Síðsta sparkið í næstbestu deildini var Inni í Dal á Sandi, har ÍF tíðliga seinnapartin var gestur hjá B71. Heimaliðið legði seg framum, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Málskjútti var Tijani Mohammed [...] skoraði fyri fjúrtandu ferð í landskappingini. Hetta var fyrsta málið hjá honum síðani 15. september. Fýra minuttir undan steðginum javnaði Arnold Kristiansen fyri ÍF. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði gamli [...] til 3-2 til ÍF. Eftir dystarlok handaði Karl Vidtfeldt, fyrrverandi FSF nevndarlimur og núverandi formaður í B71, ÍF gullkrónur og steypið fyri at hava vunnið næstbestu deildina. Og so fór ÍF ferðalagið norður
valdur á ting í 1998. Síðani hevur hann verið løgtingsmaður frá 1998 til 2008, burtursæð frá tíðarskeiðinum, sum landsstýrismaður í almannamálum í 2002-2003. Frá 1998 og til 2002 var hann formaður í trivnað [...] vinnunevndini.Hann hevur eisini verið borgarstjóri á Sandi í 2001-2002 og frá 2003-2009. Og nevndarlimur í KSF í 3 ár, og nevndarformaður í Sev í 3 ár. Páll og kona hansara Kristina J. á Reynatúgvu hava [...] var hann limur í fíggjarnevndini. Hann varð afturvaldur á ting við valið 29. oktober 2011. Síðani hevur hann verið 3. næstformaður í formansskapinum, limur í rættarnevndini og varalimur í fíggjarnevndini
vilja hava eina nýggja samgongu. Tað er einki at ivast í. Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin gongur nógv fram í nýggjastu veljarakanning og gerast størsti flokkur. Formaðurin [...] serliga Tjóðveldisveljarin, sum nú ivast í hvønn tey skulu velja. Í seinastu samgongu vórðu tað serliga veljarar hjá Fólkaflokkinum og hjá Sambandsflokkinum, sum ivaðust í hvønn tey skuldu velja, segði Heri [...] Heri á Rógvi frá Lóður, sum hevur gjørt veljarakanningina, sum var send út í dag, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at eftir øllum at døma, so hevur Fólkaflokkurin megna at taka evnið um fiskivinn
sigur Niels T. Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum. - Vit hava ongantíð noktað nøkrum at fara í hagan og hava heldur ongantíð rópt upp um, at føroyingar ikki skulu sleppa at ganga í haganum. Vit siga ikki [...] ganga allastaðni í haganum eftir bygdagøtunum. Tað stendur púra greitt í lógini, hvussu mann skal fyrihalda seg til gongu í haganum, sigur hann. Les longri samrøðu við Niels T. Pedersen í Vikuskiftis Sosialinum [...] hjá øllum at ganga frítt í haganum. Felagið ynskir at skipa viðurskiftini við útlendskum ferðafólki betur, men burtursæð frá tí, so vilja tey hava, at mann kann ganga frítt í haganum uttan at boða frá
Í kvøld hava ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES gjørt av, at Stórabretland kann útseta Brexit til 22. mai. Tað váttar Donald Tusk, formaður fyri Evropeiska Ráðið. Men ES hevur eitt krav, og tað er, at [...] ferðir er vrakað í bretska parlamentinum. Theresa May, bretskur forsætisráðharri hevur roynt at fingið meiriluta fyri sínum boði upp á eina skilnaðaravtalu, men hendan hevur ikki vunnið frama í bretska Undirhúsinum [...] Verður avtalan vrakað aftur í næstu viku, so verður freistin bara til 12. apríl. Upprunaliga skuldi Stórabretland fara úr ES um 8 dagar, altso 29. mars, men ósemjurnar í bretska Undirhúsinum um eina
Skorheim, borgarstjóri og formaður í Nýtt Sjálvstýri. Hann leggur afturat, at Sjálvstýrislistin til býráðsvalið í november er væl ávegis, og at fleiri nøvn verða kunngjørd í næstum. [...] Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, boðar í morgun frá, at hann og tvey tey næstu á listanum við seinasta býráðsval í Klaksvík, stilla uppaftur á kommunuvalinum, sum verður 8. november. Tey trý ovastu [...] sum tó ikki varð vald. Við in.fo fyrr í vikuni segði Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, at hann eisini er millum valevnini á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri í Klaksvíkar kommunu – nú kommunurnar
ið hava boðað frá, at tey koma við í føðingardag, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Ætlanin var upprunaliga, at hátíðarhaldið skuldi vera í Hotel Føroyum, men felagið hevði tryggjað [...] vant hátíðarhildið, og hevur felagið bjóða øllum sínum limum og øðrum í føðingardag. - Vit hava bjóðað øllum okkara 700 limum við makum í føðingardag. Harumframt hava vit bjóðað teimum, ið vit samskifta við
politiskum flokkum í Europa. – Sambært Piu Kjærsgaard eru muslimarnir og Islam atvoldin til nærum allar trupulleikar í Danmark. Og tá ið hugsað verður um stóra politiska valdið, hon hevur í løtuni sum Fól [...] hevur kosið danska politikaran, Piu Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum, at vera størsti rasistur í Europa í løtuni. Samstundis staðfestir blaðið, at hon liggur eina góða bátslongd framman fyri bæði Geert [...] Fólkatingsins formaður, so elvir hon til ein óhugnaligan og risastóran rasistiskan koktail, vil blaðstjórin á Gringo, Frederico Rodriguez Moreno, vera við. Á hesum lista sæst, at hálendski politikaran Geert
Føroyagrunnurin í Klaksvík hevði eitt slakari ár í fjør í mun til árið fyri, tá grunnurin hevði 27 milliónir í yvirskoti. Bruttoúrslitið hjá grunninum var 240 milliónir krónur. Føroyagrunnurin hevur til [...] eiga partabrøv í P/F J.F.K í Klaksvík. Hann kann eisini, sum fíggjarumstøðurnar loyva tí, seta á stovn vinnurekandi virki. Grunnurin eigur 89 milliónir krónur í dóttirfelag og 72 milliónir í øðrum atknýttum [...] Inntøkan frá dóttirfelagnum var í fjør 1,7 milliónir krónur og frá atknýttum feløgum 6,7 milliónir krónur. Í nevndini fyri Føroyagrunnin sita Leif Abrahamsen, formaður, Hergerð Joesen, Jóhan Andrias Reyðberg
púra samdir um bæði samgonguskjal og um, hvussu tey ymsu málsøkini skulu býtast í millum flokkarnar. Semjan fekst í lag seint í gjárkvøldið, og sostatt tók tað eitt gott samdøgur hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi [...] Tjóðveldi og Framsókn at semjast um hvørji málsøki, hvør flokkur skal umsita í hesi nýggu CEF samgonguni. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og samráðingarleiðari, sigur, at tey hava avtalað ikki [...] ikki at siga nakað alment um samgonguskjal, ella málsøkjabýti fyrrenn í morgin, tá ið kallað verður saman til tíðindafund. Men tað er greitt, at Aksel V. Johannesen sjálvur verður løgmaður. Tað er eisini