Føroyagrunnurin átta milliónir í yvirskoti

Føroyagrunnurin í Klaksvík hevði eitt slakari ár í fjør í mun til árið fyri, tá grunnurin hevði 27 milliónir í yvirskoti.

Føroyagrunnurin í Klaksvík hevði eitt slakari ár í fjør í mun til árið fyri, tá grunnurin hevði 27 milliónir í yvirskoti.

 

Bruttoúrslitið hjá grunninum var 240 milliónir krónur.

 

Føroyagrunnurin hevur til endamáls fyrst og fremst at eiga partabrøv í P/F J.F.K í Klaksvík. Hann kann eisini, sum fíggjarumstøðurnar loyva tí, seta  á stovn vinnurekandi virki.

 

Grunnurin eigur 89 milliónir krónur í dóttirfelag og 72 milliónir í øðrum atknýttum feløgum.

 

Inntøkan frá dóttirfelagnum var í fjør 1,7 milliónir krónur og frá atknýttum feløgum 6,7 milliónir krónur.

 

Í nevndini fyri Føroyagrunnin sita Leif Abrahamsen, formaður, Hergerð Joesen,  Jóhan Andrias Reyðberg og Jóhanna á Bergi.

 

Útslitini seinastu 10 árini hava verið:

 

2014: 8,3 milliónir krónur

2013: 27 milliónir krónur

2012: 10 milliónir krónur

2011: 7,8 milliónir krónur

2010: 12 milliónir krónur

2009: 3 milliónir krónur

2008: 0,3 milliónir krónur

2007: 3,1 milliónir krónur

2006: 10 milliónir krónur

2005: 11,9 milliónir krónur