stúrt fyri ferðsluni í Norðoyggjum, nú tað er ókeypis at koyra ígjøgnum tunlarnar. Serliga verður stúrt fyri ferðsluni í teimum einsporaðu tunlunum í Norðoyggjum, tí verður nógv ferðsla, er vandi fyri, at [...] víkiskyldu og fyri at tunlarnir ikki skulu typpast, er ætlanin við skeltunum, at tað skal altíð verða mikið langt ímillum bilarnar, ið fara inn í tunlarnar norðanífrá, at tað altíð skal vera pláss fyri teimum [...] víkiplássunum. Halda bilarnir, ið koma norðaneftir, ikki frástøðuna, er vandi fyri, at tað ikki er pláss fyri teimum á víkiplássunum og so stendur ferðslan føst í t unlunum. Tí vónar sýslumaðurin, at bilførarar
boriútgerð og fakfólk longu eru í Suðuroy í sambandi við Hvalbiartunnilin, skal borurin ikki av oynni aftur, fyrr enn Fámjinstunnilin eisini er boraður ígjøgnum. Men hóast einki er sett av til Fámjinstunnilin [...] fíggjarlógini fyri næsta ár. Nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, sæst, at eingin játtan er sett av til Fámjinstunnilin. Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri sigur [...] sigur, at tað eydnaðist ikki at fáa undirtøku fyri at fáa Fámjinstunnilin á fíggjarlógina, men hann vónar framvegis, at samgongan ger nakað við tað næsta ár. Annars hava tinglimirnir í andstøðuni, Kristina
Sjúrður Skaale skal í dag á fund í Fólkatingsins Uttanríkispolitisku Nevnd at umrøða og geva mandat til, at Danmark skal ganga saman við yvir 40 av heimsins londum í einum stórum álopi á IS. – Tí sigi [...] síðsta útkall – verður einki álop, koma veldug landaøki og kontrol við nógvari olju í hendurnar í IS. 3. Álopið verður gjørt í samráð og eftir áheitan frá irakisku stjórnini. 4. Royndirnar frá síðstu vikunum [...] greið ætlan er fyri friðin, sum skal koma aftaná. Júst tí er hetta ein so trupul avgerð. Men hóast hesa óvissuna sigi eg ja – tí hon er betri at liva við enn vissan um hvat hendir um álopið IKKI verður framt
okkara arbeiðsmarknaður er ikki nóg væl skipaður. Tað kemur ikki fyri í okkara grannalondum, at verkføll eru so títt og raka so meint sum her. Her vantar eitt regluverk fyri, nær verkfall kann lýsast, [...] Her skuldi so alt endað í frið og náðum, um vanliga skipanin fyri samráðingar á arbeiðsmarknaðinum vóru galdandi í hesum førinum sum í øðrum. Tað er bara tað, at sama skipan er ikki galdandi. Tá partarnir [...] semju, skal hon leggjast fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum til góðkenningar. Hansara niðurstøða var, at lønarhækkingin lá so langt oman fyri tað nullið, hann hevði hugsað sær, at hann vildi ikki góðkenna
loyva at bryggja sterkt í Føroyum, men á forsíðuni á Sosialinum í gjár staðfesti hann, at meiriluti var ikki fyri einum slíkum uppskoti í samgonguni. Og hartil er vandin stórur fyri, at verður eitt slíkt [...] , fer samgongan í tvíningar. Johan Dahl heldur ikki, at spurningurin er so týdningarmikil, at hann er verdur at seta samgonguna í váða fyri. Tað var annars ein sending í sjónvarpinum í síðstu viku, sum [...] synd og spell, at tað ikki skal bera til hjá føroyskum ølfjepparum at njóta øll sløg av øli í Føroyum, uttan at gerast lógarbrótarar. Sosialurin gjørdi tí av at gera eina spurnarrundu í Tinginum, hvørja støðu
Rannvá hevur familju í Danmark, og veit um øki, har tey fyri 15 árum síðani tóku hesar trupulleikar í álvara. Fólk tóku seg saman fyri at gera nakað fyri børn við ADHD. Hetta hjálpti og í dag eru eini 400 [...] er long, og fáir møguleikar eru fyri børn við atferðartrupulleikum í Suðuroynni og í Føroyum sum heild, siga Rudi og Rannvá. - Til dømis, tá biðast skal um stuðulstímar í skúlanum, so verður ein sendur [...] eins og vinirnir, skal í dans, og hvussu skal tað handfarast, sigur Rannvá, og sipar júst til, at tey, ið hava ADHD, ikki duga so væl at lesa ymsar støður av, og tí skjótt kunnu koma sær í óføri, har fólk
mansliðið hjá B71 skal vera so væl fyri, sum tað ber til, tá kappingini komandi ár fer í gongd. – Fortreytirnar fyri at standa seg í bestu deildini eru so nógv broyttar seinnu árini. Tað er truplari hjá [...] styrkja um liðið, verður í øllum førum neyðugt hjá felagnum at finna ein nýggjan venjara. – Tá eg tók við, segði eg, at eg fegin vildi taka eitt tørn fyri felagið í 2009, men ikki í 2010. Ein orsøk til tað [...] verða verandi í Vodafonedeildini. B71 má hava onkrar meira royndar spælarar aftrat á ávísum plássum, skal tað eydnast at halda sær uppi í bestu deildini. Nýtt fólk krevst Umframt, at B71 skal út at finna
koyra nevndina í Framtaksgrunninum frá. Høgni Hoydal sigur, at Landsstýrið er ikki kunnað um broytingar í nevndini í Framtaksgrunninum, sum má metast at vera ein tann týdningarmesta nevndin í Føroyum. ?Eg [...] trupulleikin í hesum máli er, at landsstýrismaðurin við vinnumálum leggur seg politiskt út í arbeiðið hjá eini nevnd, sum skal virka eftir fakligum og handilsligum kriterium. Tá er stórur vandi fyri, at par [...] Hetta eru so grov ósannindi, at tey ikki kunnu standa ósvarað, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til tað, Bjarni Djurholm segði við Sosialin í gjár, har hann førdi fam, at Høgni Hoydal á landsstýrisfundi
vatnveitingina í Vestmanna um tíman. Og nú skal alt hetta vatnið so eisini renna ígjøgnum turbina, sum í næstum skal setast í Vestmanna og sum skal gera streym. Sum vit skriva í hinari greinini, skal streymurin [...] har hon skal yvirtaka verkætlanina. Tiltakið er sett í verk í samstarvi við kommununa og hon skal nú gera eitt lítið hús til turbina, sum væntandi verður sett upp seinni í ár. 80 tons Tað er ikki so lítið [...] Vestmenningar hava leingi gingið á odda í royndunum at spara orku og at leggja um til grøna orku. Serliga eru nógv orkusparandi tiltøk sett í verk í skúlanum fyri at gera hann so grønan, sum gjørligt. Men
Í framtíðini skal Vágur vera kommuna fyri seg sjálva. Tað er úrslitið av fólkaatkvøðuni leygardagin. Atkvøðugreiðslan var í tveimum og tær vóru at meta sum tvær sjálvstøðugar atkvøðugreiðslur. Í fyrra [...] hugsan um Vágur framhaldandi skal verða kommuna fyri seg sjálva, ella um hon skal leggja saman við øðrum kommunum. Hin spurningur var um, hvat skuldi henda, um so var, at kommunur í Suðuroy løgdu saman. Og [...] verður at kommunur í Suðuroy skulu leggja saman, skuldu vágbingar atkvøða um øll oyggin skal vera ein kommuna ella um tað skulu vera tvær kommunur í Suðuroy. Hesuferð høvdu 1046 fólk valrætt í Vági, men tað