B71 má hava styrk

– Tað er truplari hjá smærru feløgunum at standa seg í bestu deildini, tí tá onkrir góðir spælarar koma undan, er stórur vandi fyri, at onnur feløg nokk so skjótt fara við teimum, sigur Eli Hentze, sum ikki heldur fram sum venjari hjá B71, tá liðið spælir í Vodafonedeildini komandi ár

FÓTBÓLTUR

 

Eftir eitt kappingarár, har B71 kanska kom heldur seint í gongd, var innsatsurin leygardagin krýndur við uppflyting, so Sandoyggin aftur komandi ár er partur av Vodafonedeildini. Nú stendur so eitt stórt arbeiði fyri framman, so besta mansliðið hjá B71 skal vera so væl fyri, sum tað ber til, tá kappingini komandi ár fer í gongd.

– Fortreytirnar fyri at standa seg í bestu deildini eru so nógv broyttar seinnu árini. Tað er truplari hjá smærru feløgunum, tí tá onkrir góðir spælarar koma undan, er stórur vandi fyri, at onnur feløg nokk so skjótt fara við teimum, sigur Eli Hentze, sum hevur vant B71-liðið síðstu tveir mánaðirnar.

– Skal eg siga tað stutt, so er núverandi liðið ikki nóg sterkt til at standa seg og verða verandi í Vodafonedeildini. B71 má hava onkrar meira royndar spælarar aftrat á ávísum plássum, skal tað eydnast at halda sær uppi í bestu deildini.

 

Nýtt fólk krevst

Umframt, at B71 skal út at finna onkrar spælarar, sum kunnu styrkja um liðið, verður í øllum førum neyðugt hjá felagnum at finna ein nýggjan venjara.

– Tá eg tók við, segði eg, at eg fegin vildi taka eitt tørn fyri felagið í 2009, men ikki í 2010. Ein orsøk til tað er, at eg haldi, at tað riggar ikki ordiliga væl, at tú ert venjari hjá einum felag í bestu deildini í Føroyum, samstundis sum tú hevur eitt annað fulltíðarstarv, sigur Eli Hentze.

Hóast veðrið ikki var tað besta, var fitt av fólki og hugdi at dystinum hjá B71 ímóti HB leygardagin, og tað fløvaði, viðgongur venjarin, sum sigur seg hava havt fleiri góðar løtur í júst Gundadali.

– Tað hevur ferð eftir ferð víst seg, at tá avgerandi dystir hava verið hjá B71, so hava teir eisini verið í Gundadali, og soleiðis skuldi tað eisini verða hesa ferð, sigur Eli Hentze.