Minningarorð um Leivur og Elnu í Skopun

12.11.2005 andaðist mamma mín Elna Clementsen og 2.10.2007 andaðist pápi mín Leivur Clementsen úr Skopun. Pápi var sjómaður alt sítt lív, fór til skips fyrstu ferð í 1927 og tað var sjálvandi við slupp. Hann sigldi undir øllum krígnum við sluppum og trolarum. Týskum sum bretskum og íslendskum, hann róði eisini út í Grønlandi við egnum báti, arbeiddi eisini í Íslandi og róði út har til tíðir. Pápi var 95 ára gamal, nú tá hann fór og mamma var 92 ára gomul tá hon fór, tey bæði høvdu eitt gott og langt lív saman og náddu at hava krúndiamantbrúdleyp saman.

Pápi var ein dugnaligur maður á sjónum og kunnaður um alt tað. Tók eingi óráð fyri, hann var eisini ein góður maður fyri bygdina, fylgdi væl við í tí politiska lívinum, mamma og pápi vóru bæði tjóðskaparsinnaði alt teirra lív. Í tí síðstu perioduni tá pápi legðist heima, róði hann út í heimbygdini við bátinum Laksurin, sum hann átti frá ungum árum, líka inntil hann ikki megnaði meir og legði árarnar inn.

Pápi var eisini ein álitismaður, hann var valdur til formann í ymsum feløgum, s. s. Arbeiðsmannafelagið, Sjúkrakassafelagið o.o.

Pápi var ein fryntligur og ráðgevandi maður í orðum og gávumildur sigst hann eisini at hava verið, og tað við lít.

Pápi og mamma áttu 2 synir, Gunnar og Tollak og áttu tey nú 6 ommu- og abbabørn og 15 langommu og langabbabørn.

Pápi var eisini ein ringan túr til sjós, tað var við trolaranum Egil Reyða, hann var nógv merktur av tí túrinum, sjálvt um hann helst ikki tosaði um tað.

Pápi kundi hava fastar meiningar um vis ting, uttan at víkja eitt fet, men tað dugdi hann at dementera uppá ein mildan ráðgevandi máta. Mamma var tann allarbesta mamman nakar sonur kundi ynskja sær, hon gav sær altíð stundir at lurta og hjálpa í øllum førum. Hon var ógvuliga hjartamild.

Eg hava bara góð minnir um míni foreldur og eg havi nógv at takka teimum fyri, nú eru tey ikki meira her, tey hava bæði livað eitt langt lív og gjørt tað tey skuldu.

Tey livdu sínar síðstu dagar á Sambýlinum á Skerðinum í heimbygdini, Skopun, har tey høvdu tað gott og vóru í góðum hondum.

Má friður verða yvir minni teirra.

 

Gunnar