Nú er pápi mín Pauli Lassen, vanliga nevndur Grethe-Pauli, farin um tangan fyri seinastu ferð. Pápi mín andaðist á Landssjúkrahúsinum onsdagin 14. oktober 2009. Hann fylti 73 ár 31. juli í ár.
Pabba og mamma høvdu verið gift í 48 ár og 11 mánaðir, so tað restaði ikki nógv í til gullbrúdleypið hjá teimum. Tey eiga seks børn, fýra gentur og tveir synir, fimm búgva í Føroyum og ein sonur býr í Norra, 15 abba- og ommubørn og ein langabba- og ommuson.
Tey settu búgv vesturi í Bø í Vági. Vesturi í Bø hava tey búleikast øll árini, og hetta passaði væl við at hava bát og skúr á Garðabrúgv.
Tað er løgið at fýra fólk eru farin undir grønu torvu, innan fyri stutta tíð, sum øll búðu vestan fyri Gjógvará í Vági, harímillum var gubbi mín Jóhann í Kálhaganum, ein sum onkran túrin hevur verið saman við pabba bæði til sjós og til bakka. Hartvig Poulsen, ein vinur hjá pabba, hevur eisini lagt árarnar inn fyri stuttari tíð síðan.
Pabba lá fyrst á Suðuroyar sjúkrahúsi í nakrar vikur. Var og vitjaði hann einaferð, har sat hann klárur í hurðini, lat meg sleppa vekk herfrá við ein fart, segði hann. Koyrdu so suðuryvir og tann eina dagin vildi hann til Sumbiar, og tað er løgið at sita eftir og minnast á túrin, og hvat hann fortaldi um allar leiðirnar útfyri Sumbiarbygd.
Heilsan hjá pabba bleiv bara verri og verri, hann var blivin so vánaligur, at hann bleiv fluttur við tyrlu norður á Landssjúkrahúsið. Dagin eftir, umleið 24 tímar eftir at hann var komin inn á sjúkrahúsið, andaði hann fyri seinastu ferð, og so var hann farin yvirum, umgirdur av teimun nærmastu, sum lukkaðust at koma at síggja hann. Hetta var eitt løgið fyribrygdi at vera vitni til, at síggja eina sovorna kempu draga andan fyri seinastu ferð, og sjúkrasysturin segði við meg, tak bara andamaskuna ”tað er liðugt”.
Tað er hugaligari at skriva eina føðingardags heilsan, enn at skriva minningarorð um sín háttvirda pápa. Tað er ringt at skriva minningarorð um ein mann sum pabba, hann gjørdi altíð okkurt. Slapp hann ikki útarógva, ja so hekk hann í bjørgunum (tó ikki hesi seinastu árini), eg var við honum tvær ferð og fleygaði náta, nei nei, at hyggja 200-300 metrar niður í tað bláa hav, tað var ikki akkurát je, so har slapp hann at vera einsamallur fyri mær.
Pabba elskaði havið, og havið var hansara arbeiðspláss alt lívið. Hann fór fyrsta túrin, sum 13 ára gamal til Grønlands við Skt. Jacques. Hetta prátaði hann ofta um. Hann róði eisini út í Grønlandi, tá ið tann tíðin var fyri. Hann tók motorpassara í Danmark, var við einum báti úr Esbjerg og so heimaftur. At hava við motorar at gera var eisini nakað hann dámdi ógvuliga væl, og hann visti eisini nógv um motorar.
Hann keypti sær ein lítlan deksbát, sum kallaðist Saturn. Hetta var ein av sokallaðu Garðatuflunum.
Við Saturn róði hann út frá Vági, og var eisini á Norðhavinum í nøkur vár. Um summarið lá hann undir Beinisvørði við snaru eftir lómviga til tað bleiv forboðið.
Hann og Sverri fingu einaferð 700 fuglar í tveir dagar, teir lógu nátt inni á Vágseiði.
Við lítla Saturn fiskaðu teir nógvan kalva eisini. Hann fortaldi fyri mær, at teir drógu einaferð 8 stampar, og tá í kalvin var heysaður, vigaði tað heili 1800 pund, kalvin bleiv heysaður og sendur niður til Danmarkar, tað kalvafiskaríið hevur verið meira stuttligt, enn tað er í dag.
Hann var við ymiskum skipum til fiskarí upp gjøgnum árini, og tað var ofta heitt á hann, tá ið okkurt nýtt var frammi.
Hann var við Havalduni og skeyt brugur (brugdu), tá ið tað var ein vinna. Hann var við Kyrjasteini og fiskaði laks norðan fyri Føroyar. Hann hevði sjálvur ein laksakassa umborð á tí fyrsta Saturn.
Pabba hevur havt tveir bátar sum itu Saturn, tann triði fekk navni Saturn 3. Saturn 3 var størsta gjøgnumbrotið í føroyska línuflotanum nakrantíð. Pabba bleiv stemplaður sum ørður, tá ið hann kom við einum líniskipi, har manningin gekk 6 og 6, við kassalast, frystaríi á dekkinum, og ikki minst stabiliseringstanga.
Pabba var eisini drívmegin, tá ið Vágbingur var keyptur til Vágs. Hann bleiv seinri seldur aftur.
Nú hann legði árarnar inn fyri seinastu ferð, hevði hann fingið sær ein lítlan bát, sum hann kallaði Saturn IV. Hann hevði annars lánt bátin hjá svigarsoninum, hesin báturin íð hann nú hevði, hevði betur pláss á dekkinum at arbeiða segði hann. Hann vildi altíð hava okkurt at gera, og hann riggaði altíð til, var tað ikki eitt, so var tað annað hann stákaðist við, og slapp hann ikki út um Grønirnar, ja so dróg hann gogguglúpar á fjørðinum.
Teir seinastu tríggjar túrarnar, hann var við kalvalínu, vóru okur saman. 31. juli, tann dagin hann fyltið 73 ár, vóru okur ”Uttan stein” við kalvalínum, tað var blikalogn, og meðan okur sigla framvið Sumbiarsteini sigið je við hann, har eru fólk á Sumbiarsteini, je hugsi so við, segði hann, øgilig eygur tú hevur. Okur fingu ikki tað stóra, men hann segði fleiri ferðir eftir hetta, at hetta var besta føðingardagsgáva hann nakrantíð hevði fingið.
13. og 14. august vóru okur aftur við kalvalínu her norðuri. Hann vildi so gjarna flóta. Okur fingu ikki nógv, men bara at fáa fríska luft tað er deiligt, segði hann.
Tað er so ómetaliga ringt at skriva stutt minningarorð um pápa mín, men hann var ein raskur maður. Á tann arbeiðsvilji ið hann hevði, ja tað skal man leita leingi eftir fyri at finna sín líka. Hann var sjómaður í heili 60 ár, hann hevur ikki fingið nakra medalju fyri drúgva tænastu, men hann fekk eina heiðurliga jarðarferð.
Tað var ein ómetalig vitan, hann hevði um viðurskiftir, sum høvdu við fisk, útróður og ikki minni um streymviðurskiftir, tað verður seinur dagur til ein hardiskur veður uppfunnin, sum er líka góður sum hansara var. Havi ikki talt allar álmanakkarnar hann dagliga hevur skrivað í gjøgnum árini, men tað er eitt ómetaliga stórt savn við vitan um hvat hevur gingið fyri seg øll hesi árini, hann hevur róð út. Óansæð hvar hann var, so kundi hann svara prompte uppá spurningar um streym, ýtir og Lorantøl, hann kendi ikki bara hvørja túgvu og hvønn klett rundan um Suðuroy, hann var vælkendur í Íslandi og í Grønlandi. Tað var stuttligt at lurta eftir honum, hvussu nógv hann mintist aftur frá ungum árum.
Einaferð vóru okur eftir nátungum. Øll eri ikki so kvik sum hann var at skolda nátungar, og hann toldi sera gott hita. Ein sum hjálpti til sigur einaferð, nú haldi je, at je havi funnið útav hesum at skolda, hann var kvikur at svara, ja so er hitt eftir. Hvat er tað? spurdi viðkomandi. Tað er at skunda sær, og tað bleiv ein látur.
Hann kundi finna uppá at koma við einari bølluttari av og á, og serliga tá ið hann helt seg vera fyri órætti, og tað var ofta ikki uttan grund, men hann kundi eisini vera følin. Pabba var hjartagóður við børn, og komu tey inn, ja so var altíð okkurt at fáa frá honum. Tað var ikki bara børn sum fingu frá honum. Tað er ikki smáting, ið hann hevur givið gjøgnum ár og dag av fiski o.ø. til vinir og kenningar har suðuri og eisini norðanfjørðs. Hetta sást aftur, nú hann fór úr kappellinum í Havn. Áðrenn hann bleiv fluttur suður um Suðuroyarfjørð fyri seinastu ferð og inn á Krambatanga. Hann hevði verið stoltari, um hann slapp sína seinastu ferð inn eftir Vágsfirði.
Tá ið líkbilurin kom vestur mótir skúlanum í Vági, dreygaði hann oman kaj-brekkuna og vestur eftir kajuni har hann steðgaði við Saturn IV og skúrin, sum vóru hansara annað heim. Her segði hann sínum lívsstarvi farvæl fyri seinastu ferð. Síðan lá leiðin niðan í Vágs kirkju, har nógv fólk var komið saman fyri at taka ímóti hesum havsins syni, sum nú ikki orkaði meira og hevði rópt og biðið Harran um taka seg í sín favn ”je orki ikki meira” segði hann nakrar ferð. Í kirkjuni var eisini eitt manskór frá Frelsunarherinum í Vági og sang tveir sangir. ”Jesu navni aldri bliknar” og ” Á lívshavsins bylgjum” hetta var rørandi, tað má sigast.
Hann hevur verið í Frelsurnarherinum, teir dagar hann ikki tókst við okkurt. Teir høvdu eitt tiltak ið kallaðist ”orið á borið”, og hetta var ein heiðurlig takkarkvøða hann fekk. Undir jarðarferðini sungu teir aftur.
At pabba var ein avhildin persónur var sjónligt, Vágs kirkja var full og fólk stóð í ganginum og nøkur stóðu úti í tún. Sangkóri Ljómur sang eisini ein sang undir jaðarferðini. Ferðin yvir um Vágsfjørð var ein vakur túrur, og tað fylgdu nógv fólk honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hann liggur fyrstur í tí nýggja partinum av kirkjugarðinum, oman mótir sjónum. Nú kann hann so fylgja við nær vinirnir fara útatrógva ella møguliga ein grind kemur inn eftir fjørðinum.
Tá ið prestur hevði sagt nøkur orð á grøvini kom eitt regnæl, tá segði onkur, at nú hevði Pauli lagt kollin á skrá og arbeitt víðari. Hann man hava fingið so mangt ælið yvir seg.
Til seinast vil je takka mammu fyri alt tað hon hevur verið fyri pabba og alla familjuna. Hon hevur verið pabba ein ómetaliga góður stuðul í allar mátar og hevur staðið við hansara lið altíð, nátt sum dag, tá ið hann kom tuskaður og móður aftur av útróðri. So tað verður løgið hjá tær góða ikki at hava pabba at práta við. Tú søkir tær styrk í Harranum og hann verður eftir hjá tær, tað biða okur um.
Ein ið misti pápa sín herfyri segði, ja, nú sita teir nokk í himlinum báðir og spæla kort ella snakka um onkran góðan kalvatúr á Munkagrunninum.
Við hesum fáu orðum vil je lýsa frið yvir pápa mín Paula Lassen.
Sonur tín Eli við familju