Ósannindi av grovasta slag

Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur tað vera ósannindi av grovasta slag, tá Bjarni Djurholm landsstýrismaður við vinnumálum sigur, at varaløgmaður á landsstýrisfundi hevur mælt til at koyra nevndina í Framtaksgrunninum frá


Hetta eru so grov ósannindi, at tey ikki kunnu standa ósvarað, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til tað, Bjarni Djurholm segði við Sosialin í gjár, har hann førdi fam, at Høgni Hoydal á landsstýrisfundi hevði biðið Bjarna Djurholm koyra nevndina í Framtaksgrunninum frá.
Høgni Hoydal sigur, at Landsstýrið er ikki kunnað um broytingar í nevndini í Framtaksgrunninum, sum má metast at vera ein tann týdningarmesta nevndin í Føroyum.
?Eg hvørki havi ella ætli at leggja meg út í arbeiðið hjá Framtaksgrunninum. At løgmaður er kunnaður, ger als ikki arbeiðið hjá landsstýrismanninum meira trúverdugt, sigur hann.
Hann sigur, at tann regla er galdandi í landsstýrinum, at kunnað verður um setanir av nevndum -ikki tí at landsstýrið skal taka støðu, men tí at landsstýrið skal verða kunnað um grundgevingar og mannagongdir i ymsu málunum.
Tá ein landsstýrismaður sleingir slík ósannindir út, sum Bjarni Djurholm kom við í gjár, bendir alt á, at hann als ikki skilur, hvør uppgávan hjá honum er - og at hann ger sínar gerðir upp eftir berum partapolitikki, sigur varaløgmaður.
Høgni Hoydal sigur, at tann stóri trupulleikin í hesum máli er, at landsstýrismaðurin við vinnumálum leggur seg politiskt út í arbeiðið hjá eini nevnd, sum skal virka eftir fakligum og handilsligum kriterium. Tá er stórur vandi fyri, at partapolitisk atlit aftur vera avgerandi í føroyskum vinnnulívi, heldur enn handilslig og vinnulig atlit.
Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum, tá hann setur nevndir, at hann hevur greiðar fakligar innstillingar og sakligar metingar frá embætisverkinum, sum grundgeva fyri valinum. Og ikki, at hann er ónøgdur av partapolitiskum orsøkum.
Hetta málið bendir á, at landsstýrismaðurin roynir at blanda seg uppí nakað, sum hann skal halda seg frá, sigur Høgni Hoydal varaløgmaður í viðmerking til Bjarna Djurholm.