurdóminum høvdu vit mangar góðar útróðrartúrar av Borðoyarvík. Dia hevði gott skil á veðri og streymi og var góður at ráðføra seg við. Tungt verður at leggja út aftur av Víkini, nú Dia ikki eisini er innanborða og tómligt er í túninum, nú hann er farin, men minnini um hann eru góð.
Jákup Andreas var stillførur maður, og stillisliga fór hann hiðani frá. Dia er nú burtur úr likaminum og heima hjá Harranum, og likam hansara hvílir nú í okkara fedranna jørð millum Oyrar og Gerðar.
Fari við hesum orðum at lýsa frið yvir minnið um mín góða bróður, lagsbróður, granna og vinmann.
Christian