Vestmenningar hava leingi gingið á odda í royndunum at spara orku og at leggja um til grøna orku.
Serliga eru nógv orkusparandi tiltøk sett í verk í skúlanum fyri at gera hann so grønan, sum gjørligt.
Men nú verður víðagitni grøni skúlin í Vestmanna upp aftur nógv grønari og tað sama er galdandi fyri ítróttarhøllina.
Tað verður gjørt við einum tiltaki, sum er líka einfalt, sum tað er snilt.
Men úrslitið er ein oljusparing sum svarar til tað, eini 10 vanlig sethús brúka um árið.
Eini vanlig sethús brúka fyri 24.000 krónur í olju um árið og sostatt fara vestmenningar at spara olju fyri tilsamans at skúlin og ítróttarhøllin fara at spara olju fyri yvir 288.000 krónur um árið.
Stórur hæddarmunur
Tað er lokala Agendafelagið, sum hevur staðið fyri átakinum.
Jógvan Emil Nielsen, formaður í felagnum sigur, at eftir at hava kannað málið, hava tey funnið fram til, at tað finnast lítlar vatnturbinur, sum eru vælhóskandi til at gera streym burtur úr lutfalsliga smáum nøgdum av vatni.
Nú hava tey so keypt eina slíka lítla turbinu, sum nú skal setast á vatnveitingina til bygdina.
- Vit eru í teirri hepnu støðu, at tað er rættiliga stórur hæddarmunur á vatnveitingini úr brunninum oman í bygdina, sigur Jógvan Emil Nielsen.
Ætlanin er nú at seta turbinuna á vatnveitingina beint áðrenn vatnið rennur í reinsibrunnin.
Sostatt skal alt drekkavatnið hjá vestmenningum renna ígjøgnum turbinuna, sum ger streym burtur úr tí, áðrenn tað rennur í reinsibrunnin og víðari í kranarnar.
Síðani verður leidningur lagdur frá turbinuni oman í skúlan og ítróttarhøllina.
Streymurin frá turbinuni verður so brúktur at hita vatn við, sum síðani aftur verður brúkt at hita skúlan og høllina við.
Sjálvi hava vestmenningar mett, at hetta sparingin í oljurokningini verður onkustaðni ímillum 200.000 og 250.000 krónur um árið.
- Tað merkir, at íløgan verður spard inn aftur upp bara á trý ár, sigur Jógvan Emil Nielsen.
Turbinan er nú komin í næstu viku verður fundur við kommununa, har hon skal yvirtaka verkætlanina.
Tiltakið er sett í verk í samstarvi við kommununa og hon skal nú gera eitt lítið hús til turbina, sum væntandi verður sett upp seinni í ár.
80 tons
Tað er ikki so lítið av vatni, sum rennur ígjøgnum eina vatnveiting, sum hana í Vestmanna og sum sostatt kann brúkast at gera streym burtur úr.
Jógvan Emil Nielsen, formaður í lokalu agendanevndini í Vestmanna, sigur, at í miðal renna eini 80 tons av vatni ígjøgnum vatnveitingina í Vestmanna um tíman.
Og nú skal alt hetta vatnið so eisini renna ígjøgnum turbina, sum í næstum skal setast í Vestmanna og sum skal gera streym.
Sum vit skriva í hinari greinini, skal streymurin, sum turbinan ger, brúkast til at hita skúlan og ítróttarhøllina við.
Hetta fer so at minka heilt munandi um oljunýtsluna hjá skúlanum og ítróttarhøllini.
Kortini sleppa tey ikki heilt undan at brúka eitt sindur av olju, tí tað verður ikki nóg mikið av orku frá turbinuni til at nøkta allan tørvin hjá skúlanum og ítróttarhøllini.
Væntandi verður turbinan sett seinni í ár.
Jógvan Emil Nielsen ivast ikki í, at tað er nógva staðni í landinum, at turbinur, sum hesar, kunnu setast upp.
Tað veldst um, hvussu umstøðurnar eru og, hvussu stórur hæddarmunurin er. Men turbinur, sum hesar, fáast í alskyns støddum og kunnu lagast til umstøðurnar, har tær skulu setast upp.