Løgtingsformaðurin fyllir 50 ár í dag

Páll á Reynatúgvu varð borin í heim 26. juli 1967. Tingformaðurin er fysioterapeutur av útbúgving, og hevur somuleiðis eina diplomútbúgving í leiðslu og frálæru. 

 

 

Hann hevur havt mong politisk álitisstørv í sínari politisku karrieru. Á heimasíðuni logting.fo sæst, at Páll á Reynatúgvi fyrstu ferð varð valdur á ting í 1998. Síðani hevur hann verið løgtingsmaður frá 1998 til 2008, burtursæð frá tíðarskeiðinum, sum landsstýrismaður í almannamálum í 2002-2003. Frá 1998 og til 2002 var hann formaður í trivnaðarnevndini, og frá 2004 og 2008 var hann limur í fíggjarnevndini. Hann varð afturvaldur á ting við valið 29. oktober 2011.

 

 

Síðani hevur hann verið 3. næstformaður í formansskapinum, limur í rættarnevndini og varalimur í fíggjarnevndini og vinnunevndini.Hann hevur eisini verið borgarstjóri á Sandi í 2001-2002 og frá 2003-2009. Og nevndarlimur í KSF í 3 ár, og nevndarformaður í Sev í 3 ár. Páll og kona hansara Kristina J. á Reynatúgvu hava fýra børn.