Eingin tunnil til Fámjins á hesum sinni

Men næsta ár hevur samgongan í hyggju at leggja eina heildarætlan fyri allar tunlarnar, sum skulu gerast

Tað er nú mest sum greitt, at eingin játtan verður sett av til Fámjinstunnilin á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, sæst, at eingin játtan er sett av til Fámjinstunnilin.

Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri sigur, at tað eydnaðist ikki at fáa undirtøku fyri at fáa Fámjinstunnilin á fíggjarlógina, men hann vónar framvegis, at samgongan ger nakað við tað næsta ár.

Annars hava tinglimirnir í andstøðuni, Kristina Roest Sirið Stenberg Høgni Hoydal, Bjarni Hammer og Heðin Mortensen skotið upp at játta fimm milliónir til Fámjinstunnilin næsta ár.

Tey mæla til, at játtanin skal brúkast til vegagerð Øðravíkar megin, soeiðis at farast kann undir at bora sum skjótast. Men tað kann sigast so gott sum við púrari vissu, at tað verður ikki samtykt.

Annars hava eisini politikarar í samgonguni sett upp á, at Fámjinstunnilin skal gerast nú. Bæði Johan Dahl og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, og Jenis av Rana, landsstýrismaður, ført fram, at nú boriútgerð og fakfólk longu eru í Suðuroy í sambandi við Hvalbiartunnilin, skal borurin ikki av oynni aftur, fyrr enn Fámjinstunnilin eisini er boraður ígjøgnum.

Men hóast einki er sett av til Fámjinstunnilin næsta ár, sigur Kristin Michelsen, at samgongan hevur í hyggju at seta seg saman at leggja eina heildarætlan fyri, nær teir ymsu tunlarnir, sum mangla, skulu gerast, og eisini hvussu teir skulu fíggjast.