Sjúrður Skaale skal í dag á fund í Fólkatingsins Uttanríkispolitisku Nevnd at umrøða og geva mandat til, at Danmark skal ganga saman við yvir 40 av heimsins londum í einum stórum álopi á IS.
– Tí sigi eg ja kríggj móti IS. At fara í kríggj má altíð vera allar, allar síðsti útvegur. Og tað er ein sera stór ikki bara politisk, men eisini moralsk avgerð, og øll, sum so ella so stuðla henni, mugu hugsa væl um sínar grundgevingar, sigur Sjúrður Skaale.
– Eg fari at geva mítt tilmæli. Tað er ikki einfalt. Tað er tað aldrin, tá tað snýr seg um kríggj. Tað er altíð nógv sum talar ímóti – eisini í hesum føri.
– Men eg fara at geva mótt tilmæli við hesum grundgevingum:
1. At berja niður IS er ein góð sak – bæði humanitert og politiskt. Tann etniska útreinsing sum fer fram í økinum má steðgast. Og tann óstabilitetur, sum verður skaptur, og útlitini til ein reguleran stat millum Irak og Sýria sum verður stýrdur av IS, hóttir ikki bara Miðeystur, men kann raka allan heimin.
2. Álopið er síðsta útkall – verður einki álop, koma veldug landaøki og kontrol við nógvari olju í hendurnar í IS.
3. Álopið verður gjørt í samráð og eftir áheitan frá irakisku stjórnini.
4. Royndirnar frá síðstu vikunum vísa, at amerikansku álopini HAVA hildið IS aftur. Tað ger mun; tað ger gagn; tað bjargar sivilfólki. Samstundis má ein ásanna, at eitt álop eisini skapar ótryggleika, og at eingin greið ætlan er fyri friðin, sum skal koma aftaná. Júst tí er hetta ein so trupul avgerð. Men hóast hesa óvissuna sigi eg ja – tí hon er betri at liva við enn vissan um hvat hendir um álopið IKKI verður framt.
5. Tað er stórur stuðul til álopið millum londini í Miðeystri (hóast als ikki øll eru við, tíverri).
6. Dentur verður lagdur á at verja ósek. (Hóast øll vita, at ósek VERÐA rakt av hesum – so verða munandi fleiri ósek rakt, um álopið ikki verður framt).
Hava Vesturheimurin og USA sjálv skyldina av at støðan er blivin sum hon er, spyr Sjúrður Skaale, sum svarar soleiðis:
– Lutvíst, ja. Tí eingin ætlan var fyri friðin eftir Irak-kríggið, og tær kreftir, sum tá blivu sleptar leysar ella skaptar, vórðu undirmettar. Hetta er ein viðkomandi diskussión – men tað er ein onnur diskussión.
Men sum støðan er nú, má IS berjast niður. Fyri Miðeystur – og fyri allan heimin, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.










