At rúsdrekka er eitt eymt mál hjá mongum, er eingin loyna. Millum tingfólk er støðan í fleiri førum, at vitið sigur eitt, meðan hjartað sigur eitt annað, og tað skapar eina tvístøðu hjá tingfólki.
Í desember í fjør segði Johan Dahl, vinnumálaráðharri, við Rás2, at hann ætlaði sær at leggja uppskot fram um at loyva at bryggja sterkt í Føroyum, men á forsíðuni á Sosialinum í gjár staðfesti hann, at meiriluti var ikki fyri einum slíkum uppskoti í samgonguni. Og hartil er vandin stórur fyri, at verður eitt slíkt uppskot lagt fram av landsstýrismanninum, fer samgongan í tvíningar.
Johan Dahl heldur ikki, at spurningurin er so týdningarmikil, at hann er verdur at seta samgonguna í váða fyri.
Tað var annars ein sending í sjónvarpinum í síðstu viku, sum setti lív í kjakið um øl, serliga um vit eiga at kunna bryggja og flyta inn sterkari øl í Føroyum enn tey 5,8 alkohol prosentini, sum lógin nú ásetur.
Í sendingini »Ølfjepparar« varð ført fram, at tað er bæði synd og spell, at tað ikki skal bera til hjá føroyskum ølfjepparum at njóta øll sløg av øli í Føroyum, uttan at gerast lógarbrótarar.
Sosialurin gjørdi tí av at gera eina spurnarrundu í Tinginum, hvørja støðu tinglimir hava til spurningin um sterkt øl.
Spurningurin ljóðaði í sínum einfaldni soleiðis:
»Varð eitt uppskot lagt á ting um at loyva øli í Føroyum, sterkari enn 5,8%, hvussu hevði tú atkvøtt«.
Givnu møguleikarnir vóru ja, nei, blankt.
Meiriluti fyri
Summir tinglimir høvdu eina greiða støðu, aðrir drógu á, meðan nakrir als ikki vildu svara spurninginum.
Tað er sjálvandi øllum greitt, at júst rúsdrekkaspurningurin er eitt mál, ið ikki er reint politiskt. Etikkur og moralur stýra í minst líka stóran mun avgerðini, antin ein tinglimur svarar ja ella nei til sterkari øl í Føroyum.
Men reint prinsipielt er ein rímiliga greiður meiriluti fyri, at tað skal verða loyvt at bryggja og innflyta øl til Føroya, sum er sterkari enn 5,8%.
Talið av tinglimum, sum er ímóti kan væntast at vera støðugt, uttan mun til, í hvørjum líki eitt slíkt uppskot verður lagt fram. Hinvegin er væl hugsandi, at um eitt møguligt uppskot hevði veirð snikkað til og mýkt, hevði meirilutin verið enn størri enn hendan spyrjurundan vísir.
Hinvegin skal sjálvandi eisini takast við, at skal eitt slíkt uppskot samtykjast, skal fyrst floksdisiplin og samgongu loyalitetur fáast upp á pláss.
Sum yvirlitið vísir, høvdu 17 tinglimir út frá givnu treytunum avkvøtt ja fyri sterkari øli í Føroyum, 12 høvdu avkvøtt ímóti, ein atkvøða heðvi verið blonk, meðan tríggir tinglimir ikki vilja svara spurninginum.
Tað merkir, at meirilutin kundi komið upp á 20-12-1, ella hann kundi verið 17-14-1. Ein meiriluti undir øllum umstøðum.