Máttu flyta í størri hølir

Stórur áhugi er fyri at hátíðarhalda 100 ára føðingardagin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Leygardagin 16. januar er ein stórur dagur hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Tá er nevniliga 100 ár síðani, at felagið varð stovnað.

Slíkt verður sum vant hátíðarhildið, og hevur felagið bjóða øllum sínum limum og øðrum í føðingardag.

- Vit hava bjóðað øllum okkara 700 limum við makum í føðingardag. Harumframt hava vit bjóðað teimum, ið vit samskifta við til dagligt. Av hesum eru eini 600 fólk, ið hava boðað frá, at tey koma við í føðingardag, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Ætlanin var upprunaliga, at hátíðarhaldið skuldi vera í Hotel Føroyum, men felagið hevði tryggjað sær, at bæði Dansifrøi og Høllin á Hálsi vóru tøk, um nógv fólk meldaðu seg til hátíðarhaldið. Við einum gestalista á umleið 600 fólkum gjørdist greitt, at bæði Hotel Føroyar og Dansifrøi gjørdist ov lítið. Tí er føðingardagurin fluttur til Høllina á Hálsi, har tey 600 fólkini kunnu vænta sær alt møguligt av undirhaldi, lovar Hans Joensen at enda. 