Vágbingar vilja vera í sjálvdrátti

Fólkaatkvøðan leygardagin vísti, at vágbingar siga nei til kommunusamanlegging


Í framtíðini skal Vágur vera kommuna fyri seg sjálva.
Tað er úrslitið av fólkaatkvøðuni leygardagin.
Atkvøðugreiðslan var í tveimum og tær vóru at meta sum tvær sjálvstøðugar atkvøðugreiðslur.
Í fyrra lagi skuldu vágbingar siga sína hugsan um Vágur framhaldandi skal verða kommuna fyri seg sjálva, ella um hon skal leggja saman við øðrum kommunum.
Hin spurningur var um, hvat skuldi henda, um so var, at kommunur í Suðuroy løgdu saman.
Og um so verður at kommunur í Suðuroy skulu leggja saman, skuldu vágbingar atkvøða um øll oyggin skal vera ein kommuna ella um tað skulu vera tvær kommunur í Suðuroy.
Hesuferð høvdu 1046 fólk valrætt í Vági, men tað vóru bara 675 fólk á vali og tað er ikki meiri enn 64,5% av veljaraskarðanum.
 
Vágbingar vila vera einsamallir
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at ein meiriluti vildi, at vágbingar skulu vera í sjálvdrátti í framtíðini. 
Atkvøðugreiðslan vísti, at  317 søgdu ja til, at Vágur framhaldandi skal var ein sjálvstøðug kommuna. Tað eru 47,0% av teimum, sum greiddu atkvøðu.
Hinvegin vildu 298 vágbingar, at kommunan skal leggja saman við øðrum. Tað eru 44,1%.
Harafturat var eitt óvanliga stórt tal av blonkum atkvøðum. Heilir 59 vágbingar atkvøðddu blankt í hesum máli og tað eru 8,7% av teimum, sum greiddu atkvøðu.
Men endar tað við, at kommunur í Suðuroy skulu leggja saman, er tað hinvegin ongin ivi um, hvat vágbingar velja: Teir vilja hava, at Suðuroy skal vera tvær kommunur.
Úrslitið var, at skulu kommunur leggja saman, vilja 446 vágbingar hava tvær kommunur í Suðuroy, Tað eru 66,1% av teimum, sum valdu.
Hinvegin vilja 199 vágbingar hava at øll Suðuroy skal vera ein kommuna. Tað eru 29,5% av teimum, sum vóru á vali.
Eisini í spurninginum um kommunusamanlegging, vóru lutfalsliga nógv, sum atkvøddi blankt. Tær blonku atkvøðurnar vóru 29 í tali og tað eru 4,3% av teimum, sum atkvøddu.
Les meiri aðrastaðni í internetsosialinum í dag